týsdagur 5. juni 2018síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 6. juni 2018 · Nr. 63
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jóannes Hansen
Tað ber til at fyrireika og hugsa
um allar detaljur. Tá ið kappast
verður innandura eru vánirnar fyri
óvæntaðum avbjóðingum ikki so
stórar. Tær kunnu gera um seg, tá
ið kappingarnar eru uttandura og
serliga kann veðrið gera um seg, tá
ið tað er kappróður á sjónum.
Leygardagin var ársins fyrsti
FM kappróður. Inntil fyri ikki so
nógvum árum síðani var kapp
róðurin summarítrótt burturav.
Soleiðis er tað ikki longur. Inni
róðurin er mest sum alt árið, og
so eru tað ódnartøkini, ið við trim
um kappingum leggja upp til FM
kappróðurin, og við trimum kapp
ingum seta punktum eftir at FM
kappingin er av.
Kappróðurin á norðoyastevnu
var fín reklama fyri tjóðarítróttina.
Róðrarsambandið hevur nú ásett
neyvar tíðir fyri, nær tað verður
farið undir róðrarnar. Harvið er
ásannað, at føroyskur kappróður
ongantíð verður nakrar mikro
ovnur skilt á tann hátt, at tað skal
eydnast at avgreiða allar róðrarnar
innanfyri tveir tímar.
Burtursæð frá byrjunartrupul
leikum gekk alt sum eftir ánni, og
síðsta skotið var, tá ið tað skuldi
vera.
Stóra kappingin
Í fleiri av róðrunum var spenningur
um fremsta plássið. Í Klaksvík
høvdu tey vónað, at Klaksvíkingur,
sum í fjør var meistari og á ólav
søku setti punktum í stórum stíli,
skuldi vinna.
Tað kemur ikki so ofta fyri, at
10-mannafarið í Klaksvík vinnur
í heimasjógvi. Hagtølini siga, at
Klaksvíkinguar vann á norðoya
stevnu í 1957 og aftur í 1970. Síðani
2006, tá ið nýggja gulltíðarskeiðið
tók seg upp, hevur Klaksvíkingur
vunnið fleiri FM, og ofta hevur tað
verið uttan at vinna á norðoya
stevnu.
Hvør fer at vinna FM í 2017
fæst at vita seinni í summar. Í
dýrdarveðrinum
leygarkvøldið
varð greitt, at tað ikki eydnaðist
vertunum at vinna norðoyastevnu
róðurin.
Ormurin Langi vann sann
førandi sigur og er nú flaggskipið
í høvuðsstaðnum. Vertirnir fingu
vánaligan start. Teir vunnu seg
fram aftur, og fitta løtu var stór
kapping millum Ormin Langa,
Klaksvíking og Suðuroying, sum
av álvara bjóðar seg fram. Tað
borgar fyri spenningi, tá ið tað
longu leygardagin er nýggjur FM
kappróður á skránni. Tað verður í
Kollafirði.
8-
mannafarið
Argjabáturin
hevur vunnið nógv, og leygardagin
vann
Argjabáturin.
Hann
var
fremstur mesta partin av teininum.
Árnfirðingur var drúgvur og fer
møguliga at bjóða av í FM kapp
ingini.
Í kappingini millum 5-mannafør
við kvinnur hildu tær úr Fuglafirði
stásið við líka. Erla Kongsdóttir
hevur seinnu árini vunnið nógv, og
leygardagin vann Erla aftur. Kapp
ingin var stór við Sílið.
Nýggi
báturin
hjá
Róðrar
felagnum Knørri, Tambar, var
fremstur
í
kappingini
millum
5-mannafør við gentum. Kappingin
var sera tøtt við Blik av Argjum.
Havnar Róðrarfelag átti leygar
dagin bæði bestu og næstbestu
manningina í kappingini millum
5-mannafør við dreingjum, har
Drekin akkurát var undan Sílinum.
Tryggir sigrar
Í fýra kappingum var munurin
meiri enn ein bátslongd millum
fremsta bátin og fremsta avbjóðar
an.
Mest sannførandi sigurin av
øllum vann Sølmundur í kapp
ingini millum 6-mannafør við
kvinnum. Ofta hevur guli báturin
roynt at vunnið seg fram á Rádna
úr Fuglafirði, sum undanfarnu árini
hevur verið so sera sannførandi.
Leygardagin var Sølmundur fýra
bátslongdir
frammanfyri
Páll
Fanga, ið eftir vánaligan start
vann kappingina um næstfremsta
plássið.
6-mannafarið við monnum hjá
klaksvíkingum, Páll Fangi, hevði
ikki besta startin, men fram ímóti
málinum vundu ungu garparnir
burtur úr Rádna, sum var næstur,
og hinum.
Barnaróðurin hevur tað gott í
Suðuroy. Nýggi báturin hjá vág
bingum, Fiskurin, vann greiðan
sigur í kappingini millum dreingir,
og á Tvøroyri eiga teir framvegis
góðar kappróðrargentur. Tað sást,
tá ið Firvaldur vann tryggan sigur
í barnaróðrinum.
KAPPRÓÐURIN
ER IKKI EIN
MIKROOVNUR
Í fagrastu líkindum gav róðurin á
norðoyastevnu ábendingar um, at talan
verður um spennandi kappingarár