Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-05, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 6. juni 2018 · Nr. 63 TÍÐINDI mugu vit antin fáa fleiri børn ella fáa fleiri føroyingar heim aftur til Føroya. Missa vit tey, sum eru undir út­búgv­ing, so missa vit jú eisini børn­ini hjá teimum, sigur hann. - Men skulu vit fáa tey hendan vegin, mugu vit eisini hava størvini til teirra, tí eingin við høgari út­búgving kemur heim at ar­beiða á einum flakavirki, sigur Magni á Deild Olsen. Útlendingar mugu nøkta tørvin Hina avbjóðingina byrja vit longu at síggja anirnar av, millum annað í ferða­vinnu­ ni. Ferðavinnan sigur, at teim­um tørvar 400 starvs­ fólk afturat næstu tvey ár­ ini, men her er ikki talan um akademikarastørv, men heldur um fólkið á gólvinum. Har hava vit tó eina stóra av­bjóðing, tí tað eru sera fá, sum taka útbúgving sum kokkur ella eru í læru sum tænarar, móttøkufólk og í millum annað hotellvinnuni. - Vit hava ikki fólkini til hesi størvini. Arbeiðsloysi er í dag 361 fólk og í summar, tá millum annað makrelvirkini seta ferðina upp aftur og Varðin Pelagic á Tvøroyri byrjar aftur, fer arbeiðsloysið at detta niður í nærum einki. Tí verður neyðugt hjá okkum at fáa útlendingar at taka nógv av hesum størvunum, heldur Magni á Deild Olsen. - Trupulleikin er bara tann, at hóast vit hava størv til útlendingarnar, so hava vit einki býli til teirra. Vit hava jú so at siga ikki nokk av bústøðum til okk­um, sum eru her nú, so tað verður torført at finna bú­stað til tey, sum flyta til Før­oya, bæði vælútbúnar før­oy­ingar og útlendingar til ferða­vinnuna, sigur hann.