mánadagur 11. juni 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
SKUGGASPÆL Í KVF OG VP
Tvær ferðir í síðstu viku skrivaði Johnny í Grótinum greinar á
Vágaportalinum um sína egnu starvsfólkaósemju við Liljan
Weihe. Men í báðum førum vórðu greinarnar lagdar út í navninum
hjá Ólavur í Beiti, ábyrgdarblaðstjóra á vp.fo. Skuggaspælið
hjá Johnny í Grótinum og Ólavur í Beiti sæst her á síðuni.
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Teldupostur/Grein 1:
“VP hevur spurt kringvarpsstjóran
um viðmerkingar til, at Mentamála
ráðið hevur givið honum viðhald í,
at kæran ikki skuldi fáa steðgandi
virkna. Johnny í Grótinum hevur
ongar viðmerkingar til avgerðina”.
Soleiðis stendur millum annað
at lesa í telduposti, sum Johnny í
Grótinum sendi til Ólavur í Beiti,
ábyrgdarblaðstjóri á vp.fo tann 5/6
í ár – tað vil siga týsdagin í síðstu
viku. Telduposturin, har Johnny í
Grótinum siterar seg sjálvan fyri
einki at vilja siga byrjar við orðun
um “Hey Ólavur. Uppskot til grein
um avgerð Mentamálaráðsins”.
Hesin teldupostur inniheldur
eina grein, sum hevur yvirskriftina
“Mentamálaráðið avvísir umbøn
frá Liljan Weihe”.
Hesin fyrsti telduposturin varð
sendur frá mailadressuni jíg@kvf.
fo Johnny í Grótinum til beiti@
kallnet.fo, sum er mailadressan
hjá Ólavi í Beiti, ábyrgdara á vp.fo.
Telduposturin varð sendur avstað
týsdagin í síðstu viku klokkan 9.42.
Klokkan 9.57 sama dag lá greinin
á vp.fo, men nú varð høvundurin
broyttur til Ólavur í Beiti. Sí teldu
post og grein 1 aðrastaðni her á síð
uni.
Als eingin munur er á greinini,
sum Johnny í Grótinum sendi til
Vágaportalin og so tað, sum ábyrgd
arin Ólavur í Beiti legði út á síðuna
15 minuttir aftaná.
Teldupostur/Grein 2:
Nakað líknandi fyrra døminum,
byrjar ein annar teldupostur til
Ólavur í Beiti frá Johnny í Grót
inum við orðunum “Uppskot til
grein um nágreinanina”. Tann
telduposturin er sendur hósdagin
í síðstu viku, also 7/6 í ár, og hevur
yvirskriftina “MMR: Kringvarps
stjórin hevur leiðslurættin”.
Telduposturin er somuleiðis
sendur frá jíg@kvf.fo til beiti@
kallnet.fo - frá Johnny í Grótinum
til Ólavur í Beiti. Tíðspunktið er
00.30, also stutt eftir midnátt hós
náttina, og klokkan 02.14 leggur
Ólavur í Beiti greinina út. Undir
yvirskriftirnar,
sum
Johnny
í
Grótinum setti í greinina eru burt
ur, og Ólavur í Beiti hevur broytt
orðið
“mentamálaráðharri”
til
“mentamálaráðkvinna”. Men ann
ars eru greinarnar púra eins.
Báðar greinarnar, sum Johnny
í Grótinum hevur sent til Ólavur
í Beiti á Vágaportalinum, og sum
Sosialurin hevur fingið hendur
á, eru sostatt lagdar út á vp.fo at
kalla orðarætt – men ikki undir
navninum hjá Johnny í Grótinum.
Á vp.fo stendur Ólavur í Beiti sum
høvundur.
TELDUPOSTAR AVDÚKA AT
JOHNNY SKRIVAR DULNEVNT