Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Johnny í Grótinum hevur gjørt skrivaligar við­merk­ ingar til málið, sum hann sendi blaðstjórnini á Sosialinum stutt fyri prent­ start. Tí eru við­merk­ingar hansara prentaðar her í full­ um líki. “Í næstsíðstu viku spurdi Ólavur í Beiti frá VP meg eftir status í málinum um starvs­fólka­flytingina. Hansara áhugi var í, um MMR ikki longu hevði álagt mær at seta Liljuna Weihe aftur sum tíðindaleiðara. Eg upp­lýsti fyri honum, at tað hevði verið eitt samskifti millum MMR og KVF um av­gerðina, har eg fekk ná­ greina nøkur ivamál. Hann bað um innlit í hetta sam­ skifti. Eg nevndi hetta sama fyri tær, tá vit bæði tosaðu í telefon saman fríggja­ dagin 1. juni, har tú eisini vísti til, at MMR hevði álagt mær at seta LW aftur sum tíðindaleiðara. Eg greiddi tær í telefonini frá, at tað fyrilá ein ná­grein­ an av avgerðini, har MMR greitt staðfesti, at leiðslu­ rætturin var hjá kring­ varps­stjóranum, sum átti av­gerðina um setan av tíð­ inda­leiðara. Tú valdi ikki at umrøða hetta í tínum dekningi. Ólavur í Beiti fekk inn­ lit í sjálva nágreinanina av av­gerðini frá MMR í ser­ skild­um telduposti. Síðani vendi hann aftur til mín um­vegis bæði teldupost, FB Messenger og fartelefon fyri at spyrja inn til, hvussu hendan nágreinanin skuldi fatast, har hann hevði gjørt upp­skot til orðingar. Síðsta sam­skifti í tí sambandi er hesin teldupostur tann 7. juni, sum tit velja at prenta. Av misgávum sendi eg eisini til gomlu teldupostadressu hansara. Tað er áður veitt alment innlit í alt, sum stendur í hesum telduposti.  Hin telduposturin frá 5. juni snýr seg um avgerðina hjá MMR um ikki at ganga um­bønini hjá Sigmundi Poul­sen um at geva kæruni steðg­andi virknað. Tann avgerðin bleiv tikin tann 30. mai 2018. Eisini hetta samskifti eg við Ólav í Beiti um í telefon, har hann bað meg senda avgerðina í teldu­ post. Eg so gjørdi. Einki nýtt er í teldupostinum, sum ikki longu framgongur av av­ gerð­ini, sum VP hevði fingið alment innlit í í serskildum telduposti. In.fo umrøddi somu avgerð sama dag.  Tú ert sjálv ein partur av uppsagnarmálinum við­ víkj­andi Liljuni Weihe, tí sambært avgerðini hjá MMR er staðfest í tínari skriv­ing, at innanhýsis notat­ið hjá Liljuni Weihe er keldan til blaðgreinar tínar um sokallaðu orrustuna í KVF. Allíkavæl hevur tú (ella stjóri tín) valt at seta teg á dekningin av hesum máli­ num. Hetta ger tað upp aftur meiri átroðkandi hjá mær at greiða í hesum førinum VP.fo frá inni­haldinum í hesum báðum avgerðum frá MMR. At Ólavur í Beiti á VP velur at brúka boð míni er fult og heilt upp til hann.” Eirikur Lindenskov Vit hava spurt Ólav í Beiti, ábyrgdarblaðstjóra á vp.fo, um tað er rætt, at Johnny í Gróti­num skrivar greinar á Vága­portalinum við hansara navni undir? – Nei, ikki sum eg veit, sigur Ólavur í Beiti. Kann tað vera komið fyri, at Johnny í Grótinum hevur skrivað eina grein, har taðstendur »Ólavur í Beiti« undir, men at Johnnu í Grótinum í veruleikanum hevur skrivað? - Oyjøsus og oyjøsus. Nei tað kann ikki vera komið fyri, sigur ábyrgdarblaðstjórin. Heldur ikki tann 7. juni og tann 5. juni har tað stendur »Mentamálaráðið avvísir um­bøn frá Liljuni« og »MMR: Kring­varps­stjórin hevur leiðslu­rættin«? Talan er um teldupostar, sendir frá jig@kvf.fo til beiti@kallnet.fo. Greinin er endur­givin orðarætt á Vága­ portalium. Er tað vanligt, at fólk kunnu senda og soleiðis fáa sína grein á vp.fo í tínum navni? – Hava tit fingið innlit í tað... Tað kann sjálvandi koma fyri, at man biður um ein viðmerking, ha? Men hetta er »uppskot til grein...«, ikki eitt aftursvar upp á ein teldupost. – Altso vissi eg havi sent spurningar til onkran per­ són, so kann hann svara við eini grein ella við at svara spurn­ingunum.... Men hetta er »uppskot til grein, og so stendur hon orða­rætt á Vágaportalinum 10 minuttir seinni.. - Ja ókey... Og er nakað galið við greinini? Vit vísa síðani á, at tað er ikki sami persónur sum skrivar, sum stendur sum høvund­ur undir greinini. Men Ólavur í Beiti vísir síðani á, at tað er vanligt, at feløg senda greinar út, eitt nú Bakkafrost, so koyrir man grein­ina út. - Tá tað gongst væl hjá Bakka­frost, so er ikki vanligt at skriva, hvør avsendarin er. Tað plaga øll at koyra út. Men nú tosa vit um stjór­ an í Kringvarpinum, sum skrivar um starvsfólkamál í Kring­varpi­num á Vága­ portali­num. Har stendur títt navn undir og ikki hansara navn. – Har stendur mítt navn, tí eg havi lagt greinina út. - Ja ja, men eg dugi ikki at síggja problemið. Er tað vanligt, at persónar kunnu skriva soleiðis á Vága­ portalinum? – Tað er vanligt, at eg skrivi greinar og sendi til fólk og spyrji um viðmerkingar og koyri so greinina út. Tú sært ikki, hvat eg havi kann hava sent til hansara, sigur Ólavur í Beiti, sum sigur, at hetta er púra vanligt, eisini hjá Miðlahúsinum. VP: Dugi ikki at síggja problemið Johnny í Grótinum skrivar hetta í viðmerking til Sosialin í telduposti - JOHNNY AVNOKTAR IKKI OG SKJÝTUR SKYLDINA Á SOSIALIN