Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 26 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 1.partur T að er nógv skrivað um slupptíðina, men hetta er serliga um snøris­ tíð­ina, sum var fram til miðj­una av 1950-árunum. Tá kom “snellu­tíðin”, sum í sær sjálvum var ein kollvelting, men kortini einki ímóti tí, sum er hent seinni. Fyri júst 60 árum síðani varð eg sjálvur partur av hesi tíð og fekk tí hugskotið at skriva nakrar hug­ leið­ingar um hana. Fyrst til arbeiðis Tann 3. juni vóru liðin 60 ár síð­an, eg fór til skips. So kanska kundi tað verið á leið at hugleitt um hetta stigið hjá einum 14 ára goml­ um drongi. Hetta kann eisini geva eina ábending um, hvussu stórur mun­urin er á fyrsta stigi í “lívsins skúla” tá og nú. Eg var farin úr Gøtu skúla aft­ aná summarfrítíðina í 1957. Ætl­aði ikki at fara í skúla aftur, tá ið skúl­ in byrjaði aftur um miðjan aug­ust, men fekk boð um, at eg slapp ikki úr skúlanum fyrr enn 14 ára føð­ ing­ar­dagin 21. august, sum tí­skil gjørdist seinasti skúladagur. Beint, sum hetta verður skrivað, komu deyðsboðini av Dagfinni Pet­ersen. Vit vóru skúlafelagar og fóru í skúla í senn í 1951. Vit búðu í sama grannalagi og plagdu at fylgjast í skúla. Hann var ein fitt­ ur og raskur maður. Ærað verið minnið um hann. Tað var bara onkur einstakur av næmingunum, sum fór víðari sum t.d. til Havnar í realskúla og kanska víðari á studentaskúla. Ráð­ini vóru ikki til slíkt hjá teim­ um flestu. Men eitt tvey ár seinni, í 1959, kom prelim­inerskúli í Fuglafirði, sum var eitt kollveltandi tilboð til tey ungu á hesum leiðum. So hevði ein verið eitt ár yngri, hevði leiðin kanska verið tann vegin hjá mær og øðrum. Farin úr skúlanum var at fáa okk­urt at gera. Hetta var ikki so trup­ult. Tá varð vegur gjørdur frá Skipanesi móti Skálabotni, og hetta gav nógv arbeiði. Flutn­ing­ urin til og frá arbeiði var í opn­um last­bili. Tað var ikki altíð so tespi­ ligt. Tímalønin var kr. 4. Men hjá ein­um 14 ára gomlum var lønin helvt­in av vaksnamannalønini. Hetta gav kr. 16 um dagin. Tað var slett ikki so galið. Dreymurin um at sleppa til skips Móti sumri í 1958 varð roynt at fáa ein kjans við skipi. Hetta var støðan hjá teimum flestu av mín­ um javnaldrum. Hetta sømdi seg best fyri ein “rættan mann”. Spurn­ ing­urin var bara, hvørjum farast skuldi við. Størsti dreymurin tá var at sleppa við einum av teimum nýggju stállínuskipunum. Men hesi vóru tá so fá, at tað vóru bara teir allarhepnastu, sum fingu hend­an møguleikan. Í Gøtu vóru trý skip, sum skuldu fara til Íslands við snellu á saltfiskaveiðu. Tey vóru slupp­ irnar Báran og Fimm Systkin og so Gulenni, sum var eitt minni og nýggj­ari skip. Eg fór við Báruni, sum var ein av smærru sluppunum, tók eini 400 skip­pund. Hon var komin til Gøtu eitt ella tvey ár frammanundan, keypt fyri 60.000 kr. úr Vágunum, har hon kallaðist Oskar. Reiðari var Eivind Hansen, sum stóð fyri tí gamla handlinum í Norðragøtu, Glæman, kallað Pakkhúsið. Henda handil hevði verfaðir hansara, Tumm­as Jakku á Geilabø, fyrr staðið fyri. Eivind var sonur Jacob Han­sen, Havna Jákup, ein kendur yrkj­ari. Skipari var Meinhard Jensen. Hann var ættaður av Hellunum, og tí vanliga kallaður Hellu Mein­ hard. Vit vóru fýra 14-15 ára gamlir, sum skuldu okkara fyrsta túr við Báruni. Hinir vóru Jónsvein, sonur Meinhard, Eivind Heinesen í Norðragøtu og Arnhold Garðshorn úr Elduvík, sum var við saman við pápanum, Jógvani. Til Havnar at undirsøkjast Vit skuldu fara avstað fyrst í juni, og uppundir fráferðina var riggað til at fara. Tá var eitt slíkt skip roknað fyri eisini at verða eitt seglskip, og tí skuldu seglini eisini riggast til. Tey vórðu eisini nýtt viðhvørt sum til at fáa skipið at liggja støðugt. Mamma mín, sum ikki fyrr hevði varað av sjómanni, mátti so eisini rigga sín elsta son at fara hesa eftir umstøðunum longu leið til Íslands. Roknast kundi við at vera tveir mánaðir burtur. Tað lætti tó um, at Ólavur Gregersen í Syðrugøtu, seinni millum annað kendur fyri sítt spinnarí og reiðaravirksemi, hevði opnað eina sjóklædnabúð, so her fekst ein stórur partur av tí, sum mamman annars skuldu havt bundið og seymað. Tann fyrsta stóra hendingin var, at Báran tann 2. juni fór til Havnar at taka útgerð, serliga salt, og at kanna manningina fyri tuberklar. Vit fóru tíðliga á morgni av Gøtu, tí fyrst skuldu vit sigla Núverandi ættarlið hevur upplivað broytingar, sum vóru óhugsandi, tá ið tey vóru ung. Hetta er eisini galdandi fyri fiskarí TIL SKIPS FYRI 60 ÁRUM SÍÐANI Ein tíðarmynd: Samanbygda svart hvíta húsið er handilin, Glæman, sum reiddi Báruna út. Meinhard og konan Anna Martina. Tey 13 børn, 11 komu undan. Anna Martina var eitt grev.