Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-05, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 5. juni 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. juni 2018 · Nr. 63 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Minningarorð um Símun Abrahamsen úr Fuglafirði Símun var Sonur Thurid og Alex­ andur Abrahamsen. Hann varð borin í heim 25. juli 1939 og doyði 10. mai í ár. Hann vaks upp uppi á Trøðni – tætt við fótbóltsvøllin. Tað natúr­liga logaði upp við alla somlu tíðini eins og hjá flestu dreingjum í bygdini tá á sinni og sanniliga víða um í Føroyum . Umhvørvið var í teirra sál og huga tíðliga og seint. Var tað ikki fjørðurin og fjøran, ið drógu, so vóru tað hamrar, haga­ partar, láir, áir, løkir og gil, sum settu seg í sinnið tíðliga og seint. Ì áunum digst við, varð mangan siglt við skipum og bátum í dammum, sum óvitarnir demdu, og var mang­ an ein fragd, at koma fram við slík­ um hyljum og síggja hesi smáu før liggja fyri teymi eftir lokið spæl. Hetta var eins og ein avspegling av tí samfelagnum, sum tú livdi í, tí flestu fedrarnir baldust á sjónum og var ímyndin av teirra tilveru flutt í ein hyl. Hetta bleiv til ein felags drátt, tí flestu óvitarnir blivu sjómenn. Hjørdis Símun var trið elstur av einum systk­inaflokki upp á 15. Hann var fermdur í Gøtu 1949 og eftir hetta, fór hann á sjógvin. Meðan hann gekk til prest, búði hann hjá Annu og Grækaris í Norðragøtu saman við Malenu Hansen og Oluffu Lambaa øll úr Fuglafirði. Hetta var vakurt. Eftir hetta róði hann t. d. út, sigldi við Gullberg úr Vestmanna, og fyrsti túrur hansara á sjónum var við Hjørdis, tá ið hon sakk undir Grønlandi 1954. Hjørdis var ein umbygd skonnart til trol fiskiskap, sum Piddi hjá Gamla Sámal Petur átti- S. P. Petersens eftf. Ja, tað er ein sjáldsom søga um hesa vanlukku, og var tað eitt Guðs undur, at allir komu undan, sum við vóru. Hetta var um várið undir Grøn­ landi, har teir royndu á Fylla Bank. Hjørdis fór avstað seinast í mars mánaði. Sofus Olsen í Rituvík var skip­ari, Magnus Olsen í Rituvík var fyrri stýrimaður og Theodor Johann­esen(faðir) 2. Stýrimaður. Mill­um onnur før, sum royndu und­ir Grønlandi hetta árið, vóru t. d. Viðoyggin og Polarhavið. 10. juni høvdu teir næstan fult skip. Teimum vantaði bara 5 tons í fulla last og ætlaðu at fara inn í Føroyingahavnina eftir eitt sindur av salti og olju, so skuldi kósin set­ ast heim. Vanlukkan 13. juni 1954 hendir vanlukkan. Hjalm­ar Joensen, Hjalmar í Tøðuni -úr grannalagnum hjá Alexanduri og Thurid, hevði frívakt. Hann varð útpurraður kl 6:00 um kvøldið til deksvakt. Viggo Johannesen, Viggo á Hædd, var kokkur. Hjalmar sigur við Viggo: Vit síggjast skjótt aftur. Tá ið tað er komið á botn, so komi eg aftur at fáa mær ein kaffiduss frá tær.“ “Tað e í lagi,” svaraði Viggo. Hjalmar fer fram á dekkið at at blóðga fiskin, sum liggur í pavn­ inum. Hann er áhaldsin, dett­ ur og tekur hondina fyri seg á rulluna, sum stóð við síðuna av mastrini. Tummulin fer í rull­una og kvettist av. Trolið varð tikið inn, og kós varð sett ímóti Før­oy­inga­ havnini og full feð sett á mot­orin. Hjalmar varð lagdur í mess­una. Evald Johannesen var 2. meist­ari og sat hjá honum. Evald skuldi fara niður í maskinrúmið at hyggja at motorinum. Skamma stund eftir hetta kemur hann upp aftur og sig­ ur, at eldur var í mask­in­rúm­in­um. Eldurin breiddi seg skjótt. Stein­ grim Petersen 1. meistari, sum búði í Leirvík, ættaður úr Oyndarfirði, hevði frívakt og lá og svav í kam­ ar­inum frammi í keysini undir brúnni. Evald fór og vakti Steingrím og gingu teir eftir einum ristverki oman fyri maskinrúmið fyri at koma undan. Báðir vóru skoldaðir um andlitið, tá ið teir komu eftir hesi “gongubreyt”. Eldurin breiddi seg skjótt. Skiparin gav boð um seta bjargingarbátarnar út og 10 mans í hvønn bátin. Evald kekkaði av, at hetta tal var rætt. So var. Neyðarkall varð sent, og varð tað hoyrt, so løgið tað ljóðar, av ís­ lendska trolaranum þorkell Mána, ið fiskaði í New Foundlandi. Teir kall­aðu á Egil Reyða, sum lá eitt sind­ur sunnari á Fylla Bank. Hann setti kós ímóti Hjørdis. Knappliga síggja teir Egil Reyða koma grøv­ andi, skúmandi úr táminum, sum var kring vanlukkustaðið. Svín­ oyggin var eisini komin at hjálpa. Hon setti enda á Hjørdis og fór undir at sleipa. Manningin í bjarg­ ing­ar­bátunum varð tikin upp av Svínoynni og þorkil Mána. Sleipað varð í nakrar tímar, so sakk Hjørdis. Hjalmar kom undir læknahond í Føroyingahavnini og var glaður, tá ið hetta var liðugt, og hann var komin væl undan hesi likamligu og sálarligu gongd. Fleiri av manningini fóru heim við einum týskum dampara, ið æt Ehrenfἅlt, ið var komin við agni og frystigóðsi til Føroyingahavnina og var manningin á Hjørdis við at lossa henda farm. Manningin var einar 14 dagar í Føroyinga havnini eftir hesa vanlukku. Ja, tað hevur verið hart, at Sím­ un sum 15 ára gamal var við í hesi vanlukku. At flyta seg úr einum dammi til nakað, sum var veruligt, var ein gongd, sum mangur her á landi hevur upplivað í tí farna. Lívsyrkið Lívsyrkið hjá Símuni bleiv at vera kavari. Faðir Símun var Alexandur, dykkarin. Símun fór í fótaspor faðir síns, og arbeiddi hann saman við hon­um undir vatni fyrstu ferð í Hvalba, har teir bygdu eina kai úti á Hamranesi. Símun fylti 18 ár hetta árið, 25. juli og var hann væl kunn­ aður og lærdur av faðir sínum. Hann ætlaði sær niður at læra og sendi próvtilfar niður á Holmen kavaraskúla , við tí frágreiðing, at hann hevði roynt hetta arbeiðið. Hann bíðaði eftir svari. So ein dagin var honum í hendi svar frá hesum skúla, at tað var honum óneyðugt at koma undir hesar bitar, tá hans­ ara royndir vóru honum so dyggar, at tær lúkaðu meiri enn tær treytir, ið skúlin setti. Hetta var Símun glaður fyri at hoyra. Símun var ikki so sjáldan á Skála og kavaði og bøtti upp á lunna­ sporini til vognin, ið skuldi draga skip­ini oman og niðan. Um hetta mundið var Alexandur í Skopun og kavaði. Símun fór at hjálpa faðir sín­um, hetta var 1965/66. Ólukkutíð kom slíkur brimgangur, at ein part­ur av kavaraútgerðini fór fyri skeyti. Hann var eisini í Sandsbygd og arbeiddi. Ja, tað var nógv at fara um. Hann var við til, at gera kaiina í Lopra og Porkeri. Á Trøllanesi gjørdi hann kavaraarbeiðið saman við beiggja sínum, Edmundi. Ed­ mund fylti 30 ár, tá ið hetta varð gjørt. Hann er føddur í 1944.Teir skuldu gera eina nýggja atløgu til post­bátin. Tað kom slíkur brim­ gang­ur at alt tað, sum teir høvdu sett upp fór fyri skeytið. Edmund mátti kava niður eftir tí, sum var farið og fáa tað upp á turt aftur. Tað var Landsverk, ið stóð fyri hesum arbeiði. Ja, tað var nógv at fara um. Brúnna um Streymin setti Símun eisini síni fingramerki á við sínum dugnaskapi. Hann var við til at stoypa fundamentini á botninum und­ir súlunum, ið skuldi bera brúnna uppi. Hetta var valaverk, ið held­ur um brúnna enn tann dag í dag. Í seksti og sjeyti árunum ar­ beiddi Símun nógv í Leirvík, Klaks­ vík og Sumba. Hjúnabandið Á Jóansøku 1957 á Tvøroyri hittust Símun og Fríðhild fyri fyrstu ferð. Ja, kærleikin spyr ikki um fjarstøðu og landamørk. Fríðhild hugsaði tað, tá ið hon sá Símun, at hatta skuldi verða hennara sjeikur. Ja, so bleiv. Tey búsettust í Fuglafirði, digst við kirkjuna og giftust 20. febr. 1965. Fríðhild segði við Símun, at skuldi hon til Fuglafjarðar at búgva, so máttu tey hava sini egnu hús. Tað bleiv tað til eisini. Tey fingu fimm børn: Inga, Alex­andur, Nancy, Sigfríður og Guð­bjørg. Tey eiga 18 ommu og abba­børn og eitt langommu og lang­abba barn. Fríðhild varð borin í heim í Akra­ bergi í Sumba, 13. juni 1941. Hon er tvíburðasystir, og hin systirin eitur Bjarma. Tær eru føddar í Fýr­meist­ arahúsunum í Sumba, har mamm­ an, Nansy Djurhuus, tænti. Onnur systir eitur Norðbjørt fødd 21. 11 1945. Tann, sum passaði fýrin á Akra­birgi , var Hans Pauli Hansen, og konan æt, Marin Hansen, bæði ættað úr Mykinesi. Nansy gift­ist við Jóan Paula Jacobsen úr Sand­ vík, sum bleiv fosturfaðir teirra. Mamma Fríðhild var ófør til hend­ ur­nar. Hon seymaði skrúðir og van­lig klæði og klædnapløgg til fólk. Tað, sum kom undan hennara hond var sjón fyri eygað - til gleði og gagns fyri tey, ið gingu í hesum bún­um . Samfelagsliga økið Símun hevur verið virkin allar sín­ar dagar á tí samfelagsliga øk­ in­um t.d. í bjargingarfelagnum, sjúkra­bila­tænastuni, sat í sókn­ ar­stýrinum frá 1985 til 1992 og frá 1997 til 2000, Føroya arbeiðarafelag sum næstformaður, meðan Inge­ borg Winther var formaður og í Fugla­fjarðar arbeiðismannafelag frá 1972 til 1995. Tað sjáldsama er, at faðir Ingeborg, Meinhard Joen­sen, og faðir Símun, Alex­and­ ur Abrahamsen, vóru við­menn, og sótu báðir eina tíð í Før­oya arbeiðarafelag. Símun var tann fyrsti , sum stovnaði sjúkra­ bilakoyring í Eysturoynni. Glað­ur var hann í sínum sinni, tá ið brand­ støð­in sá dagsins ljós her í bygdini. Javnaðarhugsjónin nært alla tíðina við hansara tilvit og verumáta. Sama kvøld, sum hann doyði, fekk hann eitt heiðurskjal: Lands­ felag fyri bjargingar feløgini í Før­oyum, skrivað undir av Regin Jesp­er­sen: Stóra tøkk fyri títt áhald­andi arbeiði Landsfelagnum fyri bjargingarfeløgini at gagni. Endi Hann var trúfastur ímóti kirkjuni og sat á síni føstu brík næstfremsta stóli konufólkamegin manga løtu saman við familjuni. Seinast hann var í kirkju , var sunnudagin 29. apríl. Ja, tað sást, at hann var merkt­ur av sjúku og sá følin út. Hann gekk sum altíð stillisliga inn og út eftir gólvinum. Hann varð borin út mánadagin 14. mai. Kirkj­ an var stúgvandi full av fólki. Hetta var ein vøkur jarðarferð, har Anne­ mette segði nøkur lívgevandi orð til troyst fyri tey, ið eftir sita og góða áminning til okkum øll um lívsins spunatráð og tess ævigu gongd. Friður veri við skyldmanninum, Símun Abrahamsen. MINNINGARORÐ