hósdagur 7. juni 2018síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
6
MILDRIÐ JACOBSEN
– Hatta er í hvussu er ikki mín
hundur. Soleiðis svaraði Karsten
Hansen, tá hann annan jólamorgun
í fyrrárið varð uppringdur av fólki í
Mikladali, sum undraðust á, at ein
hundur lá á trappusteininum uttan
fyri húsini hjá honum í Mikladali.
– Hundurin hevði verið burtur
í tríggjar mánaðir tá, og eg ivaðist
onga løtu í, at hann var deyður. Har,
sum hann datt oman, er frítt fall á
einar 25 metrar niður á hellu, og vit
høvdu ofta leitað eftir hundinum
bæði við báti og í haganum, men
har var einki at síggja ella hoyra.
Men tá Karsten Hansen sá
myndir av hundinum, ivaðist hann
als ikki.
– Eg kendi hann beinanvegin.
Eg var sannførdur um, at tað var
Døgg, og gleðin var ómetaliga stór
hjá okkum báðum, tá vit sóust
aftur. Tá Døgg sá meg aftur, sá hon
bara meg, sigur hann.
Karsten
Hansen
greiðir
frá, at hundurin, sum altíð
hevur verið lívligur, fittur,
blíður og eygagóður, er ikki
broyttur í so máta. Men okkurt
er kortini øðrvísi, enn tað var,
áðrenn hundurin datt oman, og
onkursvegna yvirlivdi tríggjar
mánaðir á einari hellu.
– Honum dámar illa vind, nógv
regn og myrkur. Tað er vónleyst
at ganga túr við honum um
kvøldið, tá tað er vindur og regn.
Tá fái eg hann ikki oman um
húsini. Tað plagdi als ikki at vera
nakar trupulleiki. Eg rokni við, at
myrkrið, regnið og vindurin minna
hann um tíðina, hann var á helluni
í sjóroki í myrkastu tíð á árinum,
sigur Karsten Hansen.
Ræðist fýrverk
Hundurin er eisini blivin ómetaliga
bangin fyri fýrverki. Karsten
Hansen greiðir frá, at tá brim er,
so líka sum skjýtur tað í fjøllunum,
og hann heldur, at tað er hetta
hundurin hevur upplivað, meðan
hann var á helluni.
– Hann verður fullkomiliga frá
sær sjálvum, tá hann hoyrir eitt
skot. Tá vil hann bara vekk, sigur
Karsten Hansen, sum greiðir frá, at
hundurin dugir væl at lata hurðar
upp, sama um tær ganga inn eftir
ella úteftir.
– Hoyrir hundurin eitt skot,
so rýkur hann upp, letur hurðina
upp og fer niður í kjallaran í eitt
baðirúm, sum er undir jørð og ikki
hevur vindeygu. Har leggur hann
seg, sigur Karsten Hansen og
greiðir frá, at har hava tey eisini
hundin á nýggjárinum, tí hann er
so bangin fyri fýrverki.
– Áðrenn hundurin datt oman,
var hann als ikki so bangin fyri
skotum, sigur hann.
– Viðhvørt hendir eisini okkurt
bara í høvdinum á honum. Tá kann
hann brádliga finna upp á at renna
avstað við fullari ferð. Hann er
so burtur í einar tíggju minuttir,
áðrenn hann kemur heim aftur.
Soleiðis rýmdi hann ongantíð
fyrr, sigur Karsten Hansen, sum
greiðir frá, at annars er hundurin
ómetaliga fittur og barnavinaligur.
Hann goyr ikki eftir fólki sama,
hvør tað er, og hann er góður við
øll.
Hóast Døgg datt einar 25 metrar
oman í brattlendi í Kunoy, so tykist
RÆÐIST
MYRKUR,
VIND OG REGN
Hundurin Døgg, sum var burtur í tríggjar mánaðir, eftir at hann datt oman í
haganum í Kalsoy í fyrrárið, er líka lívligur, blíður og eygagóður, sum hann altíð
hevur verið. – Men okkurt er kortini hent við sinninum. Hundurin ræðist illa vind,
regn og myrkur, sum helst minnir hann um tíðina á helluni í sjóroki í myrkastu tíð
á árinum, sigur Karsten Hansen, sum ongantíð hevði væntað at sæð hundin aftur