Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 8 DANJAL AV RANA 27.12.2016 – Tað var ein glaður hundur, og ein glaður eigari, ið sóust aftur jóladag. Tað sigur Karsten Hansen í Klaksvík. Í september var hann í haganum í Kalsoy og stikaði. Hann hevði hundin, Døgg, við sær og á veg heim aftur tók hann tríggjar ær við lombum við sær, so var tað minni eftir, tá ið fóru at reka. Hundurin, sum ikki er meiri enn eitt gott ár, var í bandi, og tá ið tann eina ærin, og lambið, knappliga setti á omaneftir. Hundurin leyp aftan á, men bandið slitnaði, og beint eftir misti hundurin fótafestið og fór beint útav. – Har er frítt fall upp á einar 20 metrar, so eg var púra vísur í, at hasum kundi hundurin ikki sleppa livandi frá, sigur Karsten Hansen. Hann sigur, at hann gekk einar tveir tímar framvið bakkanum og rópti og floytaði, men har var deyðakvirt niðriundir. Akkurát har hann var var farin, sæst heldur ikki beint niður, so eg sá ikki heilt niður, men har púra ongin reaktión. – Tá ið tað fór at skýma, var einki at gera, enn at fara til húsar, men beinanvegin í lýsingini dagin eftir fóru vit við báti at leita. Men har var onki at síggja. – Vit vóru eisini fleiri ferðir afturat og leitaðu, og hvørja ferð, vit annars vóru í haganum, hugdu vit eisini eftir hundinum, men hann var og bleiv horvin. – Men so hendi tað ótrúliga at jólamorgun sóu Mikladalsfólk, at ein hundur sat uttanfyri hjá okkum í Mikladali, sigur Karsten Hansen. – Ongin kendist við hann og at tað skuldi vera okkara hundur, sum var afturkomin eftir so langa tíð, kom ongum til hugs. – Men hann fór ikki úr túninum hjá okkum og so komu tey at hugsa um Døgg, sum var horvin í september. So hóast tað var púra ósannlíkt, at tað kundi vera hann, tóku tey kortini myndir av honum og sendi mær, og sjálvandi kendi eg hann aftur beinanvegin, sigur Karsten Hansen. – Eg vildi ikki trúgva tí og eg má siga, at tað var ein øgiliga undarlig kensla, leggur hann afturat. Fólk úr Mikladali, sum skuldu til Klaksvíkar seinnapartin, høvdu hann so við, og soleiðis fingu tey hann aftur. – Tit kunnu ætla, at tað var ein glaður hundur sum sá okkum aftur, og glaðir eigarar, ið sóu hann aftur, sigur hann. Karsten Hansen sigur, at verður hugsað um umstøðurnar, er hundurin merkiliga væl fyri. Hann er rak, men ikki deyðarak, so hann hevur fingið at eta, tó at hann hevur ov lítið at eta. Hann hevur eisini onkrar snuddir ymsastaði. Hann hevur meiðslað seg í annað afturbeini,ð og okkurt riv er brotið. Og hann bløðir eisini um allar fýra labbarnar, so tað er týðiligt, at hann hevur stríðst fyri at sleppa upp fyri bakkan aftur – Annars er hann væl fyri, og vit hava verið ein trivaligan gongutúr, og tað stað stóð ikki á. Karsten Hansen sigur, at nú skal hundurin djóralækna at verða kannaður væl og virðiliga og so fær hann tað hjálp, ið krevst. Hann sigur, at tað er ein gáta, hvussu hundurin er komin livandi frá hesum. Har hann fór, er hellan smøl, so tað er mest sannlíkt, at hann er farin beint á sjógv. Men, hvussu hann so er komin upp aftur, er ómøguligt at siga. Tað er høgur bakki allastaðni framvið, so hundurin hevur ongan møguleika at sleppa upp nakrastaðni. – Einasti møguleiki, hundurin kann hava at at sleppa upp, er at ganga ein kilometur suðureftir, men har er so ein gjógv, so hann hevur undir øllum umstøðum verið noyddur á sjógv at svimja, áðrenn hann kann vera komin upp á turt. Karsten Hansen er greiður yvir, at hundurin hevur ikki verið nógvar dagar í haganum frá tí hann er komin upp, til hann er komin til húsar, tí annars hevði onkur sæð hann. – Øll vistu um hetta, so tá ið fólk hava verið í haganum, hava tey havt eyguni eftir hundinum, eins og eg sjálvur havi verið í haganum, men har hevur ongantíð verið nakað at síggja. – Tað er óhugsandi, at fólk hava givið honum at eta, tí har er so bratt, at tað eru bara fólk, sum hava við hagan at gera, sum ganga har, og høvdu tey havt sæð hann, høvdu tey havt sagt frá. Hann kann hava funnið ein deyðseyð, sum hann hevur livað av hesa tíðina, tí tað hendir seg, at seyður fer fyri bakkan. – Eg skilji heldur ikki, hvussu hann er komin upp fyri bakkan og eg eri farin at hugsa um, antin tað kann hava verið ein hvirla, sum hevur lyft hann upp um. – Her hevur verið so nógvur vindur, at heilir bilar og heilar bingjur eru farnar á flog, so eg veit ikki um tað er heilt óhugsandi, at tað eisini er ein hvirla, sum hevur lyft Døgg upp fyri bakkan aftur, heldur Karsten Hansen. Hann heldur kortini, at hetta hevur merkt hundin. Hann var eitt sindur óróligur, men nú er hann nógv stillari. Hetta er greinin, sum varð skrivað, tá hundurin kom afturíaftur Eg vildi ikki trúgva tí hundurin ikki at hava fingið hæddarræðslu. Karsten Hansen sigur, at hann fór nokk so skjótt aftur í hagan við hundinum, eftir at hundurin var komin heimaftur. – Eg havi gingið við Døgg beint har, sum hon fór út av fyri at vita, um hon fór at reagera. Men Døgg læt ikki við seg koma, og hon er yvirhøvur ikki bangin fyri hæddum, greiðir hann frá. Sundurbrotin og diddarak Tað er púra óskiljandi, at hundurin er komin frá hendingini við lívinum. Fallið var høgt, og hundurin hevði ongan møguleika at koma upp aftur sjálvur, tí har er so bratt. Hvørjum hann hevur livað av, veit ongin, men Karsten Hansen væntar, at hundurin er komin fram á onkran seyð, sum var omandottin. – Kanska hevur hann eisini etið tara. Vatn rennur niður beint har, sum hundurin datt oman, so vatn hevur hann fingið, sigur Karsten Hansen. Hundurin, sum er ein lítil bordercollie, var bara húð og bein, tá hann kom afturíaftur. Hann var lætnaður hálvtfimta kilo, sum er øgiliga nógv hjá einum sovorðnum hundi. Tá Døgg varð kannað hjá djóralækna, varð staðfest, at hon hevði brotið kokuna í trimum støðum, og riv vóru eisini brotin. Brotini vóru samanvaksin, men sambært djóralæknanum hevur Døgg ikki kunnað førkað seg nógv ta fyrstu tíðina. – Hann greiddi okkum frá, at slík brot taka hálvanannan til tveir mánaðir at grógva samanaftur. Døgg hevur tí ligið rættiliga leingi púra óhjálpin, áðrenn hon hevur kunnað flutt seg nakað serligt. Hóast hundurin var illa brotin, so er hann komin seg væl. Karsten Hansen greiðir frá, at hann rennur skjótt bæði í undanbrekku og mótbrekku, og at tað bara sæst nakað til skaðan, tá hann gongur niður gjøgnum brattar trappur. Tá setur hann ikki annað bakbeinið til. Hvirla tikið hundin upp fyri bakkan Tað sást týðiliga á hundinum, at hann hevði roynt at koma sær burtur av helluni og upp fyri bakkan. Allir fýra labbarnir bløddu, og klørnar vóru niðurslitnar, sum hann hevði roynt at koma upp, greiðir Karsten Hansen frá. – Men har er so bratt, at tað er ikki hugsingur um, at hann er sloppin upp aftur sjálvur, sigur hann og heldur, at ein hvirla hevur tikið hundin upp fyri bakkan. Hann vísir á, at dagin fyri at hundurin varð sæddur á trappusteininum uttan fyri húsini í Mikladali, var kolandi ódn. Hann heldur ikki, at hundurin er komin upp aftur fyrr enn tá, tí nógv fólk vóru ofta í haganum teir mánaðirnar, hundurin var burtur, og ongin hvørki sá ella hoyrdi nakað til hann. Karsten Hansen sigur, at hundurin hevði bara verið við honum í hasum haganum tvær ferðir frammanundan. Kortini visti hann akkurát, hvagar hann skuldi fara, tá hann var komin upp fyri bakkan aftur. – Tað er hálvur annar tími at ganga, um ein gongur skjótt. Hundurin var í knúsi, og hann skuldi upp um eini seks ella sjey hegn fyri at koma til Mikladals. Kortini megnaði hann at finna til hús og legði seg á trappusteinin uttan fyri húsini hjá okkum í Mikladali, har hann bara hevði verið tríggjar ferðir áður. – Alt spældi við, fyri at hundurin kom frá hendingini við lívinum, sigur Karsten Hansen, sum vísir á, at tað er ofta høgættarbrim, har hundurin datt oman, men at hesar tríggjar mánaðirnar, meðan hundurin var á helluni, kom tað ongantíð fyri. – Tað var ótrúliga heppið. Har er vanliga ofta høgættarbrim, og tá er alt undir í brimi. Um tað hevði verið, so var hundurin skolaður útaftur, greiðir hann frá. Øll spyrja eftir hundinum Áhugin fyri søguni um hundin, sum datt oman og kom heim aftur tríggjar mánaðir seinni, er stórur. Karsten Hansen sigur, at allastaðni har hann og familja hansara koma, spyrja tey eftir hundinum, og hvussu hann hevur tað. – Øll spyrja eftir hundinum í tíð og ótíð. Tað gera tey framvegis, sigur Karsten Hansen og heldur skemtandi fyri, at nú spyr ongin seg longur, hvussu hann hevur tað. MILDRID@SOSIALURIN.FO