hósdagur 7. juni 2018síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018
SOSIALURIN 64
24
ÍTRÓTTUR
TRÓNDUR ARGE – GUNDADALUR
E
li Hentze, venjari hjá U21
landsliðnum, uppgløddur,
tá hann greiðir frá, at
uppgávan er hjá hvørjum
einstøkum spælara at hugsa um
at gera sítt besta. Orsøkin til
vinkulin á prátinum er, at U21
landsliðið hesa ferð eru uttan
fleiri lyklaspælarar, men tað hevur
landsliðsvenjarin ikki stundir til at
hugsa um. Hansara uppgáva er at
stimbra teir spælararnar, sum eru
tøkir og á vøllinum.
Ta skert tó ikki burtur, tá tú
kemur á ovara vøll í Gundadali,
at tað er lítið hugaligt at síggja
Teit Jacobsen gera knævenjingar
uttanfyri vøllin. Hann er langtíðar
skaddur, meðan skjóti vongurin
hjá B36, Hannes Agnarsson,
stendur uttanfyri í renniskóm.
Hann er saman við liðfeløgunum
úr B36, Bjarna Petersen og Erlendi
Magnusson, skaddur.
Hákun Edmundsson hevur sitið
uttanfyri í skjótt fýra mánaðir.
Hann er ikki við, men er á veg aftur
verður sagt úr KÍ. Hartil situr mál
skjúttin frá fyrra dystinum, sum
endaði 1-1 í Finnlandi, Meinhard E.
Olsen uttanfyri við leikbanni.
Tað eru tó ikki hvør sum helst,
ið rennur á vøllinum til venjingina.
Toppskjúttin í føroyskum fótbólti,
Adrian Justinussen, er ein. Ársins
ungi spælari seinastu tvey árini,
Jóannes Bjartalíð, er ein annar.
Jákup B. Andreasen úr KÍ er aftur
á miðvøllinum. Bartal Wardum er
partur av bestu verjuni í landinum
higartil í ár, meðan Jákup Thomsen
er væl fyri, eftir at hava verið út
leigaður í næstbestu deildini í Dan
mark.
Eykamenninir, sum eru tilkall
aðir, spæla í løtuni fast hjá KÍ og
EB/Streymi. Steinbjørn Olsen
hevur bæði fingið møguleikan og
skotið mál fyri KÍ, meðan Pætur
Petersen er ljóspunktið hjá EB/
Streymi í í ár.
Eldhugaður Eli
Tað tykist sum U21 landsliðsvenj
arin veit, at spurningurin kemur.
Tað hevur eisini verið tosað um
tað í hópinum. Spælararnir vita
væl, at tað eru nakrir profilar eru
vekk, men U21 landsliðssøgan
hevur fleiri ferðir prógvað, at at
júst útskiftingar kunnu geva úrs
lit. Ongantíð meiri prógvað, tá
føroyska liðið skifti helmingin av
liðnum út, eftir at hava tapt 4-0 fyri
Rumenia í 2009. Dystin eftir kom
ein ungur Jóan Símun Edmunds
son inn frá byrjan. Føroyar vunnu
1-0 restin er søga.
-Tað snýr seg ikki um, um hesin
ella hasin er við. Tað snýr um, at
teir sum eru við, gera tað so gott
sum teir kunnu sum eitt lið, og sum
einstaklingar. Í prinsippinum er
tað líka mikið hvør er við, sigur Eli
Hentze, og leggur afturat:
-Tað snýr seg um, at avrikið frá
hvørjum er í topp. At vit standa
rætt, tá hinir hava bóltin. At vit av
greiða deyðbóltar væl og at vit eru
skjótir í álop, tá vit fáa bóltin. Tað
er grundarlagið fyri einum góðum
avriki, sigur Eli Hentze eldhugaður,
meðan venjingin er í góðveðrinum
í Gundadali.
Finnland í broyttari útgávu
Tað verður eitt álopskend og broytt
finskt U21 landslið, sum kemur til
Føroya at spæl í dag. Seinast londini
møttust endaði tað við javnleiki 1-1.
Eftir at hava verið spælt út av Tórs
vølli móti Danmark, fór føroyska
liðið til Finnlands og fekk eitt stig.
Meinhard E. Olsen skoraði málið.
-Tað er eitt øðrvísi lið enn tað,
sum vit møttu í Finnlandi. teir
hava skift venjara og leypa á við
nógvum fólki. Einum áleypara,
sum fær góða hjálp frá einum
miðvallara, meðan tveir eru eftir
á verjukenda miðvøllinum, sum
tó ikki eru verjukendi miðvallara.
Hartil koma bakkarnir við í álop, so
vit fáa úr at gera, sigur Eli Hentze.
Hann leggur dent á, at føroyska
liðið bara skal halda fram at spæla,
sum tað hevur.
-Tað kemur sjálvandi at ávrika
eitt sindur, at onkrir spælarar ikki
eru við, men vit skulu bara halda á
fram at gera tað, sum vit altíð gera.
Fyrireikingarnar hava gingið væl
og vit hava næstan sett liðið, sigur
U21 landsliðsvenjarin.
Kakubitin er eitt stig
Føroyska liðið hevur higartil fingið
fimm stig í bólki 3. Ein sigur á
Georgia og javnleikir móti Finn
landi og Póllandi. Sigurin á Georgia
var sannførandi, meðan stigið í
Finnlandi var ótrúliga kærkomið,
Føroyska U21 landsliðið skal fríggjadagin spæla móti Finnlandi í EM-undankappingini
fyri U21 landslið. Føroyska liðið er uttan lyklaspælarar, so nú sleppur breiddin
at vísa seg. Nýggir mans eru í hópinum, sum ferð á Svangaskarð fríggjadagin
U21 landsliðið:
NÚ SKAL
BREIDDIN
STANDA SEG