Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-05, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juni 2018 · Nr. 63 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI ÚTBÚGVA SEG TIL ARBEIÐSLOYSI Danjal av Rana Tað vísir seg ikki at vera sam­ svar millum tað, sum før­oy­ ingar útbúgva seg til og tað, sum arbeiðs­mark­naði­num tørv­ar. Tað heldur Magni á Deild Olsen, stjóri í ALS, sum hevur hugt nærri at, hvørjar útbúgv­ingar føroyingar taka. - Avbjóðingin hjá okk­um er, at vit seinastu mongu árini hava lagt so stóran dent á útbúgving, at øll eru í ferð við at taka eina hægri útbúgving. Sam­stundis síggja vit, at arbeiðs­mark­ naðurin ikki hevur størv til allar hesar akademikararnar, men hinvegin hevur stóran tørv á handaligum verka­ fólki, sigur hann. Hann hevur, við hjálp frá Studni, hugt nærri at, hvat føroyingar útbúgva seg til. Tølini vísa, at eini 2.500 føroyingar eru undir fram­ haldslestri í løtuni. 1.000 verða lidnir við sína útbúgv­ ing í ár, meðan 800 verða lidnir næsta ár. Tølini eru bygt á, hvussu nógv søkja Studna um ferðastuðul, tí eru veruligu tølini møguliga eitt vet hægri. Alt ov nógvir lærarar - Onkrar útbúgvingar er tað bara ein persónur sum tekur, aðrar taka bara heilt fá. Hesi fáa neyvan trupulleikar at fáa eitt starv í Føroyum, tá tey eru liðug. Hinvegin, so eru vit eisini í ferð við at útbúgva eina rúgvu av fólk­um til arbeiðsmarknaðir, sum eru væl og virðiliga mett­aðir í løtuni og væntandi í mong ár frameftir, sigur Magni á Deild Olsen og nevnir til dømis lærarar, stjórn­mála­ frøð­ingar, sam­felags­frøð­ ingar og løgfrøðingar. At júst hesar útbúgvingarnar eru væl umtóktar hongur møgu­ liga saman við, at tær verða bjóð­aðar út í Føroyum. - Lærarafelagið hevur kort­ini fleiri ferðir víst á, at vit útbúgva alt ov nógvar nýggjar lærarar í mun til hvussu nógvir væntast at fara frá fyri aldur komandi ár­ini. Samfelagsfrøðingar og stjórnmálafrøðingar fáa kanska eitt starv, men ofta er tað ikki innan fyri tað øki, sum tey eru útbúgving til, meðan talið á leysum størv­ um til løgfrøðingar er nógv minkandi, sigur hann. Fyri føroyska samfelagið skap­ar hetta tveir trupul­ leik­ar. Annar er at skapa størv til tey mongu væl út­ búnu fólkini, sum venda nøs­ini heimeftir eftir lokna út­búgv­ing. - Okkum tørvar sjálvandi, enn sum áður, væl útbúnað arbeiðs­megi her í Føroyum. Tí er tað týdningarmikið at bæði tað almenna og vinnan halda á við at menna seg, við at skapa nýggj arbeiðspláss og leggja grundarlagið undir nýggj­um vinnum, so vit hava størv at bjóða teimum les­andi, tá tey koma aftur til Før­oya, sigur Magni á Deild Ol­sen. Mugu skapa nýggj størv Hann vísir á, at hetta eisini er ein týðandi part­ur í roynd­ini at broyta fólka­ saman­setingina í Føroyum í framtíðini. Innan stutta tíð fer lutfallið millum tey á arbeiðsmarknaðinum og pen­ sjón­istarnar at fella niður í eina helvt av tí, tað er í dag og fer tað at leggja eitt stórt trýst á almennu Før­oyar. - Loysnin er at fáa fleiri fólk á arbeiðsmarknaðin. Tí Vit útbúgva ov nógv fólk innan ov fá øki og fer hetta at skapa eitt ávíst arbeiðsloysi innan hesi økini í framtíðini, heldur stjórin á ALS