Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 22 G ÓÐAR BØKUR TIL FERIUNA Summarið er góð tíð at lesa bøkur, líkamikið um tú skalt njóta fríløtur her heima ella fert á feriu í útlondum. Vit geva tær her 10 viðmæli um bøkur, sum rigga væl sum summarlestur Horvna rósan Steintór Rasmussen Innan fáar dagar doyr ein kendur føroyskur yrkjari í Keypmannahavn og ein mentakona í Havn. Hví eru tey deyð og er samband millum deyðsføllini? Hetta er triðja bókin í krimirøðini um bindiklubbakvinnurnar. Í hesari bókini hava høvuðspersónarnir nógv upp á spæl, og persónlig loyndamál verða vavd upp í deyðsføllini. Bókin granskar føroyskt mentanarumhvørvi, og tað verður gjørt við hvøssum penni og eygleiðingum – og tað hevur longu skapt ekkó í mentanarumhvørvinum. Triðja bókin er tann sterkasta krimisøgan í røðini! Den der lever stille Leonora Christina Skov Tá ið mamman doyr, avger Leonora Christina Skov at skriva persónligu søguna um seg og serliga sambandið við mammuna. Einsama Christina livdi eitt krevjandi lív við einari mammu, sum ikki elskaði hana treytaleyst, og einum pápa, sum tók hædd fyri mammuni í øllum. Tá ið Christina verður vaksin, fer at skriva og tekur eina týðandi persónliga avgerð, verður sambandið við mammuna enn verri. Ein skakandi skaldsøga, sum byggir á veruligar hendingar í lívinum hjá rithøvundanum. Morgunfrúa Sólrún Michelsen Høvundurin, ið sjálv er komin væl til árs, sigur í hesum savni frá tilburðum í kvinnulívum. Høvuðspersónurin í næstan øllum søgunum er ein kvinna. Ikki sama kvinna, men kvinnur í ymsum aldri, við ymsum nøvnum, í ymsum umhvørvi, har tær eru fyri ymsum tilburðum, ið elva til tvístøður og ymisk vandamál, sum tær loysa hvør á sín hátt, ella sum tær ikki megna at loysa.  Allar søgurnar viðgera eksistentiell vandamál, stundum úr einum eitt sindur øðrvísi sjónarhorni, enn vit eru von við. Summar og sól: BØKUR Tann føroyska Tann persónliga Tann hugvekjandi