Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 5 Umhugsin Nærverandi Ítøkiligur MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI hvørt vikuskifti í Sosialinum Mia av Kák Joensen Eg eiti Mia av Kák Joensen, eg eri gift og havi 5 børn. Eg tók læraraútbugving í 2009 og havi síðani tá starvast sum lærari í skúlanum við Løgmannabreyt og í Sørvágs Skúla. Mær dámar sera væl at vera lærari, at vera saman við børnum er lívgevandi. Síðani 2006 havi eg verið aktiv í Miðflokkinum, eg havi verið upsstillað nakrar ferðir og havi verið í floksstjórnini alla tíðina, eina tíð sum floksstjórnarleiðari. Eg velji Miðflokkin, tí eg kann føla meg trygga í tí, at óansæð hvønn eg velji, og hvør kemur inn á Ting fyri Miðflokkin, so fer viðkomandi altíð at arbeiða fyri teimum málunum, sum liggja mær mest á sinni, og tað er, at Føroyaland skal verða bygt á lógir, sum byggja á Guds orð og prinsippir. T.d. at ófødda barnið fær loyvi til at liva, og at lívið skal steðga við natúrligum deyða. www.midflokkurin.fo MIÐFLOKKURIN CITAT Sæl eru tey, sum fáa frið í lag (bíblian) Vangamynd Føroyska røddin má hoyrast! Runt heimin kýta fólk og stjórnir seg fyri at verja friðin og bjarga okkum undan vandamiklum einaræðisharrum- og mangan verður lagt nógv fyri. Stjórnarleiðarar, utanríkisráðharrar, embætisfólk, serkøn i friði, øll stríðast sama stríðið, at verja dýrabaru gávuna, sum friður og trygd eru. Í Føroyum hava vit bæði løgman, serkøn embætisfólk og ikki minst uttanríkisráðharra, hvørs fremsta uppgáva er at vera andlit okkara úteftir. Men lítið hoyrist til føroysku røddina. Jú, okkurt hissini um framhald av royndum at gera handilssáttmálar við aðrar tjóðir, men ikki eitt orð um støðu føringa til viðkvom mál, sum dag og dagliga hótta friðin og sum aðrar stjórnir stríðast við at loysa. Eru vit ov fáment? Ger rødd okkara ongan mun, man best vera at tiga og lata onnur draga toyggið? Uttan iva halda summi tað, vit í Miðflokkinum hava eina heilt aðra hugsan. Fyri okkum eru Føroyar ríkar og føringar serstakir, við grundarstøði, sjónarmiðum og hugsjónum, sum mugu hoyrast av øðrum, við virðum, sum heiminum tørvar! Heldur enn at hyggja upp til og royna at vinna tokka einaræðisharra sum turkiska Erdogan's, eiga vit at lyfti høvur okkara, viðurkenna stóru virði okkara, gleðast yvir arv okkara og lurta øðrum av tí ríkidømi, Skaparin hvønn dag unnir okkum. Og bjóða okkum fram sum tey, sum hava tær loysnir, sum heiminum tørvar, m.a. á trygdar- og friðarøkinum. Landmátari til Matrikulin Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, us@us.fo Starv sum landmátari á Umhvørvis- stovuni er leyst at søkja. Tørvur er á royndum landmátara (land- inspektøri) til matrikulumsitingina á Umhvørvisstovuni. Tað er fyrst og fremst arbeiðið við matrikulerari málsviðgerð og uppmáting, ið bíðar eftir tær. Men vit rokna eisini við, at tín nýhugsan á fak- økinum fer at gera mun, og at tú verður við í menningini av næsta ættarliðinum av amboðum til talgilda umsiting og skráseting á matrikuløkinum. Umframt matrikulin hevur deildin útskiftingar um hendi, eins og eitt dagligt tætt samband við tinglýsingina og kortdeildina á Umhvørvisstovuni. Samskifti og samstarv við viðskiftafólk, kommunur og aðrar stovnar er eisini ein týðandi partur av arbeiðinum. Matrikulin er týðandi partur av grund- dátuskránni, sum er ein av fortreytunum fyri almennu verkætlanini “Talgildu Føroyar”. Tú verður virkin luttakari í hesi menningartilgongdini. Hetta er eitt spennandi starv við avbjóð- ingum á tøkniliga, løgfrøðiliga og fyri- sitingarliga økinum. Arbeiðsstaðið er ikki bert inni handan telduskíggjan, men eisini á bygd, í bý og á fjøllum á uppmátingarferð og á ástaðarfundum. Førleikar Tú ert útbúgvin landmátari á universitets- stigi við eigindómsskipan sum sergrein og hevur hollar royndir á fakøkinum. Vit sóknast eftir einum fólki við áræði og framfýsni at náa settum málum, sum sær nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva og samskifta við onnur, bæði í skrift og talu. Starvsmøguleikar Vit bjóða eitt spennandi starv í tøttum samstarvi við starvsfelagar og góðar møguleikar fyri persónligari menning og sjálvstøðugum arbeiði. Setan Starvið er skipað á matrikuldeildini, við tilvísing til deildarleiðaran. Løn og setanar- viðurskifti vera eftir sáttmála millum akademikarafelagið og fíggjarmálaráðið. Umsókn, saman við prógvum, CV o.t., skal verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 11. juni 2018. Landmátaralesandi, sum verða liðug í summar, eru eisini vælkomin til at søkja. Ert tú forvitin at vita meir – ring til okkum, ella send ein teldupost til Ronnie Thomassen, deildarleiðara (+298 234380, ronniet@us.fo). fyrst og fremst www.in.fo