hósdagur 7. juni 2018síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
11
Tilmæli um tilboð til ung við víðfevndum
sálarligum ella sosialum trupulleikum
og álvarsligum trupulleikum av
rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu
•
Mælt verður til at fara undir
eitt tvørgeiraligt átak, har hvør
myndugleiki átekur sær sín
leiklut og sín part av umfatandi
uppgávuni at hjálpa hesum ungu
•
Mælt verður til at skipa eitt tvørfakligt
og matrikulleyst toymi, sum verður sett
burtur av at taka sær av teimum ungu
•
Toymið verður skipað undir
Almannaverkinum við serstakari
játtan til endamálið
•
Toymið skal fáa og varðveita samband
við tey ungu og virka sum bindilið millum
tann unga og teir stovnar/myndugleikar,
ið veita viðgerð og tænastur
•
Toymið skal tryggja, at ein
viðgerðarætlan verður gjørd saman við
tí unga og við avvarðandi myndugleikum
og stovnum. Viðgerðarætlanin skal
gerast við støði í lívsstøðuni, tørvinum
og ynskjunum hjá tí einstaka unga
•
Viðgerðarætlanin skal fevna
um hesi viðurskifti:
- Bústað
- Luttøku á arbeiðsmarknaðinum
og/ella útbúgving
- Heilivág/psykiatriska
viðgerð/sálarfrøðiliga viðgerð
- Viðgerð fyri rúsdrekka-/
rúsevnamisnýtslu
- Fíggjarviðuskifti
- Sosial sambond og frítíðarítriv
•
Arbeiðsbólkurin er samdur um, at
Toymið eigur at verða skipað undir
Almannaverkinum, sum hevur drúgvar
royndir við at seta saman tilboð, og sum
eisini umsitur eina røð av veitingum og
tilboðum og tænastum, ið hesir unglingar
fáa ella fara at fáa frá Almannastovuni.
•
Arbeiðsbólkurin metir, at Toymið hevur
brúk fyri fýra ella fimm starvsfólkum
við sosialfakligari, námsfrøðiligari og
heilsufakligari útbúgving. Harumframt
skal møguleiki vera fyri at keypa
tænastur frá privatum serfrøðingum.
•
Arbeiðsbólkurin vísir á, at skulu hesi
ungu loftast, so er umráðandi at raðfesta
hetta átakið á fíggjarlógini. Bólkurin
vísir samstundis á, at tilmælið í stóran
mun leggur upp til, at verandi tilboð og
tænastur verða gangnýtt, heldur enn at
stovnseta eina røð av nýggjum tilboðum.
•
Arbeiðsbólkurin var mannaður við
umboðum fyri Almannamálaráðið,
Heilsu- og innlendismálaráðið,
Almannaverkið, Psykiatriska
depilin á Landssjúkrahúsinum
og Kriminalforsorgina.
K DETTA
UM
tey kunnu venda sær til fyri at fáa
hjálp.
Bróta lógina fyri at
sleppa í varðhald
Kriminalforsorgin hevur víst á,
at tað er ein trupulleiki, at tá tey
ungu hava verið í varðhaldinum,
so mangla nøktandi tilboð og
møguleikar, tá tey koma útaftur.
Nøkur teirra hava ongan bú
stað, onnur hava einki arbeiði
ella útbúgving, og tí enda tey ofta
aftur í somu ringrás.
– Vantandi tilboðini kunnu í
roynd og veru hava ta avleiðing,
at tey aftur fremja lógarbrot til
tess at koma aftur í varðhaldið.
Lívið kennist so trupult, at einasti
útvegur er at koma aftur í Mjørka
dal, har karmarnir eru støðugir og
gerandisdagurin í einari fastari
legu, sigur arbeiðsbólkurin, sum
hevur tosað við ung í varðhald
inum.
Vanta búpláss og arbeiði
Almannaverkið vísir eisini á, at
tað er trupult hjá teimum at hýsa
teimum ungu, tí tað vanta nógv
búpláss, og at tað kann vera tor
ført at varðveita leigumál til hesi
ungu. Harafturat verður víst á, at
at tey ungu, sum hava búpláss,
hava umfatandi tørv á eitt nú rús
evnaviðgerð, sum Almannaverkið
í løtuni ikki hevur førleikar ella
játtan til at geva.
Somuleiðis kann tað vera
torført at fáa tey ungu í arbeiði
ella útbúgving, tí tað er ringt hjá
teimum at varðveita sambandið
við arbeiðsmarknaðin ella út
búgvingarstovnar. Nógv av teim
um hava eisini fíggjarligar trupul
leikar at dragast við orsaka av
skuld.
Tað er eisini ein avbjóðing
hjá Almannaverkinum at veita
teimum ungu, sum eru dømd,
nøktandi tilboð, staðfestir
arbeiðsbólkurin.
Óstøðug psykiatrisk
viðgerð
Stórur partur av hesum ungu við
serliga samansettum trupulleik
um stríðast eisini við psykiatr
iskar avbjóðingar, sum krevja
viðgerð. Men av tí at tey hava ikki
fastan bústað, og sum heild ikki
hava ein skipaðan og innihalds
ligan gerandisdag, kann tað vera
torført at veita teimum neyðuga
og støðuga viðgerð, vísir arbeiðs
bólkurin á.
Samanumtikið er talan um ung
fólk, sum hava umfatandi, men
ymiskar og samansettar trupul
leikar. Tí hava tey eisini brúk fyri
ymiskari hjálp, viðgerð og stuðuli.
Felags fyri tey øll er kortini, at
tey hava tørv á skipaðum viður
skiftum, tá talan er um bústað,
arbeiði ella útbúgving, heilivág,
psykiatriska og sálarliga viðgerð,
viðgerð fyri rúsevnamisnýtslu,
fíggjarviðurskifti og sosial sam
bond og frítíðarítriv, stendur í
tilmælinum, sum arbeiðsbólkurin
hevur latið landsstýriskvinnuni í
almannamálum.