Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 20 HALLUR AV RANA Í vikuni hendi tað aftur. Dansk­ ir politikarar tóku harðliga til orða og vístu sína misnøgd, tí føroyingar ikki fylgja leistinum hjá Danmark og restina av Evropeiska Samveldinum í boy­ kottinum móti Russlandi. Hetta er ikki fyrstu ferð og tað verður nokk heldur ikki síðstu ferð, at danskir politikarar mót­ mæla føroyska serstøðuna í harða stríðnum millum vestur­heimin og Russland. Hesaferð vóru tað framsøgufólkini í uttan­ríkis­málum hjá Venstre og danska Javn­aðar­ flokki­num, sum í samrøðu við TV2 funnist at Føroyum. - Tað er sera týdningarmikið, at vit í løtuni senda ein so greiðan boð­skap sum møguligt til Putin. Og man nýtist ikki gott hugflog fyri at ímynda sær, at tey ymisku propagandatólini hjá Russland fara at brúka hetta til fulnar í teirra frágreiðing um, hvussu vit í vesturheiminum ikki veruliga standa saman, segði Michael Aastrup Jensen, talsmaður hjá Venstre í uttanríkismálum, men legði aftrat, at hann virðir rættin hjá før­oyingum at gera ein frí­ handils­sáttmála við Russland, men heitir á føroyingar, um at hugsa seg væl um. - Vit uppliva í løtuni eitt Russ­ land, ið er sera ágangandi móti øllum vesturheiminum. Eg hevði vónað, at man í vesturheiminum var samlaður móti áganginum, ið vit uppliva frá Putin. Sæð við teim­um eygunum virkan hendan av­talan beint øvugt, segði Michael Aastrup Jensen. Nick Hækkerup, ið talsmaðurin hjá danska Javnaðarflokkin í uttan­ríkismálum, lat heldur ongan iva vera um hvat hann helt um føroyska samhandilin við Russ­ land. - Tað kann gott vera, at Føroyar við eini slíkari avtalu kann selja fleiri vørur, men tað gongur út yvir tann felagsskap, ið vit í Evropa hava tørv á móti russum. Føroyar muga hugsa um, hvør tað í síðsta enda er, ið veitir vissu fyri teirra trygd og sjálvstýri. Hetta er ósolidariskt og óhøviskt móti teimum, ið teir eru í felagsskapi við og hava tørv á í øðrum støðum, segði Nick Hækkerup við TV2. Dagføring av Ríkisfelagsskapinum Føroyingar eru ikki teir einastu, ið danir ávara í hesum døgum. Í síðsta mánaði blandaði Lars Løkke Rasmussen, danski for­sætis­ málaráðharrin, seg upp í arbeiðið hjá grønlendsku stjórn­ini at byggja tríggjar nýggjar flog­vøllir. Orsøkin var, at millum tær seks fyritøkurnar, ið eru undan­góðkendar til at bjóða upp á arbeiðið, er almenna kinesiska fyri­tøkan China Communications Construction Company. Eitt møgu­ ligt samstarv, ið danskir politikarar ikki hava dult fyri, ikki eru serliga glaðir fyri. Hendan uppíblandingin hjá donskum politikarum í hvørji lond Grønland og Føroyar sam­ starva við er eitt tekin um, at ríkis­felagsskapurin tørvar eina dag­føring. Tað metir Bogi Eliasen, stjórn­málafrøðingur. - Tað er ikki nakar ivi um, at Ríkis­felagsskapurin treingir til eina dagføring. Tað hevði tænt øllum pørtum, um londini fingu arbeitt soleiðis, ið tey vildu. Í dag fyrigongur tað seg soleiðis í veruleikanum, men núverandi leistur skapar samstundis rúm fyri ósemjum og óvissum og í síðsta enda eisini fyri møguligum kon­ fliktum, sigur Bogi Eliasen. Serliga er tað ymisku støðurnar, ið londini í Ríkisfelagsskapinum hava til ES, ið er orsøkin til, at hesar ósemjur stinga seg upp, metir stjórn­málafrøðingurin. - At halda fast um eina eindar­ statshugsan, tá ein stórur partur av Ríkisfelagsskapinum er innanfyri, meðan restin er uttanfyri, verður alsamt truplari út frá einum løg­ frøðiligum sjónarmiði. At før­ oy­ingar í dag hava so nógvan sam­handil við Russland, ið aftur hevur sett fríhandilssáttmálan á breddan, botnar í ES-boykottinum av føroysku fiskivinnuni. Áðrenn tað var veruleiki, var tað ein støða, ið eingin trúði upp á kundi henda í Ríkisfelagsskapinum, sigur Bogi Eliasen. RÍKISFELAGS­SKAPURIN - Tað er ikki nakar ivi um, at Ríkisfelagsskapurin treingir til eina dagføring. Tað hevði tænt øllum pørtum, um londini fingu arbeitt soleiðis, ið tey vildu. Í dag fyrigongur tað seg soleiðis í veruleikanum, men núverandi leistur skapar samstundis rúm fyri ósemjum og óvissum og í síðsta enda eisini fyri møguligum konfliktum, sigur Bogi Eliasen, stjórnmálafrøðingur, nú danir enn einaferð finnast at føroyska samhandlinum við Russland - At halda fast um eina eindarstatshugsan, tá ein stórur partur av Ríkis­felagsskapinum er innanfyri, meðan restin er uttanfyri, verður alsamt truplari út frá ein­um løgfrøðiligum sjónar­miði