týsdagur 5. juni 2018síða 15
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. juni 2018 · Nr. 63
In Memoriam
Til minnis um pápa okkara,
Hanus undir Leitinum
17 juni 1940 – 28 november 2017
Týsdagin hin 28 november andaðist
pápi okkara 77 ára gamal. Hann fór
til gravar 2 desember, føðingardagin
hjá mammu okkara sálu. Hon hevði
henda dag fylt 77 ár.
Pápi okkara, Hanus undir Leitin
um var ein góður og umhugsin pápi,
verfaðir og abbi. Afturat tí at hann
var ein sermerktur maður. Hann
las. Hann lærdi. Hann lærdi frá sær
og hevði so nógv av vitan at dýggja
okkum við. Ikki bert okkum børn,
men øll tey, hann kom í samband
við. Hann tók eisini til sín. Ikki alt,
men tað, sum hevði hansara áhuga.
Bøkur seyg hann í seg, sum fáur.
Tað hann var undir taki, og tað var
ikki altið nógv, las hann. Í Húsavík
stendur dasti av einum bókasavni
eftir hann. Ikki hissini bøkur,
men bøkur skrivaðar av fremstu
høvundum heima og í útlondum.
Hann lærdi okkum, hvat var vert
at lesa og hvat kanska kundi velj
ast frá. Hann lærdi okkum, hvaðani
vit fingu vitan um bøkur, og bóka
ummælini í Week-End Avisen
vórðu tannlaði ígjøgnum. Søguna
um Húsavík, upprunan lærdi hann
okkum og fleiri onnur. Og so tað
at duga alt tað, sum hevur við og
um seyð og slakt at gera, har hann
hevði okkum við frá smáum av.
Hetta eru fremstu minnir um pápa
okkara – bæði tað tímiliga og tað
vitborna.
Pápi varð borin í heim undir
Leitinum í Húsavík. Tó at húsvík
ingar og leitismenn sigldu, so halda
vit fyri vist, at húsið meira roknaði
seg sum eitt bóndahús heldur enn
annað. Seyður og neyt, kjøt, egg og
mjólk vóru neyturvulig í daglig
degnum. Tvær og tríggjar kýr vóru
undir Leitinum, og hevði omma
okkara kúgv til hon var 81 ár gom
ul og hønur til hon var útivið 90 ár.
Hon andaðist 95 ára gomul og var
í ættini ein “alma mater”! Hon var
øllum holl í ráðum. Húsið var nið
ursetuhús, tá sørinarfólkið, oldur
abbi okkara Janus, um miðjan átj
anhundrað úr Dali, búsettist her.
Pápi hansara, Sørin, var úr Hørgini
í Sumba. Olduromman Katrina
kom úr Skemmuni á Skarvanesi.
Sonurin Sørin, langabbi okkara,
giftist Gretu úr Skumputoft. Tá
runnu mentan og jørð saman í eina
eind. K. O. Viderøe skrivar mikið um
hetta í Saga Húsavíkar.
Tá pápi las, livdi hann seg inn í
bókina, livdi seg inn í tað, hann las.
Minnast væl, tá hann las bøkurnar
hjá Viderøe. Umaftur og umaftur.
Setti seg tungt niður á ein stól í
køkinum og helt fyri, at “hetta var
størsta mentanarliga uppliving,
hann hevði havt”. Minnast eina
ferðina, um jóltíðir, lagið var gott og
mikið fólk undir lonini, at pápi lá á
loftinum og las. Og, sum skilmaður
av Bøgarði segði tá, “Hanus liggur
og lesur Saga á triðja sinni”! Og tað
var rætt. Bókina “Ó” hjá C. J. Jensen
las hann tvær ferðir. Síðstu bókina,
hann var í holtur við, var bókin um
Romanov ættina, sum Simon S.
Montefiore hevur skrivað. Hann
las hana ikki lidnað.
Sum hann lærdi okkum um
bókamentan, lærdi hann okkum
eisini um “mentan, sum heild”.
Hann var við, tá Norðurlandahúsið
varð bygt, og tók okkum børn við at
síggja sjónleikin “Eitt dukkuheim”
hjá Ibsen. Gav okkum tilfarið um
søguna áðrenn, so vit vistu, hvat vit
skuldu síggja. Áðrenn “Eitt Dukku
heim” vóru vit von við sjónleik í
Húsavík. “Fjallaeivindur”, “Skálka
brøgd Chaupins” og “Kom ikki at
Málingini” vóru sjónleikir spældir í
Húsavík av fólki í Sandoynni. Teir
sjónleikirnir vóru góðir. Teir “góvu
seg sjálvan – søgan var eyðsýnd”.
Hjá børnum at síggja “Eitt Dukku
heim” setti onnur krøv og opnaði
ein annan mentanarheim.
Eins og flestu húsvíkingar, og alt
fólki undir Leitinum, var pápi tjóð
skaparmaður. Doyðin var løgd á
ræði at dugu fosturlandssangirnar
og at kenna gongdina frá jólafund
inum og Jóanes Patursson, floks
býtið, menning Føroya politiskt
og vinnuliga allan vegin til okkara
dagar.
Mamma var úr Elduvík og vóru
ferðirnar norðureftir mangar. Tá
koyrandi varð til Funnings var
stundum fari at vitja gamla politik
aran og løgfrøðingin Poul Petersen
– fynd at fáa glæmuna frá farnum
ættarliðum, sum “vóru við frá byrj
an”. Í Elduvík føldi pápi seg heima
og vitjaði hann ofta aftur, eisini eft
ir at mamma var farin.
Pápi sat mong ár í Mentanar
grunninum. Hetta var honum
dygdarstarv, og var hann við til at
fáa í lag árslønir til høvundar og
listafólk. Hetta dámdi honum og
her visti hann, at hann gjørdi mun.
Hann lurtaði eftir musikki. Ikki
rock og poppi, men eftir klass
iskum tónleiki. Hann lærdi okk
um at hoyra tað vakra og livandi
í tí klassiska tónleikinum. Hetta
var fast sunnudag seinnapart, tá
klassisk konsert var í sjónvarpin
um. Tá spældi hvør fingur á hon
um. Sum smá minnast vit hann
spæla alt-blokkfloytu.
Meðan tað mentanarliga lá hon
um nær í virki, sum lærari og seinni,
sum deknur, var hin parturin at
røkta seyð og jørð undir Leitinum
og á Skarvanesi. Vit gingu mangan
brutur í haga í Kirkjubøseyði á
Skarvanesi. Tað varð gingið um fjøll
úr Húsavík og gingið heimaftur.
Hetta vóru gevandi túrar. Tá varð
prátað um ætt, um samfelag og
politikk men ikki minst um tað, sum
vit gingu framvið. Undir Rókunum
frá Guðrunar Løk til Skarvanesar
gingu vit við Tvøraldsheyggjarnar,
niðanvert Runta urð og gjøgnum
allar tær gomlu torvheiðarnar hjá
húsavíkingum, og greiddi hann
livandi frá, hvar hvørt húsið skar
torv, og hvussu tað arbeiðið gekk
fyri seg. Gingið varð í øllum veðri, tí
seyðamaðurin røktar seyðin – eisini
í illveðri. Kavaveður, regn, stormur
og sól. Minnast hann kavaklæddan
koma í myrkrinum aftur av røkt.
Frískligt var vetrardagar í frosti
at ganga um heiðarnar og hoyra
kvirruna í óbygdum. Hin leiðin
var niðan í Skarð millum Vestfelli
og Stórafjall. Tá vóru á hvørjum
sinni øll staðarnøvnini tikin í høv-
unum, tað vit bóru eyga við. Túr
arnar gjøgnum høvini, til og frá
Skarvanesi, sita fastir í minni,
og verða ongantíð gloymdir. Frá
heilt lítlum vóru vit lærd alt, sum
hevur við seyð og slakt at gera.
Yngsti alvin var 10 ára gamal biðin
til Skarvanesar at fletta og skuldi
kúgv slaktast og sendast, sum
frakt árla morgun, so var farið upp
um fýratíðina soleiðis at kúgvin
var liðug flett, tá skipið silgdi fyrsta
túrin. Hann spærdi seg ikki í slík
um.
Hann sat i skúlastýrinum. Hann
sat í kirkjuráðnum. Nógv hevði
hann lisið um teologi og dámdi
væl at venda teksti og hugsanum
saman við okkara fremstu teo
logum. Mong hava sagt okkum, at
hann var góður í ráðum. Ein eggj
ari. Ein mentor. Soleiðis var hann.
Hann var eisini tað, sum fyrr varð
kallað “ivrigur í politikki”. Var for
maður í landsfelag fólkafloksins
í nógv ár. Hetta var m.a. í tíðini, tá
flokkar flestu høvdu avbjóðingar
við at fáa tað at hanga saman
peningaliga. Eisini var hetta tíðin,
tá “borgarligur” politikkur skuldi
definerast og farið var burtur frá
stuðulsskipanum. Minnast mangt,
hann segði frá hesum, og mundu
hann og Leif Niclasen sáli, sum tá
var kassameistari í flokkinum, vera
hvør øðrum góðir stuðlar. Framveg
is hevði hann, um ikki dagligt so
vikuligt, samband við fólkaflokkin,
og gingu húsavíkingar á gátt ella
ringdu at halda seg “orienteraðar”.
Í Húsavík, eins og øðrum bygd
um, var tað ikki altíð hvørsmans
føri hjá øllum “at svara brøvum”
og “geva upp skatt”. Tað fyrsta, vit
minnast, gekk hann hús úr húsi og
hjálpti fólki við “sjálvuppgávuni”.
Tá varð alt givið upp. Neyt, eplir,
seyður. Hann sat í kommununi
flestu ár, sum formaður. Hann segði
frá mongum stuttligum kommunu
fundum, ikki minst tá sjálvuppgáv
urnar skuldu gjøgnumgangast. Um
ikki onkur var, sum hevði givið ov
lítið upp. Og tað var “óluksáligt,
sum tey vistu væl”. Eisini vóru gom
ul fólk, sum “vóru upp á lívi” tí eitt
bræv var komið, og bóðu tey hann
vælsignaðan koma og lesa tað og
svara tí.
Hann var í nevndini í ungmanna
felagnum Sólarris í nógv ár, flestu,
sum formaður. Og tað var ikki smá
vegis tíð, sum var brúkt í og við
Sólarris. Nú bygdirnar fækkaðust
í fólkatalið, helt hann tað vera
skilagott, síðstu ungmannaveitslu
hann var við at fyriskipað, at fólki
í hinum bygdunum í kommununi
vórðu boðin við. Og eins nógv, sum
Sólarris fylti á yngri árum, var tað
kirkjan og tíðin sum kirkjutænari,
deknur, sum tók tíð nú á eldri árum.
Okkum børnum eggjaðu for
eldur okkara til lestur og lærdóm.
Hann fylgdi væl við abbabørn
unum, hvussu gekk og hvat tey
gjørdu. Spentur. Tann eggjanin er
tagnað, men orðini eru fest væl í
minni. Tann eini tímin kemur hjá
okkum øllum. Viggo á Mølini spurdi
á sinni pápa “nær er dómadagur”.
Teir vendu hesum og vóru samdir
um, at hann man vera, tá tann ein
staki fer heimi frá. Viggo var tá
gamal, og bíðaði eftir deyðanum.
Pápi okkara væntaði at liva nógv
ár afturat, og gjørdi seg til at fara á
ferð í “fótasporum Luthers” næsta
ár. Vildi bíða, til hann var vorðin
frískur og aftur hevði fingið megi
og mátt. Ikki vardi okkum at hann á
seinastu uttanlandsferð kom heim
lagdur í hvítar fjalir. Nú hava bæði
foreldur okkara latið eyguni aftur
seinastu ferð foldum á.
Við hesum fáu orðum lýsa vit
frið yvir minni um pápa okkara,
Hanus undir Leitinum.
Børnini
MINNINGARORÐ