hósdagur 7. juni 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
13
Órættaði hevur 25 sár
eftir øks og knívi
- Hevði maðurin ikki fingið røttu
hjálpina beinanvegin, hevði hann
ikki yvirlivað álopið. So greið er
niðurstøðan hjá rættarlæknanum,
sambært ákæruvaldinum.
DANJAL AV RANA
Órættaði maðurin, sum fólk funnu
mest sum lívleysan á horninum av
Landavegnum og Íslandsvegnum í
vesturbýnum í Havn, hevði 25 sár
eftir øks ella knívi.
Í rættinum blivu myndir vístar
bæði av órættaða manninum, tá
hann var komin undir læknahond,
og av blóðdálkaða Íslandsvegnum.
Talan var ikki um nakra tespiliga
sjón, sum møtti teimum fyrstu,
sum komu til mannin.
Danski rættarlæknin, sum er
serfrøðingavitni hjá ákæruvald
inum sigur, at eingin ivi er um,
at hevði maðurin ikki fingu røttu
hjálpina beinanvegin og komin
undir køna læknahond, hevði hann
ikki yvirlivað álopið.
Blóðslóðin vísir, at álopið sjálvt
hendi eini 20 metrar inn eftir
Íslandsvegnum, men at maðurin
síðani hevur megnað at stetla
út á Landavegin, áðrenn hann er
smollin um. Lukkutíð varnaðust
fólk hann skjótt, tí annars hevði
honum neyvan verið lív lagað.
Tveir aðrir framvegis skuldsettir
Tveir aðrir mans vóru handtiknir
og
grundlógaravhoyrdir
í
øksarmálinum í fjør. Løgreglan
metti, at teir eisini vóru við í
álopinum, men dómstólurin gav
ikki løgregluni viðhald í at teir
skuldu varðhaldsfongslast.
Linda Margrethe Hesselberg,
varafúti, váttar fyri Miðlahús
inum, at skuldsetingarnar móti
teimum báðum ikki eru sleptar.
- Tað velst um hvat kemur
fram í hesum rættarmálinum.
Kanska fer hetta rættarmálið at
varpa ljós á leiklutin hjá teimum
báðum skuldsettu eisini, sigur
hon.
Átta ung sótu og ballaðust í
íbúðini, tann órættaði, teir báðir
ákærdu, hesir báðir skuldsettu,
tvær kvinnur og ein vinmaður
afturat.
Teir báðir ákærdu blivu
varðhaldsfongslaðir 6. mai og
sótu í einakliva fyrstu vikuna. Í
desembur bleiv annar teirra flutt
ur til Danmarkar, tí at løgreglan
metti, at hann var so illa fyri
sinnisliga, at ikki var ráðiligt at
hava hann sitandi í Mjørkadali
longur.
UPPGERÐIN
Á ÍSLANDSVEGNUM
Tá annar av teimum ákærdu sá, at vinmaðurin hevði høgt ein
mann niður við øks, fjaldi hann øksina, lat hann úr klæðunum og
tveitti tey í vaskimaskinuna og fekk vinmannin í song.
DANJAL AV RANA
V
anlukkukvøldið, sum
nú er til viðgerð í Før
oyar rætti, byrjaði í
einum sethúsum, sum
Almannaverkið eigur, við Íslands
vegin í Havn. Ein 24 ára gamal og
ein 22 ára gamal maður eru ákærdir
fyri morðroynd móti einum øðrum
manni.
Her búðu ung fólk, sum av
eini hvørjari orsøk eru undir um
sorgan hjá Almannaverkinum. Í
eini av íbúðunum var ball hetta
kvøldið. Tey hava ikki loyvi at
ballast inni og tey hava ikki loyvi
at hava rúsdrekka inni, men kortini
var ball hetta kvøldið. Tann 22 ára
gamli búði í íbúðini, meðan tann 24
ára gamli var komin at vitja.
Koma til ilnar
Sum kvøldið leið komu vinfólk á
gátt og út móti midnátt kom eisini
maðurin, sum seinni bleiv funnin
mest sum lívleysur á Landavegn
um.
Teir báðir ákærdu og ein ung
kvinna, sum eisini var til staðar
í ballinum, hava greitt gjølla frá,
hvat hendi hetta kvøldið, fram til
øksarálopið.
Tey siga øll, at hýrurin var góður
á teimum, sum vóru til staðar, men
brádliga gerst órættaði maðurin
sera illur um okkurt, sum sagt
verður. Tey avhoyrdu í rættinum
siga, at maðurin tá dró knív fram,
og hótti onkur av hinum, sum vóru
til staðar.
Tann 22 ára gamli fór útum
við órættaða at sissa hann, men
løtu seinni kom hann inn aftur og
fortaldi hinum, at órættaði hevði
givið sær nevan.
Uppgerðin á
Íslandsvegnum
Hetta østi øll hini upp, og tá
maðurin síðani ringdi og segði frá,
at hann bíðaði eftir teimum við
Landavegin, lupu tey á dyr, fimm
ungir mans og tvær ungar kvinnur.
Kvinnurnar royndu at steðga
teimum, men formáa sær lítið
móti uppøstum monnum. Eini 20
metrar frá Landavegnum stendur
maðurin og bíðar, við knívi í hond.
Tann 24 ára gamli er ákærdur
fyri at hava tikið eina øks við úr
íbúðini, fyri at hava hildið órættaða
føstum, meðan tann 22 ára gamli
høgdi hann við øksini, og fyri at
hava stungið órættaða við knívi
ella onkrum líknandi.
Tann 22 ára gamli er ákærdur
fyri at hava nýtt øksina í álopinum.
Men hvørgin teirra sigur seg
vita, hvussu øksin kom úr íbúðini
og út á vegin. Tann 22 ára gamli
sigur, at hann átti øksina, men
veit ikki, um hann tók hana út við,
meðan tann 24 ára gamli játtar, at
hann fann øksina fram, men sigur,
at tá hann var liðugur at lata seg í
um føturnar, var øksin burtur. Tað
næsta hann sá til øksina, var tá
vinmaðurin sveiggjar hana niður
á ryggin á órættaða.
Tann 24 ára gamli noktar eisini
fyri, at hann helt órættaða føst
um. Hann sigur, at teir fóru út og
kravdu eina umbering frá órætt
aða fyri at hava sligið vinmannin.
Tá órættaði noktaði, legði hann
fót fyri honum, men ólukkutíð
duttu báðir, og hann endaði undir.
Brádliga byrjar órættaði at ýla og
gráta, og tað er ikki fyrr enn ákærdi
kemur á føtur, at hann sær, at tann
22 ára høggur við øksini. Hann
rópar tá á hann, biðjur hann steðga
og fær soleiðis steðga álopinum.
Hann noktar eisini fyri, at hann
hevur stungið órættaða við knívi.
Fjaldi øksina fyri
vinmannin
Tann 22 ára gamli sigur seg minn
ast lítið frá tí, at teir fóru úr íbúð
ini. Hann minnist okkurt í brotum.
Ein mynd hevur fest seg í minnið,
av at hann situr yvir tí órættaða
og høggur eftir honum. Ein onn
ur mynd er, at hann stendur og
hyggur at øksini, og ein triðja, at
hann hyggur eftir sær sjálvum
í speglinum og sær, at hann er
blóðdálkaður.
Tað næsta hann minnist, er at
løgreglan vekir hann í íbúð sínari,
og síðani, at hann aftur vaknar í
brummuni.
Einaferð áður er hann vaknað
ur í brummuni. Tað ferðina hevði
hann stungið ein mann við knívi
tríggjar ferðir. Hann gjørdist
tí bangin, tá hann vaknaði, og
spurdi tí beinanvegin løgregluna,
um hann hevði dripið nakran hesa
ferð.
Tann 24 ára gamli greiddi í
rættinum frá, at tað gerst honum
skjótt greitt, at hetta ikki er gott
fyri vinmannin. Hann fær øksina
frá vinmanninum og goymir hana
undir einum flagtaki í grannalagn
um. Knívin hjá órættaða finnur
hann á vegnum og blakar hann inn
í ein urtagarð. Síðani fara hann og
vinmaðurin heim.
Har fær hann vinmannin í song
og síðani tveitir hann blóðdálkaðu
klæðini hjá vinmanninum í vaski
maskinuna. Lítla løtu seinni er løg
reglan á hurðini.