hósdagur 7. juni 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
9
NØVN
Eg vil bera fram nøkur orð til minnis um Annu.
Anna og eg vóru javngomul. Anna tóktist altíð
fyri mær at vera glað, og hennara lætta lyndi
stuðlaði undir, at hon ongantíð gjørdist mót
fallin, men bar altíð brá av einum smíli, hvar
ið tú so møtti henni.
Anna vaks upp í einum góðum og tryggum
heimi – eitt heim, sum hennara foreldur fyri
myndarliga bygdu upp. Líka so gott kendist
tað at koma á gátt hjá Signevu og Sjønningi
sum tað var at koma inn í heimið hjá Nomi og
Henningi í Vági, har vit sum børn eisini vóru
og ferðaðust.
Tá ið vit vóru børn í Hvalba, skiftust vit um
at koma saman til føðingardagar. Og vit góvu
hvør øðrum gávur – eisini jólaaftan, har vit
hildu jól hvør sær, men eftir jólini komu vit
øll saman til at syngja og dansa um jólatræ
ið í hugnaligu stovuni í heiminum hjá Annu.
Anna var góð við meg, og eg var góður við
Annu. Tað var ein hugnalig tíð, men tað var
eisini fjálgt og hugnaligt at koma inn til omm
una á Dunganum. Eg kann hóma sum barn,
at vit komu eisini saman til jólafest í gamla
missiónshúsinum, og vit komu øll eisini sam
an til at syngja jólasálmar og dansa um stóra
og vakra jólatræið í Roynhøllini, har vit eisini
fingu gávur frá jólamonnunum.
Tá ið hoyggjanin var fyri, var lívligt á
bønum. Vit spældu saman sum børn dagin
langan – lætt sum hindin. Vit spældu í ánni
niðri í mýrunum, og vit runnu rundan um
kylingarnar og krógvaðu okkum aftan fyri
kylingarnar. Og vit vóru børn. Og tíðin gekk.
Tað var ein stuttlig tíð at vera barn í Hvalba,
har øll vóru upptikin og virkin í arbeiði.
Eg minnist einaferð sum óviti, tá ið vit
hoyggjaðu niðri í mýrunum, at Anna og eg
fóru at renna um kapp saman. Anna rann so
skjótt, at eg hevði ongan møguleika at vinna
hana aftur. Tá tordi eg ongantíð at renna um
kapp saman við Annu aftur.
Anna tók lut í øllum arbeiði, og hennara
partur liggur ikki eftir, nú hon er farin.
Tá ið omman doyði á sumri í 1979, kom Ann
a vestur á Hamar at vera barnagenta fyri fast
ur, tí at mamma mín var farin um kvøldið upp
á Tvøroyri á sjúkrahúsi, tí hon hevði fingið boð
um frá sjúkrahúsinum, at omman var vorðin
ússalig. Eg minnist væl hetta kvøldið. Eg var
uppi á loftinum og lá í songini. Eg hoyrdi, at
portrið gekk; tá var tað mamman, sum var
komin aftur av sjúkrahúsinum. Eg minnist,
at hon græt. Tað fyrsta, ið eg hoyrdi hana
siga, var, at nú er omman farin. Men so sigur
hon: ”Jeg eri so glað, tí at Anna kundi vera
barnagenta hjá Kal og Sigrid.” Eg hoyrdi ofta
mammuna siga, at Anna er altíð so røsk.
Góða Sunneva og Óli. Mínar kenslur og
mínir tankar leita til tykkum, sum hava mist
systur tykkara eftir drúgva sjúkralegu. Tit
vóru góð systkin, soleiðis sum systir mín,
Sunneva, segði, tá ið hon bar mær boð, at
Anna var farin.
Við hesum vakra sálminum eftir svenska
sálmaskaldið, Linu Sandell, vil eg við hesum
fáu orðum lýsa frið um minnið um systkina
barnið mítt, Annu.
Róðin Thomsen
1. Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái.
Ríka troyst til stirda sál og ond!
Hví nú stúra? Lít á Harrans náði,
alt jú hvílir í Guðs Faðirs hond.
Hann, sum alt mítt ber í faðirbarmi,
hvønn ein dag á fold mær senda vil
partin mín av frøi og av harmi,
sum eg júst man treingja til.
2. Hann mær nær vil allar dagar vera
veita náði mær til hvørja tíð,
hvørja tunga stúran hann vil bera.
”Kraft og ráð”, so eru orð hans blíð.
Hann vil verja hvørt eitt barn sítt kæra,
metta sálir við sítt náðiborð.
”Sum tín dagur skal tín styrki vera”
– so hans lyftiríku orð.
3. Hjálp mær tá at líta trygt við vissu
bert á tíni lyfti, Harri kær´,
so ei trúar djúpa frið eg missi,
sum títt orð bar mínum hjarta nær!
– Vil í lund mær stúran taka ráðið,
veit mær styrk av tíni faðirhond;
bert ein dag, eitt bil í senn eg fái,
takkar stillan eyðmjúk ond!
Lina Sandell, 1865 (1832-1903)
Lag: Oscar Ahnfelt, 1872 (1813-1882)
Jógvan Nolsøe týddi
Minningarorð um Annu Sofíu Eysturoy
– ættað úr Hvalba
Sunnudagin 10. juni fyllir Ják
up Lindenskov, fyrrverandi
løgtings-, landsstýris- og fólka
tingsmaður 85 ár.
Jákup Lindenskov varð vald
ur á ting fyri 60 árum síðani –
sum bert 25 ára gamal varð hann
valdur á listanum hjá Javnaðar
flokkinum í Havn á løgtingsvali
num í 1958.
Jákup er úr Havn, sonur
Edvard Lindenskov (í Rættará)
og Biritu, sum var í Leynum.
Jákup tók realprógv í Havn í
1950, og sama árið fór hann í
læru hjá Tryggingarsambandi
num Føroyar, sum tá helt til úti
í Tinganesi, og hvørs starvsfólk
tá kundu teljast á hondunum.
Hann fór seinni til Danmarkar,
har hann gekk á handilsskúla og
arbeiddi í trygging.
Í 1958 stillaði Suðurstreymoy
ar Javnaðarfelag hann upp sum
nummar eitt til løgtingsvalið – tá
varð stillað upp í nummarrøð –
og hann varð valdur. Flokkurin
hevði eitt sera gott val hetta árið,
og Petur Mohr Dam gjørdist
løgmaður. Jákup sat á tingi til
valið í 1966, tá hann fall–hon
um tørvaðu bert níggju at
kvøður. Tá Petur Mohr Dam
doyði í 1968, varð Jákup valdur í
landsstýrið, og varð hann aftur
valdur á ting í 1970 við hálvtfimt
hundrað atkvøðum. Hann var
landsstýrismaður í fýra lands
stýrissamgongum. Í 1979 stillaði
Javnaðarflokkurin hann upp til
fólkatingið, tá veteranurin Jo
han Nielsen legði frá sær. Jákup
varð valdur og legði landsstýris
starvið, sum hann hevði røkt í
11 ár, frá sær. Jákup sat á fólk
atingi í átta ár, tvey tey síðstu
sum varamaður. Jákup gavst
sum virkin politikari í 1994, tá
hann ikki stillaði uppaftur til
løgtingsvalið.
Í politikki er Jákup kendur
fyri sítt varsemi – ikki minst,
tá tað snúði seg um ríkismálini.
Honum dámdi lítið, tá menn
fóru upp at sveima í loysing
arpráti – hann virkaði fyri at
tryggja lívsgrundarlagið, og rík
isveitingina sá hann sum eina
neyðvendigheit til tess. Hann
hevur sera drúgvar royndir sum
politikari – eitt nú var hann ein
teirra, sum í januar í 1959 fór nið
ur at samráðast við H.C. Hansen,
forsætisráðharra um almanna
lógirnar, sum komu í gildi sama
árið – tær lógir, sum vit í dag
síggja sum eina sjálvfylgju, fólk
apenjónin v. m. Øll árini sum
landsstýrismaður umsat hann
almannamál, og tey lógu hon
um øll árini næst á hjarta.
Tann fyrsta løgtingsfíggjar
lógin, sum Jákup var við at sam
tykkja á tingi var upp á 18 milli
ónir. Tann síðsta, hann var við til
at samtykkja – tað var í 1993, var
upp á 2.500 milliónir! Hetta lýsir
kanska broytingarnar í samfelag
okkara – og í politikki, tey árini
Jákup var virkin politikari.
Eitt av málunum, sum Jákup
var errin av at loysa á fólkatingi,
var lógin um skaðendurgjald til
teirra, ið sigldu undir krígnum.
Føroyingar vórðu upprunaliga
ikki fevndir av lógini, hóast teir
áttu at verið tað. Saman við
teimum, sum stríddust fyri at
vinna hesi rættindi, eydnaðist
tað Jákupi at binda danska Javn
aðarflokkin til at seta hetta sum
treyt fyri at atkvøða fyri fíggjar
lógini hjá Poul Schlüther.
Meðan Jákup var landsstýr
ismaður vórðu lunnar lagdir
undir fleiri batar, eitt nú lógina
um dagpengar við sjúku og
barnsburð, eins og deildirnar á
Eirargarði vórðu bygdar at hýsa
teimum menningartarnaðu,
sum fram til ta tíð vórðu send
av landinum á stovn í Danmark.
Tey kundu nú flyta heimaftur av
Rødbygaard.
Í politikki hevur Jákup sum
vera man havt nógv álitisstørv,
og var hann eitt nú tingformað
ur frá 1984-87. Tingskrivari var
hann fleiri av fyrstu árunum,
hann sat á tingi, eins og hann
eisini var limur í Norðurlanda
ráðnum.
Í sínum borgarliga starvi
á Tryggingini (nú Betri) var
hann við til at seta á stovn
Lívstryggingina – hetta var ár
ið fyri at hann fór í farloyvi frá
Tryggingini fyri at gerast lands
stýrismaður – og hann var burt
uri frá tryggingini næstu 16 árini.
Øll árini hevur Jákup verið
virkin innan fráhaldsrørsluna
gjøgnum Losjuna í Havn, har
rættuliga stórt ungdómsvirk
semi var í fimmti og sekstiár
unum. Soleiðis var hann eisini
við til at stovna hondbóltsfelag
ið Kyndil í 1956. Eisini var hann
blaðstjóri á Sosialinum frá 1957
til hann tók við sum landsstýris
maður í noevmber í 1968.
Jákup var í nógv ár formaður
í endurbúgvingarstovninum
ALV, hann hevur verið formaður
í Heilbrigdinum á Velbastað síð
ani tað varð stovnað í 1986 til
fyri kortum, hann hevur í nógv
ár verið formaður í stýrinum
fyri Blindastovnin, og hann var
eisini formaður í nevndini fyri
Eldratilhaldið í gamla Føroya
Bankahúsinum í Tórsgøtu í
Havn tey nógvu fyrstu árini,
so hann hevur havt nógv jørn
í eldinum, eftir at hann fór um
pensjónsaldur.
Jákup Lindenskov giftist í
1961 við Jónu, f. Jacobsen úr Fugl
afirði. Hon er dóttir Jóhannus
Jacobsen, betur kendur sum
»skómakarin«, og Ellifíu hjá Óla
Petersen, Óla á Miðgerði. Jákup
og Jóna eiga børnini Elin, sum
býr í Havn, Biritu, sum býr í
Keypmannahavn og Eirik, sum
býr í Havn.
Jákup býr nú á Boðanes
heiminum yviri við Strond í
Havn.
Jákup Lindenskov 85 ár
Hósdagin fylti Carsten
Michelsen sjeyti. Carsten
Michelsen starvaðist í
Føroyum frá 1980-83 og
er maður føroysku Lis
beth Solmunde Michel
sen, prest.
Hann er útbúgving
Cand. jur fra Århus Uni
versitet i 1976.
Lisbeth hevur starv
ast sum prestur, lærari í
gudfrøði og verið lærari
hjá hennara hátign Mar
gretu drotning.
Carsten hevur starv
ast sum advokatfulltrúi
og advokatur hjá hægst
arrættarsakføraranum
S. Storm Mortensen í
Århus.
Í Føroyum starvaðist
hann hjá Føroya Lands
stýri og sum politifulltrúi
hjá politinum í Føroyum
og seinni sum politiassor
við Københavns Politi.
Hann hevur eisini
verið skrivstovustjóri í
Direktoratet for Krimin
alforsorgen.
Eisini hevur hann
verið settur dómari í
Vestara
Landsrætti.
Hann varð tilnevndur
sum dómari við Rættin
í Aalborg í juni 1994 – og
fer úr starvinum 1. juli í
ár.
Umframt borgarligu
størv síni, so hevur
hann eisini verið næst
formaður í Patient
klagenævnet/Patient
ombudet. Formaður fyri
friðingarnevndina fyri
Norðurjyllan, syðra part.
Hann hevur verið
limur í »censorkorp
set for de juridiske
kandidatuddannelser«
í København, Aarhus,
Aalborg og Odense.
Næstformaður
í
Flygtningenævnet til 1.
juli 2018. Stjórnarlimur
og kassameistari fyri
Kirkjugrunnin.
Frá 2002 til 2007
var hann nevndarlim
ur í Dómarafelagnum.
Í sama tíðarskeiði var
hann limur í Straffe
retsplejeudvalget. Eisini
hevur hann verið limur
í nevndini fyri Aalborg
Symfoniorkester – og so
ikki at gloyma, so hevur
hann verið »prestafrúa«
í 41 ár.
Carsten og Listbeth
eiga trý børn og sjey
ommu- og abbabørn.
Carsten Michelsen
70 ár
Jákup Lindenskov uttan
fyri Løgtingið, tá hann
gavst í politikki í 1994