hósdagur 7. juni 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
23
Okkara maður í Havana
Graham Green
Bretin Wormold selir dustsúgvarar í
Havana í 1950’unum, men tá hann verður
lokkaður at njósnast fyri bretsku fregn
artænastuna, eru góð ráð dýr. Wormold
finnir upp á hernaðarútbyggingar og
gevur njósnaratænastuni tekningar av
nýggjum dustsúgvara. Hann sigur seg
eisini hava samband við týðandi fólk, sum
kunnu geva honum upplýsingar. Sam
stundis sum pengar renna inn í kassan
fyri njósnaravirksemið, verður støðan hjá
Wormold og hansara »keldum« alt meira
vandamikil. Ein klassisk njósnarasøga og
politisk satira hjá meistaranum Graham
Greene.
Little Fires Everywhere
Celeste NG
Listakvinnan Mia Warren flytur saman
við tannáringadóttrini til eitt friðarligt og
harmoniskt íbúðarøki í Shaker Heights í
Cleveland. Íbúgvarnir eru hampuligir og
heiðurligir. Elena Richardson er ein ímynd
av fólkinum í grannalagnum, og skjótt
verða børnini í Richardson-familjuni drigin
at tilflytarunum, sum tykjast spennandi.
Ein myrk og loyndarfull fortíð goymir seg
tó undir vatnskorpuni, og skjótt verður
lívið í Shaker Heights órógvað, tá ið eitt par
í grannalagnum skal ættleiða eitt barn við
kinesiskum-amerikanskum ættarbondum.
Nú daga loynidómar undan, og tað gongdur
fram ímóti dramatiskum samanbresti.
The Book of Dead Philosophers
Simon Critchley
Í 1626 vildi heimspekingurin Francis Bacon kanna, um
tað bar til at goyma kjøt í frosti. Nakað uttan fyri London
keypti hann ein høsnarunga, drap hann og gróv hann
niður í kavan. Bacon fekk lungnabruna og doyði fáar
dagar seinni. Hetta er ein av mongu søgunum í bókini,
sum greiðir frá, hvussu 221 kendir og minni kendir
heimspekingar doyðu. Rithøvundin heldur, at søgurnar
siga nakað um lívið og deyðan, og í øllum førum er bókin
væl skrivað, og hon er bæði upplýsandi og undirhaldandi
at lesa.
Forstå populismen
Anna Libak
Populisma er ikki orsøkin til trupulleikarnar
hjá vesturheiminum – hon er ein avleiðing av
alheimsgerðini, sum er farin ov langt. Tað er ein
av boðskapunum í nýggjari bók hjá journalistinum
Anna Libak. Hon vísir á, at populisman, sum
sæst í politiska heiminum, er ein fylgja av, at
veturheimurin er blivin veikari búskaparliga,
mentanarliga og demografisk samanborið við
onnur sterk øki í heiminum. Tí er eftirspurningur
eftir onkrari ideologi, sum kann venda gongdini.
Ein áhugaverd bók við viðkomandi ískoyti til kjakið.
Macbeth
Jo Nesbø
Norski krimirithøvundin Jo Nesbø hevur skrivað
enn eina spenningssøgu, sum fangar frá tí fyrsta
til tað síðsta. Søgan gongur fyri seg í einum lítlum
býi í norði, har tað regnar illa. Løgreglumaðurin
Macbeth er fyrrverandi rúsevnismisnýtari, og hann
stríðist ímóti bæði brotsmonnum og sær sjálvum.
Hann ásannar, at hann fer ikki at fáa tað vald, hann
ynskir, uttan hann er til reiðar at drepa fyri tað. Jo
Nesbø hevur lánt frá Shakespeare og hevur vavt
tað upp í eina spennandi krimisøgu, har nógv kann
ganga galið.
Mínar hejtur
Jørgen Leth
Danski rithøvundin og filmsmaðurin
Jørgen Leth skrivar beista væl. Í hesari
bókini hugleiðir hann um sínar hetjur,
og tað ger hann á hugtakandi hátt.
Hann skrivar um kendar súkklarar,
jazztónleikarar, sjónleikarar, listarfólk
og onnur. Honum dámar ikki hugtakið
«fyrimynd«, men »hetjurnar« lýsa sam
bært honum í náttarmyrkrinum. Skrivi
hugurin drívur bókina, sum er undir
haldandi og løtt at lesa.
The Face of War
Martha Gellhorn
Hon varð kend sum kona rithøvundan
Ernest Hemingway, men hon var nógv
meira enn tað. Hon skrivaði seg væl og
virðiliga úr skugganum hjá manninum,
og sum kvinnuligur krígskorrespodentur
skuldi hon mangan stríðast ímóti for
dømum og forðingum. Í einum savni av
reportasjum skrivar Gellhorn um spanska
borgarakríggið og um seinna heimsbar
daga, um slagmarkir og sjúkrahús, um
fallandi bumbur og um týningarlegur.
Hetta er slóðbrótandi skriving, sum
framvegis er viðkomandi og upplýsandi.
Tann klassiska
Tann loyndarfulla
Tann upplýsandi
Tann læruríka
Tann spennandi
Tann undirhaldandi
Tann djarva