mánadagur 11. juni 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65
SKUGGASPÆL Í KVF OG VP
Skuggaspæl og
dupultmoralur
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Báðar greinarnar frá Johnny í
Grótinum til Ólavur í Beiti, sum
Sosialurin hevur fingið hendur
á, snúgva seg um uppsagnina av
Liljan Weihe, fyrrverandi tíðinda
leiðara í Kringvarpinum. Upp
søgnin av Liljan Weihe kom í kjala
vørrinum av einari greinarøð í
Vikuskiftis Sosialinum dagfest 24.
november í fjør. Greinarnar bygdu á
klagur, sum Liljan Weihe hevði sent
inn til Kringvarpsstýrið um Johnny
í Grótinum. Hetta vóru skjøl, sum
Sosialurin hevði fingið hendur á
undirhonds og sum blaðið síðani
endurgav burturúr. Millum annað
tað, at Sosialurin fekk hendur á hesi
skjøl leiddi til, at Liljan Weihe varð
koyrd úr starvi. Johnny í Grótinum
segði í uppsøgnini, at hann var
ónøgdur við ákærurnar móti sær
í klagunum, og hann segði seg tá
meta Liljan Weihe sum óloyala í
ein slíkan mun, at leiðslan misti
álitið á henni. Í uppsøgnini av Liljan
Weihe stendur fleiri ferðir nevnt, at
hetta at Sosialurin endurgav inni
haldið í klagunum gjørdi málið so
mikið álvarsamt. Somuleiðis sæst
í teldupostið til Stýrið áðrenn Lilj
an Weihe fekk ætlanarskriv um
uppsøgn, at Johnny í Grótinum
reageraði
eftir
greinarøðina
í
Sosialinum við at siga, at tað skuldi
fáa starvsrættarligar avleiðingar
fyri Liljan Weihe.
So meðan Johnny í Grótinum í
fjør metti tað óakseptabult at ein
annars miðil – Sosialurin – fekk
hendur á skjøl frá Kringvarpinum,
so er sami Johnny í Grótinum í
síðstu viku boðberin frá Kringvarp
inum til Vágaportalin – ikki einans
við at lata vp.fo skjøl í málinum,
men enntá við at sjálvur skriva
greinarnar. Eina greinin frá Johnny
í Grótinum til Ólavur í Beiti snúði
seg um, at Mentamálaráðið hevði
noktandi svar upp á umbøn frá
Liljan Weihe um at geva nýggjastu
kæru hennara uppsetandi virkna.
Hin greinin snýr seg um eitt
skriv frá Mentamálaráðnum til
Johnny í Grótinum, sum skal skilj
ast sum ein nágreining av niður
støðuni, sum ógildaði uppsøgnina
av Liljan Weihe.
Báðar greinarnar eru til fyri
muns fyri Johnny í Grótinum í
starvsfólkaósemjuni við koyrda
tíðindaleiðaran.
Tað er sjálvandi tann munur,
at málini, sum Johnny í Grótinum
skrivar um á vp.fo er fevnd av lóg
ini um alment innlit, meðan tað,
sum Sosialurin fekk hendur á í fjør
ikki er. Kortini er spurningurin, um
hetta samstarvið millum Kring
varpsstjóran og Vágaportalin er
akseptabult eftir mátistokkinum
hjá Johnny í Grótinum sjálvum.
Tað, sum Vágaportalurin í hes
um førinum ger, er at síggja til
brot á leiðreglurnar um góðan fjøl
miðlasið. Tí fjølmiðlafólk eiga at
viðgera øll mál kritiskt. Í hesum
førinum tók tað eftir øllum at
døma 15 minuttir og smáar tveir
tímar á miðjari nátt, frá tí Johnny
í Grótinum sendi greinar til Ólavur
í Beiti, til Ólavur í Beiti síðani legði
tær út til Føroya fólk at lesa á
vp.fo at kalla orðarætt og harvið
óviðgjørt. Og somuleiðis uttan at
Føroya fólk veit, hvør veruligi av
sendarin er, og at greinin harvið er
skrivað av einum við egnum áhuga
málum uppá spæl.