Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 64 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Alt rokið sum hevur verið um Eik Banka, nú Betri Banka og alt rok­ ið um gamla TF Holding, um vald og um ov stórt virksemi í før­oyska sam­felagnum kundi verið loyst á ein heilt annan hátt. Tað er ikki neyðugt, at savna ov stórt vald á einum stað, so sum í Betri-sam­taki­num. Poul Michelsen lands­stýr­is­mað­ ur vil lóggeva ímóti, at somu fólk ganga aftur – og fyri at byrjga í­móti pol­it­isk­ari uppílegging hevur sam­ tak­ið býtt stjórauppgávarnar í­mill­ um nakrar persónar. Við eini eginogn upp á tríggjar mill­i­ard­ir, so er Betri samtakið ein masto­dont­ur í føroyska sam­fel­ag­ num. Onkur vil halda, at tað er gott. Men gott fyri hvønn? Hvør er tað, sum hevur valdið í hes­um risanum? Tað er so ikki van­ ligi brúkarin, sum annars hevur rind­að gild­ið. Góði gamli Sparikassin hevði slag­orðið »Fólksins pen­inga­stovn­ ur«. Eing­in átti Sparikassan, tal­an var um ein grunn, ein sjálvs­ogn­ar­ stovn. Síðani vóru tað teir smørtu menn­inir, sum komu at vald­i­num. Spar­i­kassin var alt for ó­mod­ern­ að­ur. Hann skuldi vera ein banki við høg­um stjóra­lønum, váða­fús­ um virk­semi, skuldi ganga á odda og fara á Børsin, og fólk skuldu um­leggja sína uppsparing – eisini barna­upp­sparingar – til partabrøv, sum vit skuldu lokk­ast at keypa. Alt hetta endaði við, at gamli væl­rikni fólksins peningastovnur fór so logandi á heys­in. Góðvarnu parta­eig­ar­ar­nir mistu alt, sum teir høvdu sett í. Tí­betur var ein dansk­ ur garantiur, sum loftaði bank­ a­num, so vit sluppu undan enn einum tyngjandi bankamáli. Tvær mill­i­ard­ir vórðu settar bankan, sum nú kundi koyra víðari undir Fin­an­ s­i­el Stab­i­litet. Hetta var ikki ein var­andi loysn, tí varð bankin seldur til TF Hold­ing, sum nú kallast Betri. Fólkið hevur so sanniliga rindað fyri mono­pol­fyr­i­tøk­una Trygg­ing­ ar­sam­band­ið Før­oy­ar/Trygg­ing­ar­ fel­ag­ið Før­oya­r/Betri. Felagið sum eigur gamla Spar­i­ kassan er uppi í so nógvum. Har er í­løg­u­virk­semi, tryggingar, felagið eig­ur hand­ils­bygn­ing­ar fyri næst­an 200 milliónir, og fer nú eisini und­ir í­búð­ar­bygging. Alt hetta er uttan iva sera spennandi. Men hvat við, at gamla tryggingin nú gevur Føroya fólki eina gávu? Hvat við at geva okkum gamla spar­i­kassan aftur? Stovnið ein sjálvs­ogn­ar­grunn, sum fær bank­an sum gávu til Føroya fólk. Tá fer fólkið at hava stóra virð­ ing fyri tykk­um, og vit fáa aftur ein skikkiligan og ó­heftan sparikassa at fíggja set­hús í Føroyum. GEVIÐ OKKUM SPARIKASSAN AFTUR Gamli sparikassin var »Fóksins peningastovnur« Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Válur - Kvívík - Stykkið - Leynar - Skælingur Víkarvegur 4 - FO-340 Kvívík - www.kvivik.fo - tlfnr.: 662400 - e-post: kvivik@kvivik.fo Kunngerð Frá Kvívíkar kommunu Um broyting av byggisamtykt v.m. Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur bygdaráðið í Kvívíkar kommunu á fundi 24.05.2018 samtykt at broyta byggisamtyktina. Broytingin fevnir um matr. nr 1a, 2a og partur av 3a í Leynum. Økið verður broytt frá J: Landbúnaður o.a. til F: Almenn tænasta Kortini yvir núverandi byggisamtykt og broytingina síggjast á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu. Almenna byggisamtyktin saman við korti við broytingini dagf. 05.05.2018 síggjast á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 11.06.2018 til 04.07.2018. Mótmæli og broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til kvivik@kvivik.fo og verða kommununi í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðardegnum. Válur - Kvívík - Stykkið - Leynar - Skælingur Víkarvegur 4 - FO-340 Kvívík - www.kvivik.fo - tlfnr.: 662400 - e-post: kvivik@kvivik.fo Kunngerð Frá Kvívíkar kommunu Um broyting av byggisamtykt v.m. Sambært løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um byggisamtykt og bygdaplan hevur bygdaráðið í Kvívíkar kommunu á fundi 24.05.2018 samtykt at broyta byggisamtyktina. Broytingin fevnir um matr. nr 7a í Leynum. Økið verður broytt frá J: Landbúnaður o.a. til B: Bústaðarøki Kortini yvir núverandi byggisamtykt og broytingina síggjast á heimasíðuni hjá Kvívíkar kommunu. Almenna byggisamtyktin saman við korti við broytingini dagf. 05.05.2018 síggjast á kommunuskrivstovuni til almenna eftirskoðan í tíðarskeiðinum frá 11.06.2018 til 04.07.2018. Mótmæli og broytingaruppskot skulu sendast skrivliga til kvivik@kvivik.fo og verða kommununi í hendi seinast 6 vikur eftir kunngerðardegnum.