Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 3

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 Leygarkvøldið 23. juni skipar Kvívíkar kommuna fyri hugnaligum tiltaki við jóansøkubáli á Leynasandi. Handgjørdir lutir til keyps á heimavirki Í Nólsoy hava tey heimavirki, har tey selja ymiskar handgjørdar heimavirkisvørur og lutir Vilmund Jacobsen Umframt mong vøkur bund­ in pløgg av ymiskum slagi - alt frá vøkrum troyggjum til skóleistar, vøttir og pút­ur - eru eisini aðrir hand­gjørd­ir lut­ir til keyps í Heima­virk­in­ um í Nólsoy. Millum sjáldsomu lut­ ir­nar eru eitt nú smá hús gjørd úr betongi, sum eru snøgg og vakurt málað, og her eru eisini seyðahorn og ym­iskt annað úr føroyskum rá­vør­um. Heimavirkið í Nólsoy verð­ur væl vitjað, nú summ­ ar er, og nógv ferðafólk leita sær út til Nólsoyar. Yrkadagar er Heimavirkið í Nólsoy opið frá klokkan 14 til 17, og leygardag er opið frá klokkan 11 til 14. MC-áhugað og onnur til guds­ tænastu Vilmund Jacobsen Leygardagin 21. apríl klokkan 15 verður sonevnd MC-gudstænasta hildin í Meinigheitshúsinum í Havn. Hetta er eitt aftur­vend­ andi tiltak, sum hevur verið í fleiri ár, og tað er her, at øll MC-áhugað og onnur hava høvi at hittast til andaligan felagsskap við sosialari samveru, nú MC-árið 2018 byrjar. Í samband við tiltakið verður felagsskoyring við motorsúkklum frá Effo-støðini í Kollafirði klokkan 14.15 og suðureftir. Komið verður til Havnar umleið klokkan 14.40, har parkerað verður frammanfyri Meinigheitshúsið. Skrá er løgd við bæði felagssangi, sang- og tónleikaluttøku og talu. Tað verður Dan Eliassen frá Meinigheitshúsinum, sum kemur at tala, og tann eftirhondini vælkendi Halleljua Sofus fer at syngja vælkendar andaligar sangir. Á tiltakinum fer Victor Carlsen eisini at framføra. Eftir gudstænastuna verður kaffihugni og sosial samvera, áðrenn øll fara heim. - MC-Gudstænastan er almenn, so øll eru hjartaliga vælkomin, sigur MC-klubburin Cross- Bikers MC Føroyar, sum skipar fyri tiltakinum í Meinigheitshúsinum í Havn. VITJAN: Seinnapartin í dag ella í kvøld kemur seglskipið Dagmar Aaen ætlandi til Sands at vitja Veltuna. Endamálið við vitjanini á Sandi er at varpa ljós á­ burðardyggar verkætlanir í Norðurhøvum. Saltnes verður umskapað til nýggja tunnilin Í Saltnesi er ein rúgva av gróti løgd út í sjógvin nógvar metrar úr landi, og her verður rundkoyring, eins og alt økið verður umskapað Vilmund Jacobsen Hósdagin hin 7. juni kundi P/F Eystur-og Sand­oyar­ tunlar boða frá, at nú er helm­ingurin av Eyst­uroyar­ tunl­inum boraður. - Eftir skotini í morg­un á Hvíta­nesi og frá rund­koyr­ ingini móti Hvítanesi eru nú tilsamans 5.630 metrar sprongd­ir, og harvið er hetta meira enn helvtin av Eystur­ oy­ar­tunlinum. Soleiðis ljóðaði frá­boð­an­ in hjá felagnum, sum stend­ ur fyri hesi Føroya størstu verk­ætlan innan samferðslu. Byrjað varð at spreingja Eysturoyartunnilin í februar í 2017 av Strondum og í mai 2017 av Hvítanesi. - Gongur alt sum ætlað, verð­ur Eysturoyartunnilin skot­in í gjøgnum um eitt ár og koyrandi verður fyri árs­ lok 2020, varð lagt aftrat. Stórarbeiði í Saltnesi Í Saltnesi er stórarbeiði gjørt, men tað eru ikki øll sum vita neyvt, hvussu umhvørvið í Salt­nesi kemur at síggja út, tá arbeiðið verður liðugt. Her er ein rúgva av gróti løgd út í sjógvin nógvar metr­ar úr landi, og her verð­ ur rundkoyring, eins og alt økið verður umskapað. Stjórin í P/F Eystur-og Sand­oyartunlar, Teitur Sam­ uel­sen, hevur áður sagt, at tunn­ilin fer at koma upp í Saltnesi við endan av hes­ um árinum, og tá verður í prinsippinum koyrandi mill­ um Toftir og Strendur - und­ ir havbotninum. Sandoyartunnilin Í løtuni verður eisini arbeitt við at fyrireika inntøkini til Sand­oyartunnilin, og her er arbeiðið so smátt byrjað í Trað­ardali á Sandi, eins og ruddað er fyri inntakinum, sum verður á Gomlurætt. Una Hansen vísir fram nakrar vakrar troyggjur. Soleiðis kemur økið at síggja út og ferðslan at koyra í Saltnesi, tá arbeiðið er liðugt