Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 16 TEMA: Uppsagnir Uppsagnir – Tá leiðslan á Landssjúkra­hús­inum eftir øllum at døma hvørki valdi at inndraga leiðandi ljósmóðir ella hinar ljós­møðurnar, áðrenn avgerðin varð tikin um at umskipa føðideildina, og heldur ikki valdi at gera serliga nógv burturúr at greiða frá og grundgeva fyri, hví tey mettu, at tann loysnin tey valdu var tann rætta at royna, so kundu tey ikki uttan víðari vænta, at tað fór at verða gjørligt hjá leiðandi ljósmóðir at motivera ljósmøðurnar til loyalt at arbeiða sambært avgerðini hjá leiðsluni, skrivar Heilsu- og Innlendismálaráðið, sum hevur ógildað uppsøgnina av Sigrid Christensen, fyrrverandi leiðandi ljósmóður á Landssjúkrahúsinum. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO F lestu føroyingar minnast ivaleyst stríðið á føði­deild­ini í fjør. Stríðið, sum elvdi til, at ljósmøður í hópa­tali blivu sjúkrameldaðar fyri strongd og sum endaði í Fasta Gerðarættinum, hevur vart í nógv ár. Men tað byrjaði av álvara at taka dik á seg, tá ið táverandi leiðsl­an á Landssjúkrahúsinum, við Johnny í Grót­in­ um á odda, valdi at umskipa føði­deildina. Nú skuldi tað ikki longur vera ein føði­deild. Tað skuldi heldur vera ein barsils­deild og ein burðardeild. Hetta varð gjørt fyri at skipa ábyrgdina á føðideildini millum sjúkra­systr­ arn­ar øðrumegin og ljós­møðurnar hinu­ megin. Hendan avgerðin um barsils­deild og burð­ardeild varð tó tikin aft­ur av Johnny í Grót­inum, sum setti tað í gildi, millum annað tí tað elvdi til so mikið stórt rok á Lands­ sjúkra­húsinum og í almenna rúm­in­um, at barna­konur byrjaðu at kenna seg ótryggar við støðuna. Men avgerðin náddi kortini at kosta nøkrum fólkum starvi. Ein teirra var tá­ver­ andi leið­andi ljósmóðurin á Lands­sjúkra­ hús­in­um, Sigrid Christensen. Síðsta dag­ in Johnny í Grótinum hevði sum stjóri á Lands­sjúkrahúsinum valdi hann nevniliga at siga Sigrid Christ­ensen úr starvi, eftir at hon hevði fingið ætlanarskriv í juli mán­aði. Tað vísti seg tó at vera enn ein ólóglig upp­ søgn hjá Johnny í Grót­in­um. Tí fríggjadagin í síðstu viku ógildaði Heilsu- og Innlendis­ mála­ráðið upp­søgn­ina og í dag er Sigrid Christ­ensen ivaleyst ávegis út á Lands­ sjúkra­húsið at forhandla um, hvat nú skal henda. Hetta hend­ir eftir smáar 10 mánaðir utt­an starv og í óvissuni um, hvat nú skal henda. Hetta er eitt komplekst mál, og niður­ støðan hjá Heilsu- og Inn­lendismálaráðnum inniheldur bæði eina avgerð um at ógilda upp­søgnina og somuleiðis eitt við­hald til Sigrid Christensen um eina kæru, hon hevur sent í hesum sam­bandi. Vit byrja við orsøkini til upp­søgnina. Avgerðin um at býta føðideildina sundur Sigrid Christensen hevði evstu fak­ligu ábyrgd ábyrgd av ljós­møðra­fak­inum, tá ið hon sat sum leiðandi ljósmóður á Lands­ sjúkra­húsinum. Kortini vísa skjøl frá Heilsu- og Inn­lendismálaráðnum og Lands­ sjúkra­húsinum, at hon ikki varð kunnað um avgerðina um at broyta bygnaðin á føði­deild­ ini fyrr enn ein tíma áðrenn avgerð­in varð al­ment fráboðað á Lands­sjúkra­hús­inum annars. Sambært ætlanarskrivinum og upp­sagn­ arskrivinum, sum Sigrid Christensen fekk frá Johnny í Grót­inum, so var orsøkin til upp­sagn­ina tann atburðurin, sum hon vísti í starvi sínum aftaná at avgerðin varð tik­ in um at starvs­fólka­liga býta føðideildina sund­ur. Men júst hendan avgerðin er eisini um­ rødd í niðurstøðuni hjá Heilsu- og Inn­lendis­ mála­ráðnum. Tí í viðgerðini av uppsøgnini hjá Sigrid Christensen hevur Heilsu- og Inn­ lendis­málaráðið hugt nærri eftir avgerðini um at býta føði­deildina sundur. Um hetta skriv­ar Heilsu- og Innlendis­mála­ráðið so­ leiðis: “ Viðvíkjandi avgerðini, sum varð tikin tann 29. mars í 2017, um starvsfólkaliga at býta sundur Føðideildina í eina Burð­ar­deild og eina Barsilsdeild, so er tað undrunarvert so lítið skriv­ligt tilfar fyriliggur frá fyri­ reikingunum av umrøddu avgerð­ini. Hetta serliga tá havt verður í huga fakstríðið, sum hevur verið á Føðideildini tey seinastu nógvu árini og tey afturvendandi kjak­ini um, hvat verður mett at vera best fyri mammurnar og tey ný­føddu børn­ini”, Heilsu- og Innlendis­ mála­ráðið, 1. juni 2018 Víðari vísir Heilsu- og Inn­lendis­málaráðið á, at tað er løgið, at Sigrid Christensen ikki er tikin við upp á ráð. “Somuleiðis er tað undrunavert, at leiðandi ljósmóðir við evstu ljós­møðrafakligu ábyrgd g avgerð­ar­rætti í Føroyum, ikki hevði nakran stór­vegis leiklut, tá avgerðin skuldi takast, eins og hon sambært upp­lýs­ingunum í mál­inum fyrst varð kunnað um avgerðina ein tíma, áðrenn av­gerð­in varð alment frá­ boðað øllum starvs­fólkunum á A2”, Heilsu- og Innlendis­mála­ráðið 1. juni 2018 Leiðslan átti at vitað betur LEMJANDI KRITIKKUR AV OG HANDFARING AV FØÐ Heilsu- og Innlendismálaráðið við Johnny í Grótinum