Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 18 Hon varð uppsøgd, tí leiðslan á Landssjúkrahúsinum ikki var nøgd við hennara atburð – meðan hon var sjúkrameldað. Heilsu- og Innlendismálaráðið kolldømdi uppsøgnina. Ólógliga uppsøgnin av Tórhild Eysteinsdóttir Mohr ber brá av órímiligari viðferð. BARBARA HOLM BARBARA@SOSIALURIN.FO T ann 29. juli í 2017 fekk Tórhild Eysteinsdóttir Mohr eitt upp­ sagn­arskriv handað frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum. Hon skuldi ikki longur virkað sum deildarleiðari á B3, tí leiðslan hevði mist álitið á henni. Tann 8. november í 2017 varð tann avgerðin tó ógildað – Heilsu- og Innlendismálaráðið sendi uppsøgnina aftur í høvdið á leiðsluni og álegði Landssjúkrahúsinum at finna eina virðiliga loysn á málinum. Hendan uppgávan fall til eina aðra leiðslu enn hana, sum koyrdi Tórhild Eysteinsdóttir Mohr til hús, tí frá 1. september í fjør var Johnny í Grótinum ikki longur sjúkrahússtjóri, men heldur kring­ varps­stjóri. Tórhild Eysteinsdóttir Mohr hev­ur starvast sum deildarleiðari á Lands­sjúkra­ hús­inum frá 1. februar 2010, og fram til tann dagin hon varð koyrd, hevur hon onga ávar­ing ella aðrar starvsrættarliga ábreiðsl­ ur fingið – sama sum í førinum við Sigrid Christ­ensen og Liljan Weihe. Í ætlanarskrivinum til Tórhild Eysteins­ dóttir Mohr stendur millum annað soleiðis: “Við hesum verður sagt frá, at Lands­ sjúkraúsið hevur í umbúna at siga teg úr starvi sum deildarleiðari á B3, orsakað av, at leiðslan metir tað ikki vera ráðiligt, at tú byrjar aftur í starvinum sum deildarleiðari á B3”, Leiðslan á Landssjúkrahúsinum 23. mai 2017 Sum grundarlag undir ætlanini at siga Tórhild Eysteinsdóttir Mohr úr starvi, verður í ætlanarskrivinum víst á fundir og samskifti millum hana og leiðsluna á Lands­sjúkrahúsinum í tíðarskeiðnum des­ ember 2016 til mars 2017. Og tað vísir seg, at tað er atburður í hesum tíðarskeiðnum, sum er trupulleikin hjá leiðsluni á Lands­ sjúkrahúsinum og sum fær leiðsluna at siga Tórhild Eysteinsdóttir Mohr úr starvi. Ketan hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum leypir av Hetta tíðarskeiðið – desember 2016 til mars 2017 – er júst tað, sum eftir øllum at døma fær ketuna hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum at leypa av. Tí Tórhild Eysteinsdóttir Mohr var sjúkrameldað frá 20. desember 2016 og fram til 1. mars. 1. mars varð hon frískmeldað og fór aftur til arbeiðis. Hon var sostatt sjúkrameldað í nærum øllum tíðarskeiðnum, ið leiðslan á Lands­ sjúkra­húsinum nýtir sum grundarlag fyri avgerðini at siga Tórhild úr starvi. Í ætlanarskrivinum um uppsøgn stendur eisini at lesa, at leiðslan metir hennara lang­ tíð­arsjúkrameldingar hava havt stóra neiliga ávirkan á deildina, og sigur Landssjúkrahúsið seg hava havt ampa um, hvørt hetta kundi fáa neiliga ávirkan á sjúklingarnar. Og tí hava tey mett neyðugt at umhugsa, um Tór­ hild Eysteinsdóttir Mohr var før fyri at røkja starvið sum deildarleiðari á B3. Men aftur her leypir ketan hjá Heilsu- og Innlendismálaráðnum av. Í niðurstøðuni, sum kolldømir uppsøgnina, stendur millum annað soleiðis: “Tað framgongur ongastaðni nakað ítøkiligt um, hvørja neiliga ávirkan sjúkra­ meldingarnar høvdu á deildina, ella um sjúkrameldingarnar eisini høvdu nei­liga ávirkan á dagliga virksemið á B3 og/ella á sjúk­lingarnar”, Heilsu- og Innlendis­mála­ ráðið, 8. november 2017. Royndi at loysa trupulleikarnar Av fundarfrásagnum frá Landssjúkra­ hús­inum framgongur, at støðan á B3 var spent og var hetta orsøk til, at Tórhild Eysteinsdóttir Mohr varð sjúkrameldað at byrjað við. Støðan versnaði, meðan hon varð sjúkrameldað, men skjølini vísa eisini, at Tórhild Eysteinsdóttir Mohr ikki varð kunnað um hetta fyrr enn 2. mars, tá ið hon var frískmeldað og aftur til arbeiðis. Heilsu- og Innlendismálaráðið sigur tí í niðurstøðuni, at á hesum fundi 2. mars var Tórhild Eysteinsdóttir Mohr biðin um at koma við einari ætlan fyri, hvussu trupulleikarnir á B3 kundu loysast. Og tann 8. mars sendi hon skriv til leiðsluna við teimum broytingum, hon metti áttu at verða framdar. Somuleiðis hevði hon fund um støðuna 13. mars 2017, har tað er greitt frá í fundarfrágreiðingunum á Lands­sjúkra­hús­ in­um, at “hon tóktist hava yvirskot og vera væl fyri. Og tað setti hon eisini sjálv orð á á fundinum”. Heilsu- og Innlendismálaráðið skrivar tí um hesa støðuna: “Sambært fundarfrágreiðingini vistu sostatt hvørki Tórhild ella depilsleiðslan um trupulleikarnar á B3 fyrr enn miðskeiðis í desember 2016. Tórhild hevur sostatt ongan møguleika fingið til at bøta um hesar áðrenn fundin tann 13. mars 2017, tí hon hevði verið sjúkrameldað frá 20. desember 2016 til 1. mars TEMA: Uppsagnir Uppsagnir - UPPSØGD TÍ H VAR SJÚK Ólógliga uppsøgnin av Tórhild Eysteinsdóttir Mohr