hósdagur 7. juni 2018síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
12
Tá ein veitsla, sum byrjaði í
einum vardum búfelagsskapi
á Íslandsvegnum í Havn
fríggjakvøldið 5. mai í fjør,
endaði við, at tveir ungir mans
vórðu ákærdir fyri drápsroynd,
vóru avvarðandi myndugleikar
skjótir at ásanna, at vit hava
ikki amboðini í Føroyum til at
hjálpa ungum við samansettum
sálarligum, sosialum og
rúsevnatrupulleikum. Síðani
hevur arbeiðsbólkur skrivað og
handað landsstýriskvinnuni
í almannamálum tilmæli
um tilboð, sum skulu lofta
og hjálpa hesum ungu
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
T
að er stívliga eitt ár
síðani, at avvarðandi
myndugleikar gjørdu
greitt, at tað er neyðugt
við serligum átaki at lofta ungum
lógbrótarum.
Eftir eitt ógvisligt álop, sum
byrjaði í einari veitslu í varda bú
staðnum hjá einum ungum manni
á Íslandsvegnum í Havn, eftirlýsti
Almannaverkið eina tvørfakliga
loysn og segði seg ikki sjálvt
megna at bjarga hesum ungu,
sum umframt at hava sálarligar
og sosialar trupulleikar eisini ofta
hava rúsevnatrupulleikar at drag
ast við.
Ungi maðurin, sum var dømdur
í varðveitslu hjá almannaverkinum
og búði í varda bústaðnum, har
álopið byrjaði, hevði fingið fleiri
dómar fyri eitt nú harðskap, rús
evnalógarbrot og stuldur. Hann
hevði eisini aðrar trupulleikar at
dragast við, og varð í Føroya rætti
nøkur ár frammanundan dømdur
at búgva í vardum bústaði, tí utt
an eftirlit og ráðgeving er hann
ein vandi fyri samfelagið, segði
rætturin.
Stutt eftir midnátt leygarnátt
ina tann 6. mai í fjør leyp mað
urin, sum var í varðveitslu hjá
almannaverkinum, saman við
einum øðrum ungum manni á
ein triðja mann við øks, goggi og
knívum. Álopið var so ógvisligt, at
álopni maðurin fekk fleiri enn 300
pentur, og ta fyrstu løtuna eftir
álopið stóð um lív hjá honum.
Álopsmenninir, sum tá vóru
21 og 24 ára gamlir, eru ákærdir
fyri drápsroynd og í øðrum lagi
fyri grovan harðskap, og málið
er í hesum døgum fyri eitt nevn
ingating í Føroya rætti.
Má ikki henda aftur
Sosialurin varpaði ljós á málið
og setti spurningin, hvussu tað
kundi bera til hjá ungu fólkunum
í varda bústaðnum at halda stóra
veitslu, hava vápn sum øks og gogg
í kamarinum og fremja óvanliga
ógvisligan harðskap móti øðrum
manni í einum vardum búfelags
skapi, har tvey starvsfólk eru hjá
stødd alt samdøgrið.
Svarið frá Almannaverkinum
var, at starvsfólkini hjá teimum
fingu einki gjørt í einari slíkari
støðu, tí tað hevði verið ótrygt hjá
teimum at lagt seg út í veitsluna
og harðskapin. Heldur ikki hava
tey heimild til at fara inn í privata
kamarið hjá fólki, sum búgva hjá
Almannaverkinum.
Edvard Heen og depilsstjórin á
trivnaðardeplinum hjá Almanna
verkinum, Hermann Mortensen,
gjørdu tá eisini báðir vart við, at
tað er høpisleyst, at dómsvaldið
dømir kriminellar ungdómar í
varðveitslu hjá Almannaverkinum.
– Vit enda mangan í støðum, har
vit fáa eitt bræv um, at onkur er
dømdur í varðveitslu hjá okkum.
Spurningurin er tó ongantíð sett
ur, um vit í veruleikanum hava
nakað tilboð at bjóða hesum. Tí
enda vit við ungum, sum vit ikki
kunnu handfara, segði Hermann
Mortensen.
– Veruleikin er tann, at vit hava
ikki øll amboðini, sum krevjast,
um hesi ungu kriminellu fólkini
skulu koma fyri seg. At døma tey
til pedagogiska viðgerð, tá ið tey
í veruleikanum hava tørv á nógv
meira, gevur ikki meining, vóru
Edvard Heen og Hermann Mort
ensen samdir um fyri einum ári
síðani.
– Vit mugu fara inn í okkum
sjálvi sum samfelag. Vit mugu
hyggja kritiskt eftir tí, sum er á
økinum í dag og finna útav, hvat
skal til fyri at lofta hesum ungu.
Vit hava nógv tilboð, sum rigga í
dag. Men veruleikin er, at har eru
nøkur ung, sum vit ikki klára at
lofta, segði Edvard Heen.
– Vit kunnu ikki liva við, at hetta
hendir eina ferð afturat. Tí mugu
vit finna útav, hvat vit skulu gera
við støðuna hjá hesum ungum,
segði Edvard Heen við Sosialin í
mai í fjør.
Tilmæli um øðrvísi tilboð
Eyðgunn Samuelsen, landsstýris
kvinna í almannamálum, legði
eftir øksarálopið áherðslu á, at
samgongan hevði sett fleiri átøk í
verk á økinum. Hon vísti á, at hetta
er eitt torgreitt øki, men at sam
gongan legði dent á at skipa økið
soleiðis, at betri tilboð kunnu verða
veitt hesum ungu.
Á sumri í fjør setti landsstýris
kvinnan so ein arbeiðsbólk at orða
tilmæli um, hvussu hesi ungu
kunnu fáa ta hjálp og tann stuðul,
sum er neyðugur.
Bólkurin varð liðugur við til
mæli í apríl mánaði, tá tað varð
handað landsstýriskvinnuni í
almannamálum.
Mikudagin varð so sam
starvsavtala gjørd millum Al
mannamálaráðið, Heilsu- og
innlendismálaráðið og Mentamála
ráðið um at seta í verk tilboðini,
sum arbeiðsbólkurin leggur upp
til í tilmælinum.
Miðað verður eftir at seta
tilboðini í verk tann 1. januar 2019,
sigur Eyðgunn Samuelsen, lands
stýriskvinna í almannamálum.
Ein royndarverkætlan við nøkrum
heilt fáum ungum verður vænt
andi sett í verk, so skjótt sum ein
bólkur er liðugur at orða royndar
verkætlanina.
Byrja roynd
arverkætlan
beinanvegin
Tær tríggjar landsstýriskvinnurnar
Eyðgunn Samuelsen, Sirið Stenberg
og Rigmor Dam skrivaðu mikudagin
undir eina samstarvsavtalu um at veita
ungum við víðfevndum sálarligum,
sosialum og rúsevnatrupulleikum
neyðuga hjálp og stuðul
MILDRIÐ JACOBSEN
MILDRID@SOSIALURIN.FO
Eyðgunn Samuelsen, lands
stýriskvinna í almannamálum,
Sirið Stenberg, landsstýris
kvinna í Heilsu- og innlendis
málum og Rigmor Dam, lands
stýriskvinna í mentamálum,
skrivaðu mikudagin undir eina
avtalu um samstarv millum
ráðini til tess at seta í verk
tilmælið, sum ein arbeiðsbólk
ur hevur gjørt um tilboð til
ungar føroyingar, sum ver
andi almennu fyriskipanir ikki
megna at hjálpa.
Í fyrsta umfari verður byrjað
við at orða eina royndarverk
ætlan, eins og arbeiðsbólkurin
mælti til í tilmælinum til lands
stýriskvinnuna. So skjótt, sum
tað er gjørt, er ætlanin at seta í
verk royndarverkætlanina við
nøkrum heilt fáum ungum, sig
ur Eyðgunn Samuelsen.
– Byrjað verður við nøkrum
heilt fáum ungum, har vit koyra
eina royndarverkætlan fyri at
vita, hvussu innsatsurin, sum
verður gjørdur, riggar, sigur
landsstýriskvinnan.
Hon leggur afturat, at miðað
verður eftir at seta í í gildi til
boðini til ung við serligum og
samansettum trupulleikum,
og sum ikki verða hjálpt við
verandi fyriskipanum, tann 1.
januar í 2019.
Mæltu til serligt átak at
lofta ungum lógbrótarum
– nú er tilmæli skrivað og
samstarvsavtala gjørd