Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 Tjóðleikhús á Skálatrøð Arbeitt verður av álvara við at fyrireika byggingina av tjóðleikhúsi á Skálatrøð í Havn Árni Gregersen Hanna Jensen, Framsókn, er ting­kvinna fyri flokkin og hon er eisini for­kvinna í mentunn­ ar­nevnd­ini hjá Løgting­inum. Á landsfundi floksins greiddi hon frá arbeiðnum við at byggja nýtt tjóðleikhús. - Arbeiðið við fyrireik­ing­un­ um er í gongd og staðsetingin er gjørd. Tjóð­leikhúsið verður bygt á Skála­trøð í Havn, segði Hanna Jen­sen. Í síni frágreðing til lands­ fund­in kom hon eisini inn á við­ ur­skiftini hjá Fróð­skap­ar­setr­ inum. Hon vísti á tann stóra vøkst­urin, sum hevur verið í talinum av les­andi á Fróð­skap­ ar­setrinum. Í niðurstøðuni frá lands­fund­ in­um verður sagt, at neyðugt er hjá samfelagnum at standa sam­an um nakrar stovnar, mill­ um annað út­búgv­ingar og ment­ unn­arstovnar. - Hetta at sita sum forkvinna í ment­unnarnevndini, hevur verið ómeta­liga spennandi og av­bjóð­andi. Nú mugu vit gera okk­um klár til løgtingsvalið, sum kemur, segði Hanna Jensen á lands­fundi Fram­sókn. Niðurstøðan hjá Framsókn Árni Gregersen Í Framsókn fegnast vit um, at sit­andi samgonga hevur framt fleiri av teimum átroðkandi ný­ skip­anunum, sum undanfarnar samgongur ikki hava ynskt ella megnað at gera nakað við. Vit stað­ festa samstundis, at enn eru stór tøk eftir at taka. Núverandi støða okkara mót­ veg­is Danmark kann ikki halda fram. Før­oyar og Danmark skulu tí sum skjótast fara undir samráðingar um ein nýggjan samstarvssáttmála, sum virðir og javn­stillar báðar part­ar. Føroyar skulu í hesi avtalu hava fult sjálv­ ræði. Er ikki rúm fyri sátt­mál­an­um innan karmarnar av donsku grund­ lóg­ini, verður neyð­ugt at lata hann virka uttanfyri. Havandi staðfest, at vit mugu hava broytingar í ríkis­felags­skap­ in­um, eiga vit at flyta orða­skiftið burt­ur úr naggatódnini, til snúgva seg um veruligar og virðiligar loysn­ir fyri báðar partar. Har, sum vit ikki eru sjálv, eru vit ikki meira enn hálv. Sjálvstøðugur uttan­ríkis- og samhandilspolitikkur eru altavgerandi fyri før­oysku menn­ingina. Nýggi sam­starvs­ sátt­málin gevur Føroyum sjálv­ støð­ugan limaskap í øllum altjóða felags­skapum. Við neyðugum amboðum skulu vit javna konjunkturarnar og tryggja haldførið í búskapinum – og harvið frælsið og vælferð okkara. Sit­andi samgonga hevur klárað seg rættiliga væl, men til heystar skal hon til sína endaligu roynd. Tað er avgerandi, at vit ásanna, at rúm ikki er fyri øktum rakstri ella størri íløgum. Samlaða virksemið í landinum er ov stórt, og tí mugu vit viðgera samlaða virksemið hjá landi og kommunum undir einum og, um neyðugt, tálma tað við lóg. Okkara fremsta mál er støðugt at tryggja, at Føroyar eru eitt tíð­ ar­hóskandi samfelag. Eins og hetta krevur, at land okkara er sjálv­ støð­ugt og búskaparliga óheft, hev­ur tað eisini sum fortreyt, at hvør einstakur okkara kennir seg fræls­an, við teimum rættindum og skyld­um, ið sjálvsagt hoyra einum tíðar­hóskandi samfelag til. Hendan for­treyt eigur at vera endurspeglað í øllum lógarsmíði, sama um talan er um mentanarlig, sosial, vinnulig ella etisk mál. Hetta krevur eisini, at vit standa saman um stovnar, sum eru avgerandi fyri menningina, lívs­ góðsk­una og støðufestið í einum tíðar­hóskandi samfelag. Ein er út­ búgv­ingar- og mentanarstovnar, ein annar er heilsuverkið. Tað, ið er av­ger­andi, er at vit raðfesta neyvt og í mun til ta tøku orkuna. Tað privata skal innan ávís øki kunna bjóða seg fram at loysa nakr­ ar tænastur hjá tí almenna í tann mun, tað er bíligari og betri. Ávísar almennar fyritøkur, hvørs upp­ gávur eru vinnuligar held­ur enn al­mennar, eiga at verða ein­skildar. Við nýggjari lóggávu um fiski­ vinnu, alivinnu, ferðavinnu, mat­ stovu­vinnu, nýskapan og kreativar vinnur, ganga tær vinnuligu Før­oy­ ar móti eini spennandi framtíð. Tá vit í næstum taka yvir út­ lend­ingaøkið, hevur tað alt at siga, at vit gera hetta við so breiðari semju, sum tilber. Vit skulu gera hetta við skili og brúka neyðugu ork­una til tess. Tilflytarar eru og skulu kenna seg vælkomnir í Før­ oy­um. Vit skulu veita teimum møgu­leikar at liva, mennast og virka, men samstundis tryggja, at teir virða okkara mentan, rættindi og virðir. Størstu virðingina vísa vit teim­um við at seta teimum somu krøv, sum vit seta okkum sjálvum, og geva teimum neyðugu tíðina og hjáp­ina - málsliga og á annan hátt - til at lúka tey. POLITIKKUR Hanna Jensen, forkvinna í mentunarnevndini hjá løgtinginum TVINGSILS SØLA Hósdagin, tann 28. juni 2018 kl. 09.30, verður á Dómaraskrivstovuni í rættarsali VI, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir niðanfyri nevndu hjánøvnum hjá P/f Miðlavarpinum: · Atlantic · Atlantic Radio · Atlants Radio · Dinero · Radio Atlantic · Rás 2 · Rásin Channel 2 · VIP Hjánøvnini verða seld undir einum. Nærri upplýsingar viðvíkjandi tvingsilssøluni fáast við at venda sær til Helgu á Borg, advokat, Frúutrøð 4, Tórshavn, tlf. 353335, hab@ jura.fo (j. nr. 20170022) ella skrivaran, Margit Svabo Jørgensen, msj@jura.fo. PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Johanne Margrethe Anthoniussen, Sniðgøta 1, 700 Klaksvík, fødd tann 23.07.1921, deyð tann 03.02.2018, og fyrr deyða hjúnarfelaga Hans Christian Anthoniussen, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Fríða Patursson, Advokatskrivstovan, Frúutrøð 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 59/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 17. maj 2018.