hósdagur 7. juni 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Rættarmálið móti
teimum báðum ungu
monnunum, sum eru
ákærdir fyri drápsroynd
á Íslandsvegnum í fjør,
byrjaði hesa vikuna.
Maðurin, sum koyrdi
lastbil í mannamúgvu
á Dronningegata í
Stockhólm, varð hósdagin
dømdur lívstíl í fongsul.
Gekkurin setur met hesa
vikuna, nú upphæddin
á gekkavinninginum
er komin uppá tríggjar
milliónir krónur.
Ein lastbilur hjá
Vestpack kolaðist upp,
tá ið eldur kom í hann við
kollfjarðartunnilin. Enn er
ógreitt, hví eldur kom í.
Liljan Weihe
byrjar fyribils í
nýggja starvinum í
Kringvarpinum. Hetta
skal hon røkja, meðan
Mentamálaráðið kemur
fram til avgerð um,
hvørt tað er nøktandi
starvsrættarliga at
bjóða henni hetta nýggja
starvið.
Sól
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
milliónir fær Víkingur
fyri altjóða luttøku í
Champions Leauge
6
Takksamir føroyingar hava nú í
vikuvís notið tað føroyska summarið,
nú sólin hevur bakað oman og
niðan, og at síggja til heldur fram
við tí nakrar dagar aftrat.
Um orðið sigur Sprotin millum annað
Um orðið sigur Sprotin:
1 (stjfr.) sjálvlýsandi himinknøttur ið er miðdepil í
sólskipan, sólin tann himinknøttur sum lýsir á og
vermir jørðina og sum jørðin snýst um; sólin rísur; sólin
setur; sólin rísur í eystri og setur í vestri;
Men hví hava vit í Føroyum bara
ein hálvan frídag, tá danir fáa ein
heilan frídag? Feira vit ikki tað
sama? Eru vit ikki "på lige fod",
tá tað kemur til hendan dagin?
Nemt at identificera ein føroying, sum bert hevur
arbeitt hálvan dag í dag. Hann er rættiliga ójavnt
sólbrendur. Sera reyður um bringuna. Armarnir eru
reyðir omaná og kritahvítir undir. Beinini eru enn
líkbleik sjálvandi...... Hálvur frídagur= hálvreyður
Lot til andøvsgul av suðri ella av ymsum
ættum, undir 6 m/s. Tað verður turt og
helst skíggjað, tó tað eisini er møguleiki
fyri mjørka. Tað verður eisini sól í
støðum. Hitin millum 7 og 12 stig.
Lot til andøvsgul av suðri og vestri,
3 – 8 m/s. Tað verður skíggjað og
um náttina kann fara at regna.
Hitin millum 8 og 13 stig.
Lot til andøvsgul av suðri ella av
ymsum ættum, undir 6 m/s. Tað
verður turt og helst skíggjað, tó
tað eisini er møguleiki fyri mjørka.
Tað verður eisini sól í støðum.
Hitin millum 7 og 12 stig.
1-6 m/s
3-8 m/s
1-6 m/s
Loksins hevur landsstýrismaðurin við
fiskivinnuamálum mannað nevndina,
sum skal mæla til hvør skal hava tær nógv
umrøddu menningarkvoturnar.
38 umsóknir eru, sum hesi klóku fólkini
skulu velja ímillum Spennandi verður at
síggja, hvussu akademikararnir halda,
at Føroyar kunnu mennast við at býta
kvoturnar av uppsjóvarfiski til ávís økir
og til ávís samstarv í Føroyum.
Talan er um eina ábyrgdarfulla
uppgávu, sum partvís fer at stýra
menningini av Føroyum. Hvussu fara hesi
fólkini at tulka tær treytir, sum eru settar
í lógini og í kunngerðini.
Ája!
Tað er kanska bara eg, men viðhvørt
haldi eg vit búgva í einum landi og einum
samfelag, sum verður yvirumsitið.
Vit hava fleiri løg av umsitingum í
almenna geiranum, sum ansa eftir at
onkur annar ikki brýtur onkra av teimum
mongu lógunum, sum tey fólkavaldu
kroysta niðuryvir tey 50.000 fólkini, sum
búgva í hesum lítla landinum.
Vit eiga at vera takksom fyri
atgongdina,vit hava til hægri lærustovnar
í Danmark, men tað vil ikki siga tað sama
sum, at vit skulu gera alt á sama hátt, sum
tey gera í Danmark.
Har búgva hóast alt seks milljónir fólk.
Tað eru meira enn 100 ferðir so mong, sum
her í Føroyum. Tí eiga vit at sleppa okkum
av við ein hóp av skrankipávunum, sum
manna almennu umsitingina.
Nógv av tí er fjas. Vit kunnu ikki
byggja eitt samfelag upp við yvirumsiting
allastaðni. Royndirnar vísa greitt, at størri
almenna umsiting blívur, størri gerst
umsitingin í ti privata, tí tað privata
skal allatíðina levera upplýsingar til
umsitingina at sita og nørkla við.
Innan tað almenna skulu eisini allar
møguligar uppgerðir sendast til tað
almenna – Gjaldstovu, Hagstovu, Taks
og annað. Spurningurin er, hvør lesur
hesar uppgerðir, sum verða sendar inn
mánaðarliga.
Sjávlandi veit eg, at vit eiga at hava
tøl yvir tað vit gera, men lat okkum gera
tað einfalt. Tað er ongin grund til at
skrankipávarnir í Havn skulu gera lívið í
okkara pinkulítla landi torført at liva, bert
tí vit hava skrankipávar.
Vit eiga at hugsa okkum um: tað er
ongin grund at halda, at øll royna at
lumpa seg gjøgnum tilveruna. Tað er ikki
neyðugt at hava eftirlit við øllum – bara
fyri at hava eftirlit.
Ger eina eftirlitsfunktón, sum kann
gera stikkprøvar av øllum og lat tað vera
nokk. Koma tey fram á okkurt, so skerpa
eftirlitið har eina tíð.
Nei, skal tað bera til at liva í Føroyum
av fiskivinnu og ferðavinnu, so mugu vit
gera tað so, at tey sum virka í vinnuni fáa
sámuliga kor og eina løn, sum tey kunnu
liva av.
Hendan samgongan eigur at spara
meðan tíðirnar eru góðar. Minka umsiting
og fjas og lat okkum fáa so nógv sum
møguligt av fólki í tær vinnurnar, sum
geva okkum grundarlag fyri at búgva her.
Útbúgvingarnar hjá fólki eru góðar,
men vit mugu ansa eftir ikki bert at brúka
tær til fjas og skrankipávarí.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At Ísland er
á lista yvir lond
við ov nógvum
ferðafólkum?