Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 21 MÁ DAGFØRAST Ikki einans Danmark Bogi Eliasen vísir á, at sum heild hava føroyingar rímiliga stórt frælsi at gera sum vit vilja í altjóða høpi, men tá tað ikki samsvarar við donsku dagsskránna, so kunna vit vænta, at vit verða hartað. - Støðan við Russlandi vísir onkursvegna, at vit hava de facto rætt at gera ting, men tá tað ikki sam­svarar við danska politiska viljan, so verða vit hartaði. Men tað er ikki nakað serdømi, tí tað hevur man eisini innanfyri ES. Pólland verður nú hartað fyri broytingar í rættarskipanini, meðan revsitiltøk blivu sett í verk móti Eysturríki, tá Frælsisflokkurin hjá Jörg Haider bleiv partur av stjórnini í 2000, greiðir Bogi Eliasen frá. Danmark er neyvan heldur ikki einasta land í Norðurlondum, ið heldur tað verða skeivt av Før­oyum at samstarva so nógv við russar. - Tað er eitt politiskt spæl í hvat grannalond og samstarvsfelagar halda vit kunna. Ísland hevur valt ikki at senda politikarar til HM- enda­spælið, hóast teir eru við fyri fyrstu ferð. So tað eru ikki bara danir, ið halda tað er skeivt at sam­ starva við russar. Hinvegin vísir hetta á, at tørvur er á einari meira skipan við størri gjøgnumskygni í Ríkis­felagsskapinum, ið staðfestir hvussu arbeitt verður í henni. Men tað er ikki vist, at partarnir ynskja tað gjøgnumskygni, tí tá tað ikki er til staðar, so kanst tú halda teg hava eitt størri rásarúm at virka í, sigur Bogi Eliasen. Føroyskir samhandilin við Russ­land er ikki einasta politiska málið, ið hevur fingið umrøðu í donskum miðlum seinastu tíðina, men hava fosturtøkulógin og grinda­dráp eisini verið frammi. Og júst grindadrápi er eitt dømi um, at danir ikki bara eru í stríð við føroyingar. - Viðvíkjandi grindadrápi, so hevur man frá danskari síðu valt at stuðla tí føroyska sjónarmiðinum. Tað vísir, at danir ikki bara nikka til populismuna, men stuðla før­oy­ ingum. So tað koyrir baðar vegir, vísir Bogi Eliasen á. Nýggjar avbjóðingar Meðan tað í løtuni er samstarvið við russar og kinesarar, ið skapa rumbul í Ríkisfelagsskapinum, so metir Bogi Eliasen, at næsta stóra avbjóðingin kemur sunnanífrá. Avgerðin hjá bretum at fara úr Evropeiska samveldinum kann nevniliga fáa stóran týdning fyri framtíðar samstarvið í Ríkisfelagsskapinum. - Tað er eingin ivi um, at tað verður rímiligur stórur tørvur á ein­um beinleiðis tvílandasamskifti við Bretland, tí nógv av tí kenslu­ liga við Brexit hevur koyrt upp á rættindini til havøkið og fiski­ vinnu­na. So hóast fiskivinnan ikki hevur so stóran búskaparligan týdn­ing fyri bretar, so fer hon at hava stóran týdning í teirra symbol­politikki eftir Brexit, metir Bogi Eliasen. Og tað verður tá føroyingar skulu byrja samráðingar við Bret­land um fiski­vinnuavtalur, handils­semjur og annað, at Bogi Eliasen metir, at Ríkis­felags­skap­ urin í verandi skapi aftur verður settur undir trýsti. - Tað verður ein nýggj geo­ politisk støða eftir Brexit, har stríðið um tilfeingi kann gerast hart. Tá hevur tað stóran týdn­ ing, at Ríkisfelagsskapurin er í ein­um leisti, ið virkar. Um tað er í einari dagførdari útgávu av Ríkis­felagsskapinum ella sum ein national­union, ið hon Ísland og Dan­mark høvdu áðrenn Ísland bleiv sjálvstøðugt, hevur ikki so stóran týdning, metir Bogi Elia­ sen, ið vísir á, at tað als ikki er vist, at Bretland verður lættari at sam­ ráðast við, nú teir ikki eru við í ES longur. Men at tað ber til, at finna ein nýggjan leist fyri Ríkisfelagsskapin, er júst Brexit eitt gott dømi um, vísir Bogi Eliasen á. - Um hugt verður eftir støðuni hjá Norðurírland eftir Brexit, so arbeiðir man har við øllum møgu­ lig­um leistum fyri semjum, ið man ikki trúði vóru møguligar til fyri stuttari tíð síðan. Tað týðir upp á, at tá tað er neyðugt at finna nýggja loysn­ir, so er tað møguligt, hóast tað kanska stríðir móti hvussu man áður hevur skilt, ella velur at skilja, rættarligar skipanir, sigur Bogi Eliasen. HALLUR@SOSIALURIN.FO - Støðan við Russlandi vísir onkursvegna, at vit hava de facto rætt at gera ting, men tá tað ikki samsvarar við danska politiska viljan, so verða vit hartaði