Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 14 TEMA: Uppsagnir Uppsagnir Hvat hava ein uppsagdur tíðindaleiðari, ein upp­ søgd leiðandi ljósmóður og ein uppsagdur deildar­ leiðari á Lands­sjúkra­ hús­inum til felags? Jú, tær eru allar offur fyri mangl­andi proportión, fyri at vera uppsagdar uttan ávaringar og tvær teirra fyri brot á reglurnar um partsinnlit. ONGAR Á MANGLA OG MAN - Úti av pro­ portiónum Sigrid Christensen, Liljan Weihe og Tórhild Eysteinsdóttir Mohr fingu allar viðhald frá ávikavist Heilsu- og Innlendismálaráðnum og Mentamálaráðnum, millum annað tí eingin avgerðin um uppsøgn var propotional. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO Í sambandi við ógildaðu uppsøgnina av Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðara í Kringvarpinum, hava føroyingar hoyrt nógv um hesa “ópropotionalu” avgerð, sum Mentamálaráðið sendi aftur í høvdið á Johnny í Grótinum. Proportionalitetsprinsippið merkir, at, at almenn arbeiðspláss hava skyldu til at taka tey mist víðgongdu stigini møgulig, fyri at loysa ein trupulleika. Tað er ikki fyrr enn øll minni víðgongd stig eru roynd ella mett um, at ein uppsøgn kann koma upp á tal. Tó so gongur aftur hjá øllum trimum kvinnunum, sum eru upp­sagdar av Johnny í Grótinum seinasta árið, at upp­ søgn­in er óproportional. Vit byrja við tí feskasta. Tí í førinum um Sigrid Christ­ ensen, fyrrverandi leiðandi ljósmóður á Lands­sjúkra­ hús­inum, er Heilsu- og Innlendismálaráðið púra greitt í sín­ari niðurstøðu – tað eigur at vera serliga umráðandi at fylgja proportionalitetsgrundregluni, tá ið ljósmøður hava óvanliga avmarkað starvsøki í Føroyum. “Landssjúkrahúsið hevur ikki ávíst viðurskifti, sum hava við sær, at tað í hesum málinum var talan um eitt so átroðk­andi mál, at Landssjúkrahúsið kundi seta vanligar regl­ur um hoyring og ávaring til viks og fara beinleiðis til upp­søgn. Tað eru heldur ongar upplýsingar í málinum, sum týða upp á, at leiðslan á Landssjúkrahúsinum kann­ aði møguleikan fyri, hvørt Sigrid Christensen kundi fáa í boði annað starv, til dømis sum “vanlig” ljósmóðir, áðr­enn gjørt varð av at handa henni ætlanarskriv um uppsøgn. Havandi í huga tað ógvuliga avmarkaða starvs­ øki sum ljósmøður hava í Føroyum, so verður mett, at tað í slíkum førum sum hesum er serliga umráðandi at fylgja proportionalitetsgrundregluni og ikki siga einum starvs­fólki úr starvi, um tað kann hugsast at verða nokk til at loysa trupulleikan, at viðkomandi fer í eitt annað starv”, Heilsu- og Innlendismálaráðið, 1. juni 2018 Sama skil er í tí førinum við Liljan Weihe. Tí hóast Menta­málaráðið í tí førinum sigur, at ráðið metir ikki, at Lilj­an Weihe hevur sýnt rættan leiðsluatburð, so verður kort­ini sagt, at hon var í góðari trúgv um tær útsagnir hon frambar til Kringvarpsstýrið, og at avgerðin um at siga hana úr starvi er óproportional. “Sum fyrisitingarmyndugleiki átti Kringvarp Føroya tí at roynt aðrar minni víðfevnandi loysnir samsvarandi tí, ið stendur í vegleiðingini hjá lønardeildini í Fíggj­ar­mála­ ráðnum um uppsøgn, og sum samsvarar við fyrisit­ing­ ar­rættarliga proportionalitetsprinsippið, áðrenn farið var undir eina uppsagnartilgongd”, Mentamálaráðið, 20. apríl 2018. Og Tórhild Eysteinsdóttir Mohr, fyrrverandi deild­ar­ leið­ari á B3 á Landssjúkrahúsinum upplivdi tað sama. Í tí avgerðini sigur Heilsu- og Innlendismálaráðið soleiðis: “Mett verður ikki, at tað fyriliggja upplýsingar í mál­ inum, sum stuðla undir, at støðan á deildini kundi met­ast at vera so ring, at Landssjúkrahúsið ikki kundi fara undir at arbeiða við trupulleikanum heldur enn at fara bein­ leið­is til eina uppsøgn”, Heilsu- og Inn­lendis­mála­ráðið, 8. nov­ember 2018 - Ongar ávaringar framman­ undan 7 ár, 3 ár og 6 ár. So leingi hava ávikavist Tórhild Eysteinsdóttir Mohr, Sigrid Christensen og Liljan Weihe sitið í sínum leiðarastarvi uttan at fáa nakra ávaring ella aðrar starvsrættarligar ábreiðslur. Í øllum trimum førunum verður Johnny í Grótinum og leiðslan á ávikavist Landssjúkrahúsinum og Kringvarpinum søgd at ikki fylgja vanligu mannagongdunum. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO S um ávist aðrastaðni í temasíðunum eru fleiri líkheitir millum uppsøgnina hjá Tórhild Eysteinsdóttir Mohr, Sigrid Christensen og Liljan Weihe. Ein teirra er, at eingin av kvinn­un­ um fingu nakra ávaring í sínum starvi áðrenn tær vórðu sendar til hús. Vit byrja við tí feskasta. Í avgerðini um at ógilda upp­ søgnina av Sigrid Christensen, fyrrverandi leiðandi ljós­ móður á Landssjúkrahúsinum, vísir Heilsu- og Inn­lendis­ málaráðið á, at Sigrid Christensen hvørki hevur fingið nakra ávaring ella átalu áðrenn, og at hon eftir øll­um at døma var væl dámd av sínum starvsfólkum. “Sambært upplýsingunum í málinum hevði Sigrid Christ­ensen onga átalu ella ávaring fingið í starvi sínum sum leiðandi ljósmóðir. Tað er heldur einki í skjølunum, sum týðir upp á, at hon ikki røkti sínar grundleggjandi upp­gávur sum leiðandi ljósmóðir. Telduposturin, sum ljósmøðurnar sendu sjúkrahúsleiðsluni á Lands­sjúkra­ hús­inum tann 6. august 2017 í sambandi við, at Sigrid Christ­ensen fekk handað ætlanarskriv um uppsøgn, týðir harnæst upp á, at Sigrid Christensen var væl lýdd