týsdagur 5. juni 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. juni 2018 · Nr. 63
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hví stama vit?
Í hesi greinini verður sagt eitt sindur um
staming, og her eru eisini nøkur góð ráð um,
hvussu foreldur kunnu hjálpa børnum sum
stama
Vilmund Jacobsen
At stama er eitt talubrek, sum
kann mennast til ein samskiftis
trupulleika. Staming byrjar ofta
í 2-5 ára aldri, og sagt verður, at
eini 4-5% av øllum børnum stama
í styttri ella longri tíð.
Flestu børn, sum byrja at stama,
halda uppat aftur av sær sjálvum,
men nøkur børn halda fram við at
stama.
Millum 0,7 og 1% av vaksna fólk
inum stama, og staming rakar nógv
fleiri menn enn kvinnur.
Orsøkin til staming er ikki kend,
men viðgerðarar og granskarar
eru samdir um, at staming bæði er
arvalig, biologisk og at ymiskir tali
málsligir og psykososialir faktorar
eru partur av stamingini.
Ytra og innara
Stamieyðkenni kunnu býtast upp
í eina ytru staming og eina innaru
staming.
Ytra stamingin er -
•
hoyribar stamieyðkenni, eitt
nú sum endurtøkur, leingingar
og blokeringar av orðum
•
sjónlig stamieyðkenni, sum
eitt nú stríð fyri at snakka og
rørslur í andliti og kroppi, tá
tosað verður
Innara staming kann eitt nú vera -
•
ótti fyri at stama
•
tú
roynir
at
umgangast
stamiorð, ávís fólk ella ávísar
støður
•
tú ert smæðin, forargaður
og hevur eina kenslu av
minnivirði
Nøkur góð ráð
Hvat kunnu vit so gera, tá barnið er
byrjað at stama?
Jú, vit eiga at geva barninum
góða tíð at tosa, og vit eiga at vísa
barninum áhuga fyri tí, tað hevur
at siga.
Vit eiga ikki at órógva, ørkymla
ella geva barninum góð ráð undir
prátinum.
Tað er heldur ikki skilagott, tá
staming er vorðin ein trupulleiki
hjá barninum, at spyrja ov nógvar
óumhugsaðar spurningar.
Vit eiga at hava góða eygnakon
takt við barnið og eiga at tosa nátt
úrliga um stamingina.
Tú eigur at vísa barninum, at
tær dámar at tosa við tað, hóast
barnið stríðist við orðini.
Vit eiga í aðrar mátar at vera ein
góð talufyrimynd sum merkir, at
vit tosa hóvliga, stutt og beinleiðis
og brúka einfaldar setningar.
Skilagott er eisini at minka um
styrkina á røddini, tá tosað verður
við barn, ið hevur stami-trupulleik
ar.
Onnur ráð eru at minka um
krøvini, tá barnið stamar illa.
Vit eiga at læra barnið at hava
tol, eitt nú tá spøl verða spæld sum
krevja, at spælt verður eftir tørni.
Vit eiga ikki at tosa við barnið,
sum um tað er til próvtøku, og tá
tosað verður um innihald í barna
bókum, eiga vit at tosa út frá tí, sum
barnið sjálvt kemur við og soleiðis
lata vit barnið sjálvt seta treytirnar.
Fakta um staming
Í fakta um staming kunnu vit lesa,
at umleið 80% av børnunum, sum
stama, halda uppat aftur.
Samanumtikið verður sagt, at
umleið 1% av fólkinum stama, og
tað eru umleið fýra ferðir so nógvir
menn sum kvinnur, ið stama.
Hevur tú hug at vita meira um
staming, er ymiskt at lesa á www.
davs.dk
HEILSA
Tú eigur at vísa barninum, at tær dámar at tosa við tað, hóast barnið stríðist við orðini