Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 17 V UPPSØGN ÐIDEILDINI Heilsu- og Innlendismálaráðið er sann­ført um, at avgerðin um at halda Sigrid Christ­ en­sen uttanfyri ávirk­an og avgerðini um at býta føði­deildina sundur í tvær deildir, hevur elvt til ónøgdsemi millum part­arnar. Og hetta skuldi leiðslan vitað. “Mett verður, at leiðslan á Lands­ sjúkrahúsinum átti at vitað, at avgerðin fór at hava stóra ávirkan á bæði leiðandi ljós­ móðir og hinar ljósmøðurnar, og at leiðslan tí átti at gjørt meira burturúr at inndraga ljós­møðurnar í viðgerðina av mál­in­um, áðrenn avgerðin varð tikin. Hetta hevði eisini verið betri í sam­svar við §12 í sáttmálanum millum FL og FMR. Um leiðslan ikki ynskti at inn­draga leiðandi ljósmóðir og/ella hinar ljósmøðurnar meira, áðr­enn avgerðin varð tikin, so átti leiðsl­an at gjørt meira burturúr at greiða frá og grundgeva fyri avgerðini”, Heilsu- og Innlendis­mála­ráðið 1. juni 2018. Vìðari staðfestir Heilsu- og Inn­lendis­ málaráðið, at leiðslan sjálv setti seg í tað støðu, at Sigrid Christ­ensen hevði trupult við at fáa ljósmøðurnar at gera sum leiðsl­ an vildi. “Tá leiðslan á Lands­sjúkra­hús­inum eftir øllum at døma hvørki valdi at inndraga leiðandi ljósmóðir ella hinar ljós­møð­urnar, áðrenn avgerðin varð tikin, og heldur ikki valdi at gera ser­liga nógv burturúr at greiða frá og grundgeva fyri, hví tey mettu, at tann loysnin tey valdu, tann 29. mars 2018, var tann rætta at royna, kundu tey ikki uttan víðari vænta, at tað fór at verða gjørligt hjá leiðandi ljósmóðir at motivera ljós­møðurnar til loyalt at arbeiða sam­bært avgerðini hjá leiðsluni”, Heilsu- og Innlendismálaráðið 1. juni 2017 Við millum annað hesum grund­gevingum gav Heilsu- og Inn­lendismálaráðið Sigrid Christ­en­sen viðhald í, at avgerðin hjá Lands­ sjúkrahúsinum um at siga hana úr starvi var ógildug. - Brotini mugu fáa avleiðingar fyri Liljan Weihe - Sjálvur meti eg, at tú við hesum atburði tínum móti stovninum hevur skatt umdømið hjá stovninum og álitið á leiðsluna millum starvsfólk á stovninum og onnur uttanfyristandandi á ein slíkan hátt, at hetta má fáa fylgjur. Tað eru serliga skerpandi umstøður, at tú sum deildarleiðari hevur skatt umdømið hjá stovninum, skrivar Johnny í Grótinum í triðja ætlanarskrivinum til Liljan Weihe. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO Johnny í Grótinum hevur mist álitið á Liljan Weihe. Tað kemur fram í ætl­an­ arskrivinum frá kringvarps­stjór­an­um til Liljan Weihe, dagfest 7. mai í ár. Og tað er hetta ætlanarskriv Johnny í Grótinum vísur til, tá ið Vikuskiftis Sosial­urin spyr um viðmerkingar til hesar tríggjar uppsøgnir, sum eru umrøddar á tema­síð­ un­um hesaferð. Johnny í Grótinum hevur handað Liljan Weihe trý ætlanarskriv í hesari Kring­varpsorrustuni. Tað seinasta við ein­um tilboði um nýupprættað starv, har Liljan Weihe millum annað skal gera greiningar av tíðindaflutninginum, gera uppsøkjandi og gravandi arbeiði, fylgja altjóða tíðindaflutninginum og so framvegis. Eitt starv, har Liljan Weihe er handan kulissurnar á tíð­inda­ deildini í Kringvarpinum. Hetta hev­ur, sum flestum kunnugt, elvt til enn eina kæru til Mentamálaráðið, har kært verður um, at hetta sambært Lilj­an Weihe í veruleikanum er ein uppsøgn, tí hetta er munandi øðrvísi í tign og arbeiðsuppgávum enn eitt tíðinda­leið­ara­ starv. Tí er Johnny í Grótinum ikki samd­ ur í, og tí er lønin hjá Liljan Weihe tann sama sum deildarleiðarastarvi gav – um hon also skuldi tikið av nýggja starvinum. Somu­leiðis viðførir hendan ósemjan, at Johnny í Grótinum krevur, at Liljan Weihe kemur til arbeiðis at røkja nýggja starvið, meðan Mentamálaráðið viðgerð kær­una frá Liljan Weihe, og tí skal hon nú møta í næstum í Kringvarpinum – hóast málið ikki er endaliga avgreitt enn. Orsøkin til, at Johnny í Grótinum ikki letur Liljan Weihe koma aftur til arbeiðis sum tíðindaleiðari er, at hann hevur mist álitið á Liljan Weihe. Hann skrivar í triðja ætlanarskrivinum: “Vísandi til álvarsomu umstøðurnar og greiðu niðurstøðuna hjá MMR um leiðsluatburð tín eri eg komin til tað niðurstøðu, at eg ætli at flyta teg í annað starv innan setanarøkið. Leiðsluatburður tín var so grundleggjandi skeivur, at eg ikki kann hava álit á, at tú kanst røkja uppgávuna sum tíðindaleiðari á nøktandi hátt, ei heldur at tú kanst vera partur av leiðslubólki stovnsins. Í KVF starvast áleið 85 starvsfólk í føstum starvi undir leiðslu av teimum fýra deildarleiðaranum í leiðslubólkinum, tí er alneyðugt, at eg sum evsti ábyrgdarhavandi av stovninum kann hava fult álit á hesum deildarleiðarum, sum eg leiði stovnin ígjøgnum. Tí meti eg ikki, at ein átala ella ávaring røkkur endamálinum við inntrivinum” – Johnny í Grótinum í ætlanarskrivið 7. mai 2018 Johnny í Grótinum um KVF