hósdagur 7. juni 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
19
2017.”, Heilsu- og Innlendismálaráðið, 8.
november 2017
Víðari sigur ráðið, at sjúka er lógligt
forfall. Eisini hjá leiðarum. Í summum førum
kann ov nógv frávera vegna sjúku tó verða
ein saklig orsøk til at siga einum starvsfólki/
leiðara út starvi, men í hesum førinum eigur
man at fáa ávaring, og tað hevur Tórhild
Eysteinsdóttir Mohr ikki fingið. Sostatt
kann hetta argumenti ikki brúkast, held
ur ráðið. Víðari verður eisini víst á, at eingi
prógv eru fyri, at sjúkrameldingin hjá
Tórhild Eysteinsdóttir Mohr hevði neiliga
ávirkan á deild og sjúklingar.
“Tað eru ongar ítøkiligar upplýsingar
í málinum um, hvørt hetta málið fekk
neiliga ávirkan á dagliga virksemi á
deildini ella á sjúklingarnar. Sambært
fundarfrágreiðingini frá fundinum tann
13. mars 2017 metti leiðslan, at støðan hjá
starvsfólkunum var versnað, meðan Tórhild
var sjúkrameldað. Mett verður, at tað kann
verða trupult at lasta Tórhild fyri hetta,
tá hon var sjúkrameldað og sostatt ikki
var til arbeiðis í umrødda tíðarskeiðnum.
Mett verður heldur ikki, at tað fyriliggja
upplýsingar í málinum, sum stuðla undir,
at støðan á deildini kundi metast at vera so
ring, at Landssjúkrahúsið ikki kundi fara
undir at arbeiða við trupulleikanum heldur
enn at fara beinleiðis til uppsøgn. Soleiðis
eru ongar konkretar upplýsingar í málinum
um, á hvønn hátt virksemið á deildini var
darvað, og/ella hvørji viðurskifti gjørdu,
at farast mátti beinleiðis til eina uppsøgn”,
Heilsu- og Innlendismálaráðið, 8. mars 2017
Somuleiðis sigur Heilsu- og Innlendis
málaráðið, at Tórhild Eysteinsdóttir
Mohr samstarvaði á nøktandi hátt við
leiðsluna, meðan hon var sjúkrameldað
og tá hon kom aftur til arbeiðis. Við mill
um annað hesum grundgevingum hevur
Heilsu- og Innlendismálaráðið álagt Lands
sjúkrahúsinum at taka málið uppaftur. Tað
hevur Landssjúkrahúsið síðani gjørt og
úrslitið er, at Tórhild Eysteinsdóttir Mohr
fær løn sum deildarleiðari alt 2018.
HON
Kringvarpsstjórin
vil einki siga
Johnny í Grótinum ber seg undan at
gera fleiri viðmerkingar til tær tríggjar
uppsagnirnar, sum eru til viðgerðar í
temasíðunum hesaferð. Hann sigur í
stuttari viðmerking, at hann hevur ikki
fleiri viðmerkingar til uppsagnirnar á
Landssjúkrahúsinum, tí tað vil vera at
gera seg inn á sín gamla arbeiðsgevara.
Viðvíkjandi uppsøgnini av Liljan Weihe
vísir Johnny í Grótinum til triðja ætlan
arskrivið til Liljan Weihe, sum tú kanst
lesa í aðrari grein her á síðunum.
Vit høvdu viljað spurt Johnny í
Grótinum, hvussu tað ber til, at hann í
øllum trimum førunum, sum umrødd
eru her í blaðnum, ikki gav eina ávaring
ella átalu áðrenn hann sendi kvinnurnar
til hús. Vit høvdu vilja spurt, hvussu tað
ber til, at hann í tveimum førum ikki gav
gav kvinnunum møguleika at kenna allar
orsøkirnar til hví tær vórðu uppsagdar.
Vit høvdu vilja spurt, hví Johnny í
Grótinum ikki tók leiðandi ljósmóður við
í avgerðina um at umskipa føðideildina og
hví hann eftir avgerðina ikki metti tað
neyðugt at grundgeva fakliga fyri sínum
valið. Vit høvdu vilja spurt, hví ein av
umrøddu kvinnunum varð uppsøgd fyri
eitt tíðarskeið, har hon ikki var til arbeiðis
orsaka av sjúkramelding. Vit høvdu viljað
spurt, hvat Johnny í Grótinum hevur at
siga um tær tríggjar niðurstøðurnar,
sum allar hava líkheitir – eitt nú, at tað
ikki finst nøktandi dokumentatión fyri
avgerðunum hjá Johnny í Grótinum.
Og vit høvdu vilja spurt, um Johnny í
Grótinum sum stjóri hevði havt álit á
einum starvsfólki, sum seinasta árið
hevði kostað arbeiðsgevaranum 2.5
milliónir krónur og tikið tríggjar skeivar
avgerðir. Vit høvdu at enda viljað spurt,
um Johnny í Grótinum heldur, at Føroya
fólk framvegis kann hava álit á honum
sum stjóra, eftir at triðja uppsøgn hansara
er kolldømd.
Johnny í Grótinum hevur fingið hesar
og aðrar spurningar skrivliga, men sigur,
at hann ikki vil siga meira um málið enn
tað, sum stendur í ætlanarskrivinum til
Liljan Weihe.