Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 15 ÁVARINGAR, ANDI PROPORTIÓN GLANDI INNLIT og hevði stóra virðing millum síni starvsfólk”, Heilsu- og Inn­lendismálaráðið 1. juni 2018. Tað sama ger seg galdandi við Liljan Weihe. Tí held­ur ikki hon hevur fingið nakra ávaring ella átalu áðrenn hon varð send til hús. Mentamálaráðið skrivar í av­gerð­ini: “(Harumframt) verður dentur lagdur á, at kærarin hevur hevur verið í starvi í seks ár sum tíðindaleiðari í Kring­varpi Føroya, og kærarin hevur ongantíð í hes­um starvi fingið átalu ella ávaring ella líknandi”, Menta­mála­ ráðið 20. apríl 2018 Og tað sama ger seg eisini galdandi í førinum við Tórhild Eysteinsdóttir Mohr, har Heilsu- og Inn­lendis­ mála­ráðið vísir á somu viðurskifti. “Torhild hevur sambært upplýsingunum í málinum ongar ávaringar ella aðrar starvsrættarligar ábreiðslur fingið, meðan hon hevur verið í starvi sum deildarleiðari á B3”, Heilsu- og Innlendismálaráðið 8. november 2017 - Vórðu upp­ sagdar uttan nøktandi møguleika at verja seg Liljan Weihe og Sigrid Christensen fingu ikki nøktandi innlit í, hví tær vórðu koyrdar úr starvi. Tvey málaráð staðfesta, at í báðum førunum er talan um brot á partshoyringarreglur. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO S igrid Christensen og Liljan Weihe eru sambært ávikavist Heilsu- og Innlendismálaráðnum og Menta­málaráðnum, báðar offur fyri manglandi inn­lit og harvið vantandi møguleika til parts­ hoyr­ing. Tað merkir, at tær eftir øllum at døma ikki hava fingið tey neyðugu skjølini, sum liggja til grund fyri, hví tær vórðu koyrdar úr starvi, og harvið hava ikki fingið høvi at svara upp á hetta, sum tær annars hava rætt til sam­bært fyrisitingarlógini. Í avgerðini hjá Heilsu- og Innlendismálaránum, sum kom fríggjadagin í farnu viku, er ikki einans ein nið­ur­ støða sum ógildar uppsøgnina av Sigrid Christ­en­sen. Har er eisini eitt viðhald í einari kæru um manglandi innlit. Heilsu- og Innlendismálaráðið skrivar í niðurstøðuni um uppsøgnina av Sigrid Christensen eisini um mangl­ andi innlitið. “Mett verður heldur ikki, at Landssjúkrahúsið í nóg stór­an mun hevur ført prógv fyri teimum ítøkiligu við­ ur­skiftunum, sum í uppsagnarskrivinum eru nýtt sum grundgeving fyri, at leiðslan misti álitið á Sigrid Christ­ ensen. Tað var ikki fyrr enn, at Heilsu- og Inn­lendis­ málaráðið við telduposti til Landssjúkrahúsið, tann 29. november 2018, bað um at fáa innlit í samskiftið mill­ um depilsleiðsluna og stjórn á Landssjúkrahúsinum og depils­leiðsluna/stjórn og Sigrid Christensen um broyt­ ing­arnar, sum vórðu settar í verk tann 1. apríl 2017, bæði áðr­enn og aftaná, at broytingarnar vórðu settar í verk (....), at Landssjúkrahúsið tann 16. januar 2018 kom við ein­ari longri frágreiðing um, hvørjar grundgevingar vóru fyri, at leiðslan hevði mist álitið á Sigrid Christensen”, Heilsu- og Innlendismálaráðið 1. juni 2018. Sostatt staðfestir Heilsu- og Innlendismálaráðið í lemj­andi atfinning móti táverandi sjúkrahúsleiðslu, at tað gingu heili fýra og ein hálvur mánaður áðrenn ein frá­greiðing kom um, hví Sigrid Christensen skuldi koyr­ ast úr starvi. Hetta kærdi Sigrid Christensen og sakførari hennara um og fingu viðhald í. Í niðurstøðuni um kæruna sjálva sigur Heilsu- og Innlendismálaráðið víðari, at Lands­ sjúkra­húsið í fleiri umførum tvíhelt um, at allir upp­lýs­ ing­ar vórðu latnir til Sigrid Christensen, men at hetta ikki var satt. Í avgerðini hjá Mentamálaráðnum um at ógilda upp­ søgn­ina av Liljan Weihe er støðan tann sama. “Mentamálaráðið metir heldur ikki, at partshoyringin hev­ur verið nøktandi. Hetta verður lutvíst grundað á, at tað stendur skrivað “millum annað” í ætlanarskrivinum um uppsøgn í sambandi við hoyring um veruligar (faktuellar) umstøður, ið sambært kringvarpsstjóranum grunda illoyalitet. Hetta gevur eina fatan av, at har kunnu vera onnur faktuel viðurskifti, ið parturin (Lilj­ an Weihe, red) ikki er vorðin hoyrdur um. Harnæst met­ir Mentamálaráðið ikki, at tað er í samsvari við parts­hoyr­ingarreglurnar, at kring­varpsstjórin longu tann 23. nov­ember 2017 skrivar til Kring­ varps­stýrið, at málið fær starvs­ rætt­arligar fylgjur fyri kæraran (Lilj­an Weihe, red). Hetta kann, um­framt at vera tyngjandi fyri kær­aran, geva tað óhepnu fatan, at avgerðin í veruleikanum var tik­in, og at tað tí var nyttuleyst hjá kæraranum at gera við­merk­ ingar til ætlaðu uppsøgnina”, Menta­málaráðið 20. apríl. 2 av 3 uppsøgnum