týsdagur 5. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. juni 2018 · Nr. 63
Lonin í Skopun hevur 12 ár á baki
Á Sandoyarstevnu, sum verður um vikuskiftið, fara tey í matvøruhandlinum Lonini í Skopun at gera vart við, at
handilin hevur 12 ár á baki
Vilmund Jacobsen
Sandoyarstevna verður komandi
vikuskiftið, 8.-10. juni.
Skráin fyri stevnuna byrjar
fríggjadagin, og hon heldur fram
bæði leygardagin og sunnudagin,
harav leygardagurin er dagurin, har
flestu tiltøk eru á skránni.
Stevnan skiftir millum komm
unurnar í Sandoynni, og hesaferð
verður stevnan hildin á Sandi.
Men, tað er ikki bara á Sandi, at
tey vilja gera vart við hendan dagin.
12 ár á baki
Á-handilin Lonin í Skopun, sum er
størsti matvøruhandil í Sandoynni,
fer eisini at gera vart við, at hand
ilin hevur 12 ár á baki.
Sámal Hanni Lognberg sigur,
at tey leygardagin komandi fara
at geva børnunum ballónir, sam
stundis sum tey vaksnu fáa ein
kaffimunn.
- Hetta verður í tímunum mill
um klokkan 14 og 17, sigur handils
eigarin, sum leggur aftrat, at tey
eisini fara at hava fleiri góð tilboð
í samband við ársdagin.
Byrja nú
at selja úr
tunlinum
- Her verður okkurt forkunnugt til matna, og vit fara eisini at selja
grønmeti og blómur, siga tey í Veltuni
Vilmund Jacobsen
Tey, sum standa aftan fyri áhuga
felagið Veltuna í Sandoynni, kunnu
nú so smátt byrja at selja grøði úr
nýggja og stóra vakstrartunlinum,
sum bygdur á Sandi.
Hetta er ein vakstrartunnil - ella
eitt vakstrarhús - á umleið 300 fer
metrar, sum er bygt í vetur og í vár.
Tað var í endanum av mars
mánaði í ár, at tey í Veltuni kundu
boða frá, at nú var tunnilin liðugur,
og at tey so smátt fór at byrja at sáa
ymiskt grønmeti og blómur.
Nú um dagarnar lýsa tey við, at
fólk eitt nú kunnu keypa stór og
broyskin kinakál.
Nú Sandoyarstevna verður um
vikuskiftið, fer Veltan eisini at hava
opið hús í stóra vakstrartunlinum.
- Her verður okkurt forkunnugt
til matna, og vit fara eisini at selja
grønmeti og blómur, siga tey.
Ætlanin hjá teimum, sum standa
aftan fyri Veltuna, er at velta
grønmeti í tunlinum so stóran part
av árinum sum til ber, og eisini er
ætlanin at framleiða ymiskar smá
plantur.
Tá tey bygdu stóra vakstrar
tunnilin, endurnýttu tey plast
slangur frá alivinnuni.
- Hesar eru knýttar saman
tríggjar og tríggjar til bogar. Hetta
er ein tunnil, sniðgivin til føroysk
viðurskifti, siga tey í Veltuni.
Snøggur depil
skal hava eitt
hóskandi navn
Navnið skal verða lætt at siga og ikki
verða ov langt, og tað skal helst hava
samband við staðsetingina ella virksemið
á stovninum
Vilmund Jacobsen
Virknis- og Umlættingardepilin á
Sandi skal nú hava navn. Tí bjóðar
Almannaverkið til navnakapping,
har virðisløn verður latin fyri
besta uppskotið.
Virknis- og Umlættingardepilin
á Sandi er nýggjur stovnur, sum
læt upp í november 2016.
Á stovninum vera veitt dag-,
virknis- og umlættingartilboð fyri
børnum, ungum og eldri.
Nú navn skal finnast til dep
ilin, eru ynskini, at navnið skal
verða lætt at siga og ikki vera ov
langt, og navnið skal helst hava
samband við staðsetingina ella
virksemið á stovninum.
Øll kunnu luttaka
Almannaverkið sigur, at virðisløn
verður latin fyri besta uppskotið,
sum verður valt.
- Øll kunnu luttaka í kappingini
við at senda bræv ella teldupost,
men Almannaverkið tilskilar sær
eisini rætt til ikki at brúka nakað
av innkomnu uppskotunum. Um
so er, at fleiri hava skotið uppá
vinnandi navnið, verður drigið lut
um virðislønina, sum er gávukort
uppá ein góðan bita.
Uppskotini skulu merkjast
“Navnakapping” og sendast til:
Virknis- og Umlættingardepilin
á Sandi, Miðgøta 17, 210 Sandur, ella
á teldupost: navnakapping@av.fo
- Freistin at senda inn uppskot
er: 01.07.2018 klokkan 12, verður
lagt aftrat.
Á-handilin Lonin í Skopun er størsti matvøruhandil í Sandoynni
- Hetta er ein tunnil, sniðgivin til føroysk viðurskifti, siga tey í Veltuni.
Mynd: Veltan, Sandoy
- Øll kunnu luttaka í kappingini við at senda bræv
ella teldupost, sigur Almannaverkið