Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-07, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. juni 2018síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 8. JUNI 2018 SOSIALURIN 64 27 Komandi partur Tað var eisini spennandi at koma inn í Íslandi. Her sóu vit ungu fyrstu ferð eitt flogfar. norður til Hellurnar og Elduvíkar eftir teimum monnum, sum skuldu við hagani. Til hesar bygdir var tá einki vegasamband. Í Elduvík vóru tað feðgarnir Jógvan og Arnold, og á Hellunum Jens Edvard, beiggi Meinhard, og Salomon, kallaður Salli. Salli er kendur sum kokkurin í bókini hjá Magnus Dam Jacobsen Í Grønlandi við Kongshavn. Tað varð ikki lagt at, og farið var við báti í land eftir monnunum. Tað var forvitnisligt at síggja hes­ar bygdir fyrstu ferð, sjálvt um tað bara var frá sjónum. So var siglt til Havnar, har øll manningin fór við bussi niðan á Sanatorinum í Hoy­dølum at verða kannað fyri tub­erklar. Her varð fyrst tikin blóð­roynd. Aftaná skuldi hvør mað­ur aftanfyri røntgentólið hjá Vil­helm Magnussen við sínum støð­ugu boðum um at “anda djúpt”. Hetta mann mangur maður hoyra fyri seg enn. Síðan fekst ein váttan um at viðkomandi ikki hevði tuberklar. Endamálið var at forða fyri, at einstakir menn kundu fara við skipi og smitta hin­ ar umborð. Henda kanningin er av­tik­in fyri mongum árum síðani. Tuberklakanningin var skjótt yvir­staðin. Ein fríløta var í Havn. Tá lá fyri at fara inn til ommu í Havn og siga henni og hús­fólk­in­ um farvæl. Komið varð aftur til Gøtu á kvøldi. Tá var eftir at fara inn til sókn­arformannin í fiski­manna­ felagn­um, Thorvald Joensen, at rinda limagjald, sum var kr. 20. Kvitt­anin skuldi vísast fram, tá ið mynstrað varð. So til Íslands Tað varð mynstrað dagin eftir, tann 3.juni, og so var farið til Ís­ lands. Á ferðini til Íslands arbeiddu menn­inir við at gera dekkið klárt til komandi túrin. Millum annð skuldu gerast fiskakassar, har fisk­urin kundi goymast, til hann varð reinsaður. Tá kundu teir til­ komnu menninir spæla okkum ungu eitt puss. Sum tá eg varð send­ur til skiparin at læna eitt wat­er­pass, sum sjálvsagt onga nyttu kundi gera umborð á einum skipi. Minnist enn speiska smílið hjá skiparanum. So býttur kundi ein vera. Onnur puss kundu vera at verða sendur til kokkin at læna lykil­in til palstúttuna, sum var fremst í lugarinum. Hetta var alt meina­leyst skemt. Báran var ein gomul slupp, sum ikki á nakran hátt kundi sam­met­ ast við tey nýggju skipini, sum tá byrj­aðu at koma. Maskinan var um 100 HK, men hon dálkaði so illa, at mitt á túrinum var neyðugt at fara inn at reinsa hann. Manningin var 15. 10 av teimum búðu frammi í lug­arinum, millum hesar var kokk­ ur­in, Gunnar Thomsen, seinni kend­ur frá klædnavirkinum í Norðra­gøtu. Yvirmenninir búðu aft­uri í kahúttini. Í lugarinum varð maturin eisini gjørdur, og her var eisini etið. Her helt manningin eisini til, tá ið ein frí­løta var. Her kundu menninir spæla kort ella “fox and geese”, sum var eitt væl dámt pinnaspæl. Lítið av útgerð hjá kokkinum Útgerðin hjá kokkinum var snøgt sagt bara ein kolkomfýrur. Eina ferð um vikuna var tað uppgávan hjá teimum ungu at lempa kol úr kol­kjallaranum, sum var undir dúrk­inum í lugarinum, upp í kol­ beink­in í lugarinum. “Sanitetið” hjá kokkinum var ein spann, har avfall av ymiskum slagi varð koyrt í. Tað var eisini uppgávan hjá teim­um ungu at fara upp á dekkið við skrellispannuni og stoyta inni­ haldið á sjógv. Sanitetið var annars ein onnur spann, sum var bukk­an. Onkrar sluppir vóru tó so fram­ komnar at tær høvdu wc. Vatnið var avmarkað, so tað kundi ikki spillast burtur við at mann­ingin vaskaði sær. Vatn­ tang­arnir vóru annars ikki altíð so reinir, so ofta var vatnið reytt av rusti. Hesum fekk tó eingin skaða av, men tað smakkaði ikki væl. Tann nautiska útgerðin var eisini avmarkað, men Báran hevði fingið eitt nýtt ekkolodd. Her bar til at síggja fisk og botn, og hvussu djúpt tað var. Síðan var tað sekstanturin og loggið saman við Bushmill og Stavanger. Hetta vóru radiostøðir, har skiparin taldi signalini um minuttin. Var tað meira framkomið var eisini pinn­ur, sum reistist fyri hvørt signal. Tá skuldi skiparin bara telja hvussu ofta vísarin reistist. Út frá talið á signalum kundi skiparin á ein­um serligum korti síggja, hvar skipið varð statt. Sjóverkurin Tað allarfyrsta at stríðast við var sjóverkurin. Her vóru fyri­treyt­ ir­nar ikki tær bestu. Tá eitt slíkt gam­alt skip fór at rulla kom eisini rør­ingur í botnin. Og tá kom rami lukt­urin úr kjølinum upp í lugarið. Tað var ikki heilt sjáldan, at sovið varð við dýnuni yvir høvdinum. Men tað hjálpti sjálvsagt at koma upp í fríska luft. Seinni fann eg fann útav, at ein sjóverkstablett fyrst á túrinum kundi hjálpa fyri sjó­verk allan túrin. Tað skuldi gangast vakt. Mann­ ing­in varð býtt upp í tvær vaktir, skiparavaktin og stýrimansvaktin. Vaktirnar skuldu skiftast um at vera uppi og hava ábyrgd av skipinum. Tann keðiligasta vakt­ in var hundavaktin millum mid­ nátt og kl. fýra á morgni. Tá var onk­ur, sum kundi hava hug at fara í koyggjuna, hóast tað var deks­vakt, men tað var einki sum æt. Hevði ein vakt, so var at vera uppi, hóast einki sum so var at gera. Tað skuldu teir tilkomnu av mann­ingini nokk syrgja fyri. Teir føldu eina ábyrgd av, at hesi ungu vórðu uppdrignir til mans og ikki gjørd­ust nakrar bloytur. Vaktin skiftist so um at ganga róðurtørn, ein tíma í senn. Tá skuldu ættirnar á kumpassini eis­ ini lærast. At ganga róðurtørn var eis­ini sjóverksligt. Skiparin roykti illa. Hann roykti hollendska Vlag shag. Og rami roykurin av hesum tubakki bøtti ikki um sjó­verk­in. Kann framvegis fáa vaml av hes­ um lukti, eisini bara við at hugsa um hann. Nógvir menn royktu illa. Ein teirra var Salli. Tá ið hann fór avstað hevði hann við sær ein pakka fyri dagin, sum hann vænt­ aði túrin at vara. Í hesum førinum 60 dagar og 60 pakkar av tubbaki við tilsvarandi pappíri at balla við. Kultursjokk Hjá einum ungum drongi var tað nærum eitt kultursjokk at koma saman við 10 tilkomnum monnum. Vit komu allir úr heimum, har tað varð brúktur ein virðiligur mál­ burður. Summir okkara høvdu eis­ ini gingið í sunnudagsskúla fram til skipslívið. Men á skipi vóru summ­ir menn, sum høvdu ein heilt annan málburð sum til dømis um konufólk, sum vit ungu tá bara kendu sum mammur og systrar. Við vóru eisini gamlir dreingir, sum ikki hildu seg aftur at reypa um sínar royndir á økinum. Hetta var nokk so skakandi fyri ungar sart­ar sálir. Farið verður at fiska Men eftirhondini komu vit á fiski­ leið, og tað var jú spennandi at fara at fiska. Skipini høvdu júst tá fingið ein kollveltandi nýggjan reið­skap, og tað var snellan. Í 1958 var annað árið, at snellan varð roynd, og hetta var óføra snilt. Í stað­in fyri at draga eitt snøri niður á dekkið, var dorgin nú á vundin á eina trumlu. Her var eitt handtak at draga dorgina inn. Hetta var eitt óført framstig. Og í staðin fyri at egna hvørja ferð, vóru nú gummibeitur á húk­ un­um, sum kundi brúkast ferð eft­ir ferð. Høvdu menn tá vitað, at lut­falsliga fá ár seinni fóru snell­ ur­nar at fíla og draga upp sjálvar, hevði hetta verið mett sum ramur gand­ur. Tað var annars ymiskt sum tað lá fyri at fiska. Tað var strævnari, tá ið tað var vindur, og tað hálaði út, so dergurnar stóðu út frá skip­ inum. Viðhvørt var “trol”. Tá fløkt­ ust dergurnar saman og tað kundi vera strævið at greiða tær aftur. Onkuntíð hoyrdust røddir, sum hildu, at tað fekst meira við snøri av tí gamla slagnum enn við snellu. Javnan hoyrdust frá vága­ slupp­unum Elisabeth og Doceu, hvussu væl tær fiskaðu. Tær brúktu framvegis snøri og agn. Men einki hoyrdist um, at nakar fór aftur til snøri, og tað mundi hetta ár fara í søguna med alla. Skúlafelagin Dagfinnur fór til gravar nú mikudagin. Hann fekk eitt vakur eftirmæli frá presti. Jónsvein fylti 75 ár nú mikudagin. Vit gingu í skúla saman, vóru til skips saman, í Norðragøtu búgva vit í sama grannalagi og hava tískil havt samband nærum alt lívið. Ynskt verður honum hjartaliga tillukku. Úr Færøske Slupfiskere, hjá Jóan Paula Joensen. Hesa hugtakandi myndin “Lugarstemningur” hevur Bárður Jákupsson teknað. Fremst á myndini er palstúttan Snellan var eitt óført framstig mitt í 50-unum. Seinni fílaði hon sjálv og dróg sjálv upp!