mánadagur 11. juni 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MINNI PENINGUR EIGUR
NÚ AT VERÐA BRÚKTUR
Tíðirnar hava helst toppað – tí mugu vit
brúka minni pengar, heldur formaðurin
í Framsókn, Poul Michelsen
Árni Gregersen
Tíðirnar hava toppað og nógv bend
ir á, at inntørkurnar til føroyska
samfelagið ikki fara at halda fram
at vaksa.
Uppsjóvarkvoturnar eru minni
í tonsum og tað fer at geva minni
í kassan. Hinvegin so eru útlitini
fyri, at alivinnan fer at selja nakað
meir og fer at fáa góðan prís betri
enn tey vóru.
-Hetta eru viðurskifti, sum vit
mugu hava í huga, tá ið vit í heyst
skulu gera eina fíggjarlóg fyri kom
andi ár, segði Poul Miochelsen, for
maður í Framsókn á landsfundi
floksins.
Hann gjørdi greitt, at størsta av
bjóðingin hjá hesi samgonguni, er
samráðingarnar um fíggjarlógina
fyri 2019.
-Hetta er eisini seinasta fíggjar
lógin áðrenn løgtingsval verður, so
tað verður helst serliga torført at
halda aftur, segði hann.
Sama samgonga
Poul Michelsen var í síni frramløgu
inni á samgongustevinum. Hann
helt, at stevið hevur verið gott og at
samstarvið millum Høgna Hoydal,
Tjóðveldi, Aksel V. Johannesen,
Javnaðarflokkurin, og hann sjálvan,
hevur verið sera gott.
- Vit hava megnað at hava álit
hvør á øðrum og tí ber til at hava
gott samstarv, sjálvt um ein ikki er
samdur um alt, segði Poul Michel
sen.
Hann var eisini inni á spurning
inum um tað fer at bera til at halda
fram við somu samgongu eftir eitt
val.
- Tað veldst sjálvandi um hvussu
vit koma burturúr samráðingunum
um fíggjarlógina fyri komandi ár.
Tær avbjóðingarnar eru ómetaliga
stórar, tí nú mugu vit halda eitt
sindur aftur, segði hann.
Hann vísti á, at Aksel V. Johanne
sen, samgonguleiðari og løgmaður,
ofta hevur brúkt bíbilsku myndina
um sjey feit ár og sjey rak ár.
-Hetta er ein góð mynd. Vit hava
í løtuni tey feitu árini, men vit vita
eisini, at tey rak árini eru á veg. Tað
mugu vit leggja inn í politikkin,
segði hann.
Hann vísti eisini á, at Framsókn
situr á kassanum, tí Ruth Vang er
forkvinna í fíggjarnevndini.
Hugurin at brúka pening er
ómetaliga stórur, so hon hevur eina
stóra uppgávu, helt formaðurin
fyri.
- Vøksturin í útreiðslunum hev
ur ikki verið so stórur hesi árini,
men tað sigur seg sjálvt, at tá ið
fólkatalið veksur, so er neyðugt
at brúka nakað meir, segði Poul
Michelsen.
Hugdi aftureftir
Poul Michelsen hugdi eitt sindur
aftureftir, tá ið hann hevði sína
framløgu. Um nýskipanina av fiski
vinnuni segði hann, at tað var eitt
stórt tak at taka, men sæð út frá
sjónarhorni Framsókn, so var hann
eitt sindur bangin fyri, at marknað
arparturin var voðin ov lítil.
- Hann er so mikið lítil, at eg ótt
ist fyri um vit fáa tann rætta virkn
aðin av honum við hesi skipanini,
segði hann.
Hann nevndi eisini, at spenn
ingurin framvegis er stórur millum
tey sum høvdu alt í fiskivinnuni –
og so hini sum vilja hava eitt sindur
burturav.
Hann vísti eisini á, at tað hevur
eydnast samgonguni at gera eina
nýggja pensjónsskipan, sum Sjálv
stýri eisini hevur tikið undir við.
- Okkurt kundi sjálvandi verið
betri, men ein slík stór skipan er
sjálvandi eitt kompromis millum
fleiri flokkar, segði Poul Michelsen.
Um nýggju alilógina segði floks
formaðurin, at hon fer at geva
nýggjar møguleikar og at tað eisini
fer at gera tað møguligt at útflyta
uppaftur meira.
Grundleggjandi var tað ein væl
nøgdur formaður í Framsókn, sum
hevði sína framløgu á landsfundi
floksins í Østrøm í Havn.
Neyðugt er at broyta
viðurskiftini við Danmark
Skulu vit flyta okkum í altjóða høpi, so mugu
viðurskiftini við Danmark broytast
Árni Gregersen
Føroyska støðan í ríkisfelagsskap
inum er eitt haft um beinið, so Før
oyar ikki fáa flutt seg í altjóða høpi..
Poul Michelsen, formaður í
Framsókn, er rættuliga avgjørdur,
tá ið hann skal umrøða støðuna
millum Føroyar og Danmark.
- Føroyar eiga at samráðast við
Danmark sum eitt sjálvstøðugt
land. So kunnu vit gera avtalur,
men so er talan um avtalur millum
javnbjóðis partar, sigur Poul Mich
elsen, sum eisini er landsstýris
maður við uttanríkismálum.
Hann heldur ikki, at skipanin
sum er galdandi – tann sokallað
DFG-skipanin, er serliga hóskilig, tí
hann sigur, at her er talan um trý
lond, sum ofta hava ymiskar áskoð
anir í altjóða samanhangi.
- Vit mugu sjálvi hoyrast úti í
heimi, men sum støðan er nú er tað
torført, tí danir vilja ikki lata okk
um sleppa at arbeiða sjálvi, segði
Poul Michelsen.
Hann vísti á, at okkum manglar
eina atkvøðu í altjóða høpi. Tað bar
til dømis til í fótbóltshøpi.
-At hendan atkvøðan manglar
síggja vit, tá ið vit samráðast við
Kina. Kina sigur seg ikki kunna
gera eina avtalu við ein danskan
landslut, sum eitur Føroyar. Kina
ger bert avtalur við lond og har eru
vit ikki, segði Poul Michelsen.
Hann legði afturat, at russar
síggja eitt sindur øðrvísi uppá tað
og hann vónar eisini, at tað fer at
bera til at gera eina fríhandilsavtalu
millum Føroyar og Japan.
- Tað arbeiða vit fram ímóti. Har
verður ikki talan um nakra ætlan,
men um eina fríhandilsavtalu, men
okkara viðurskifti við Danmark
ger, at talan alla tíðina er um mót
brekku, segði Poul Michelsen.
- So skulu vit víðari, so er neyð
ugt við eina broyting av viðurskift
unum við Danmark – innanfyri ella
uttanfyri donsku grundlógina, legði
hann afturat.
POLITIKKUR
Poul Michelsen, formaður í Framsókn, greiddi frá virkseminum seinasta árið.