hósdagur 7. juni 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
10
Eftir øksarálopið:
Sum er, hava vit ikki skipanirnar til at lofta og hjálpa eini 10 ungum føroyingum
við víðfevndum og samansettum sosialum, sálarligum og rúsevnatrupulleikum.
Tey eru ikki før fyri at taka sær av sær sjálvum, og tey eru ein vandi bæði
fyri seg sjálv og onnur. Tað sigur arbeiðsbólkur, sum hevur gjørt tilmæli
um tilboð til ung við serliga stórum og samansettum trupulleikum
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
– Vit kunnu staðfesta, at tað
eru ung í Føroyum, sum hava
álvarsligar trupulleikar av rús
drekka- og rúsevnamisnýtslu,
harðskapi, prostitutión og øðr
um lógarbrotum, sigur arbeiðs
bólkurin, sum hevur gjørt tilmæli
um tilboð til ungar føroyingar, sum
hava serliga stórar og samansettar
trupulleikar at dragast við.
Talan er um eini 10 ung fólk,
sum verandi skipan ikki megnar
at hjálpa, og sum tí detta niður
ímillum, stendur í tilmælinum.
Tey flestu eru mannfólk millum
18-30 ár.
Arbeiðsbólkurin varð settur
at arbeiða við at gera tilmæli um
tilboð til ung við serliga stórum
og samansettum trupulleikum
eftir øksarálopið á vegamótinum
Íslandsvegur/Landavegur í mai í
fjør, tá ein maður varð álopin eftir
eina veitslu, sum byrjaði í vard
um bústaði hjá ungum manni, ið
var dømdur í varðveitslu hjá Al
mannaverkinum.
Nógvar orsøkir til
misnýtslu og lógarbrot
Í tilmælinum stendur, at orsøkir
nar til, at hesi ungu fólkini enda
í misnýtslu og lógarbrotum, eru
fleirfaldar og torgreiddar.
Í fleiri førum er talan um børn,
sum eru vaksin upp í illa virkandi
familjum, har tey ikki hava fingið
neyðugu umsorganina. Í øðrum
førum er talan um børn við um
fatandi sálarligum sjúkum, ADHD
ella autismu, ið hava ilt við at
fóta sær, tí tey hava ikki fingið
røttu hjálpina
rættstundis.
Talan kann
eisini vera um
ung, sum ikki
hava fingið stað
fest nakra sál
arliga sjúku ella
diagnosu, og sum
eru vaksin upp í
vælvirkandi fam
iljum, men har tal
an kann vera um
goymdar avbjóðing
ar, sum hava við sær,
at tey koma á skeiva
leið.
Fleiri skipanir gera
í hvør sínum lagi sítt
fyri at veita viðgerð,
hjálp og stuðul til hesi ungu. Men
alt ov ofta ger tað seg tó galdandi,
at almennu fyriskipanirnar ikki
røkka hesum ungu, og at viðgerð
artilboðini ikki megna at lofta og
hjálpa teimum, staðfestir arbeiðs
bólkurin.
Slept upp á fjall
Samanumtikið er talan um ung
fólk, sum stríðast við ymiskar,
samansettar og sera víðfevnd-
ar trupulleikar, so sum sálar
órógv ella psykiatriska diagnosu,
atferðartrupulleikar, umsorgan
arsvík, menningartarn, rúsevna
misnýtslu, lógarbrot og avvíkjandi
seksuellan atburð.
– Tey kenna tað,
sum um at tey eru
slept upp á fjall, og
at tey skulu brúka
eina rúgvu av tíð og
orku upp á at finna
fram til, hvør hevur
ábyrgd av hvørj
um og at senda
umsóknir v. m. til
ymiskar mynd
ugleikar, sigur
arbeiðsbólkurin,
sum hevur tosað
við ung, ið sótu
í varðhaldi í
Mjørkadali, og
sum hava til
knýti til ym
iskar mynd
ugleikar.
U n g u
fólkini vildu
fegin, at tað
varð stað
fest, hvør
hjálpir teimum og møtir
teimum, har sum tey eru, og sum
10 UNGFÓLK
NIÐURÍMILLU