Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-05, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 6. juni 2018 · Nr. 63 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 »Í dag var fyrisitingin á LS á útferð her suðuri, har tey eisini vóru og vitjaðu á sjúkr­a­húsinum og fingu eina rund­v­ísing. Tað hevur al­stóran týdning fyri sam­ starv­ið«. Eisini onnur hava verið á vitj­an. Sjúkrahúsverkið er at skilja sum eitt sjúkrahús, sum húsast í trimum bygn­ ing­um. Eitt tað nýggjasta dømið um, at eitt serøki er tikið heim úr Dk/uttanlands er pínu­klin­ikkin, ið sá dags­ins ljós í 2017. Tað er eitt serøki, sum bert finnist á Suð­ur­oyar Sjúkrahúsi. Her starv­ast Theodor Høgagarð, lækni, Rannvá Johannesen, sjúkr­a­ røkt­arfrøðingur, eins og fysi­ o­ter­apeut­ur, socialráðgevi og sál­ar­frøðingur eru knýtt at pínu­klin­ikk­ini. Hesi eru í holt við at uppbyggja og skipa upp­gávurnar. Økið er nýtt í Føroyum og í menn­ ing. Uppgávurnar hjá sjúkr­ a­røkt­ar­frøðinginum eru fjøl­broyttar. M.a. er hon kon­ takt­persónur hjá sjúkl­ing­u­ num og stuðlar sjúklingum og av­varðandi í viðgerð, pínu­l­innan, eyðmerkir og við­ger árin og hjáárin við pínu­við­gerðini og eisini legg­ ur hon viðgerðina til rætt­is í tøttum samstarvi við ser­ lækn­an. Stórur tørvur er á Pínu­klinikkini, sum hev­ur ov­mikið at gera og am­bu­ lantar viðtalur eru skipaðar langt fram í tíðina. Nú tosa vit við, heldur enn um sjúklingin Nógv er broytt innan sjúkra­røkt­ina, og krøvini eru vorðin mun­andi størri. Fyri 30 árum síðani vóru náttarvaktirnar t. d. mann­ aðar av einum sjúkr­ar­økt­ ar­frøðingi og ein­um sjúkr­ a­hjálpara, með­an læknin hevði vakt heim­an­ifrá. Í dag eru tveir sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ ing­ar á nátt­arvakt, og lækni er altíð á staðnum. Henda ski­p­a­nin byrjaði um sama mund­ið, sum elektroniska doku­ment­at­ións­skip­an­in varð implementerað í 2010. Starvs­fólk fóru tá frá at skriva rapport við hond, til at alt skriv­ligt samskifti við og um sjúkl­ingar fór fram á teldu. Sostatt eru allar sjúkl­ ing­a­jour­n­alir elektroniskar. »Eisini viðgerðirnar eru “eks­plo­der­aðar”, eins og sjúkl­ing­arnir vænta sær meira í dag. Tað er sjálvandi tí, at tað ber til at viðgera meir. Eis­ini eru hægri krøv til útbúgv­ingarnar. Ogur tosa og a­r­beiða meira saman við sjúkl­ing­i­num í dag. Tað er ein stór broyt­ing í mun til fyri ára­t­íggj­um síðan. Eg minnist, at ein sjúkl­ingur, sum jeg hjálpti við at gera seg kláran, tí við­kom­andi skuldi norður í skann­aran, stillisliga spurdi: jeg veit gott, at tú hevur tagn­ar­ skyldu. Men heldur tú, at tú kundi sagt mer, hví jeg skal í skann­aran?« Hon helt, at tagnarskylda var tað, ið var galdandi ímóti henni. Hetta hevði ikki komið fyri í dag! At sjúklingarnir spyrja er nú sjálvsagt og hev­ur við sær, at starvsfólk noyðast at vera væl fyri fak­liga og tilvitaði. Og duga at miðla okkara vitan greitt í sam­skift­i­num við sjúklingin. Tað er jaligt fyri menningina av sjúkr­a­ røktini. Gunnbjørg hugleiðir um sein­astu broytingarnar í ­ú­t­búgv­ing­ini til sjúkra­ røkt­ar­frøðing. Bach­e­lo­r­út­ búgv­ing­in hevur havt við sær, sjúkra­r­økt­ar­frøð­ing­ar ar­beiða meira vís­ind­a­ligt enn áður. Eitt dømi var í sam­band við, at kost­urin/ føðsla til innlagdar sjúkl­ing­ ar skuldi optimerast. Skjótt og væl bjóðaði ein rím­u­liga nýúbúgvin sjúkra­røkt­ar­ frøð­ing­ur sær til at gera eina au­dit av støðuni, sum grundarlag fyri sam­an­ber­ ing­um, áðrenn og aftaná, at nýggj tiltøk vórðu sett í verk. Framtíðarynski fyri sjúkrarøktina Fyri at basa álvarsama trot­ i­num á narkosu­sjúkra­røkt­ ar­frøð­ing­um, hevði Gunn­ bjørg ynskt, at Heilsu- og inn­lend­is­mál­a­ráð­ið keypti nøk­ur út­búgv­ing­ar­pláss í grann­a­londunum, so enn fleiri kunnu fara at út­búgva seg innan narkosu alt fyri eitt. Ynskiligt hevði verið at gjørt eina út­búgv­ingar­skip­ an, sum partvíst var stað­ sett í Føroyum. Sum er, eru fakligir førleikar til stað­ar, so tað hevði bor­ið til. Trup­ ulleikin er tó, at tað eru ov fáir narkos­u­sjúkr­a­røkt­ar­ frøð­ingar, eisini á Lands­ sjúkra­húsinum, fyri at fáa hetta at bera til. Harumframt er eitt ynski, at Suðuroyar Sjúkr­ a­hús fær ein CT-skannara. Hetta er orsakað av tí veru­ leika, at atgongd til CT- skann­ing er fastur fakt­or­ur í nógvum akuttum virk­semi og er neyðugur, um sjúkr­a­ húsið skal hava eitt rími­ligt bráðfengistilboð til í­búgv­ arnar í oynni, sum liggur so fjart frá meg­in­øki­num. Gunnbjørg vónar, at sjúkr­arøktin fram­yvir megn­ar ­at varð­veita tøttu rel­a­t­i­ón­irnar, alsamt økja dygd­ina í sjúkrarøktini og fram­hald­andi geva sjúkl­ing­ i­num eina dygdargóða sjúkr­ a­røkt, har sjúklingurin er. Tøttu relatiónirnar eru ein av horn­a­steinunum í sjúkr­ a­røkt­ini. Hornasteinurin, at varð­ veita sambond, tykist at vera ein av mongu dygd­u­num hjá Gunnbjørg. Góða sam­band­ ið, Gunnbjørg hevur varð­ veitt við Skejby øll árini, hevur havt við sær, at ein sjúkrarøktarfrøðingur frá Skej­by, við royndum inn­an lungasjúkur, kemur at av­ loysa á Suðuroyar Sjúkr­a­ húsi í summar. Í summarfrítíðini gongur leið­in hjá Gunnbjørg aft­ur til Århus at hitta fyrr­ver­andi starvsfelagar har. Deild­ar­ leiðarin frá lungakirurgiskari deild hevur saman við Gunnbjørg skipað fyri, og Gunnbjørg gleðir seg. Eg takki fyri meg og hugsi við mær sjálvari, et eldsálin Gunnbjørg ikki bert heldur relatiónir vera umráðandi. Hon megnar sjálv so ser­ stak­liga væl at varðveita rel­a­tiónir – mong ár aftur í tíð­ina. Eisini Suðuroyar Sjúkr­a­húsi til gleði og gagns. Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er nógv ambulant virksemi inn­an bæði skurð og medisin. M. a. for- og eftirkanningar av sjúkl­ing­um til skurðviðgerð, uro­logi, plastkirurgi, orto­ pædi, almenkirurgi, kika­r­a­kan­ning­ar, steinknúsing, sár­við­gerðir, kardiologiskar kann­ingar – umframt ný­stovn­aða tvørfakliga til­boðið til pínusjúklingar.