Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 Olaf Johannessen fekk Reumert heiðurslønina Tá Årets Reumert 2018 heiðurslønirnar vórðu handaðar leygarkvøldið stóð føroyski Olaf Johannesen ovast á listanum Olaf Johannessen fekk heið­ ur­s­løn­ina fyri »ekstra­ord­i­ næ­re præstationer og sær­ lige talenter inden for dansk scen­e­kunst«. Størstu avrik innan danska leiklist vórðu heiðr­að leyg­ar­kvøldið, tá Reu­mert­ virð­is­lønir vórðu hand­að­ar í Skuespilhuset í Keyp­manna­ havn. Høgt mettu virð­is­løn­ ir­nar eru upp­kall­að­ar eftir sjón­leik­ar­a­num, Poul H. Reu­mert, sum livdi frá 1883- 1968. fevna um alla danska palllist. Hetta er 20. ferð, at virð­ is­lønin, sum Bikubenfonden hev­ur sett á stovn, er latin sjón­leik­ar­arum, leikstjórum og fram­førslur, sum hava vakt ans. Í ár eru nógvar fram­ førsl­ur skaptar við heim­ ild­um í kendum filmum og sjón­varps­røð­um, og tann gongdin kom týðu­liga til sjóndar millum heið­urs­løn­ ar­mót­tak­ar­arnar. Teatret Republique í Keyp­mann­ahavn fekk heið­ urs­lønina ársins sjónleik fyri fram­førsl­una av »Festen«, sum er skapt­ur viðheimild í film­i­num hjá Thomas Vint­ er­berg við sama navni. Heiðurslønina fyri barna-/ung­dóms­fram­førslu fekk Te­at­er Vest­vold­en og te­a­te­r­kom­pa­g­niet Hils din mor fyri fram­førsluna »Fuck­ing Åmål«, grundað á svenska kultfilmin við sama navni frá 1998. Filmurin hjá Susanne Bier, »Brødre«, var grundarlag fyri Den Jyske Opera, sum fekk virð­is­løn­ina fyri ársins opera fyri tulk­ing­ ina av filminum frá 2004. Årets Særpris fór til Husets Teater fyri fram­førsl­ una av »Rocky«, sum hev­ur sama heitið sum am­er­ik­ anski filmurin frá 1976 við Sylvester Stallone í høv­uðs­ leik­lut­i­num sum boksarin Rocky Balboa. Årets Hæderspris verður lat­in persóni, sum hevur gjørt sítt serliga íkast fyri leiklistina. Hendan heið­ur fekk føroyski Olaf Jo­hann­ es­sen: – Á Nørrebro Teater hava vit fagnað tær fyri leik­lutin sum »Diktatoren« hjá Chap­ lin, har tú ta einu løtuna er tann hartmalandi, heilandi dem­a­goturin – ta næstu løtu­na jødiski hárskerin, sum roynir at lumpa sínar jag­str­ ar­ar. – Á Betty Nansen Te­atret vart tú í »Requiem« verts­ hús­eig­ar­in, sum situr á ein­ um beinki og lurtar eftir møsni um drukk og sex og svik so sinn­iliga og róligur sum ein Hum­ph­rey Bogart í »Casa­blanca«, segði stjórin í Biku­ben­fonden Søren Kaare- Andersen millum ann­að, tá hann handaði Olafi Jo­hann­ es­sen virðislønina. Í takkarøðu síni legði Olaf Johannesen, sambært útvarpinum, út við at siga, at hann bara var ein púra van­ ligur sjónleikari. Hann takk­ aði Bikubenfondinum og Reum­ert­ráðnum fyri stóra heið­u­rin. Hann legði dent á, at tad vóru mong, hann feg­in vildi takka. Hann vildi takka øllum teim, ið høvdu boð­ið honum innar og øllum teim­ um, sum høvdu tikið hann við. Eina serliga hjartaliga tøkk veitti Olaf børnum sínum, Johannes, Antoniu, Sigrid, Tobias og Sissal. Síðan gav hann konu síni, Maritu Dalsgaard, eitt stórt klemm á pallinum og segði, at Marita hevði givið honum tí vón, áræði og dirvi, sum hevði við sær, at hann megnaði at arbeiða og avrika. Hann undirstrikaði, at Marita var klókasta sjónleikarmenniskja, sum hann kennir. Olaf endaði røðuna við at siga, at tað var solidariteturin í sjónleikinum, ið sambindur. Tað er ein dómsnevnd við sjón­lei­k­ara­um­mæl­ar­um, journ­al­ist­um og mentanar­ fólk­um, sum tilnevnir og vel­ ur út Reumert-virð­is­lønar­ vinn­ar­ar­nar. /ritzau/ Hjørdis Bakke Hansen, ættað úr Klaksvík, bú­ sit­andi í Nørre Bro­by á Fyn, andaðist hós­ dagin 7. juni, 85 ára gom­ul. Hjørdis var dótt­ir Hannu og Ziska Jac­obsen í Klaksvík. Kathrina Hentze, Trong­isvágur, andaðist fríggj­a­dagin 8. juni, 79 ára gomul. Jóannes Rubeksen, Tórshavn andaðist fríggja­dagin 8. juni, 92 ára gamal. Jóan Pauli Joensen, ættaður úr Koltri, bú­ sit­andi í Havn, andaðist 1. juni, 61 ára gamal. William Andreasen, Tjørnuvík, vanliga nevnd­ur Wille, and­að­ ist í gjár, 52 ára gam­al. William var sonur Alicu og Herluf Andreasen. Anna Berg, á Skála andaðist á Eysturoyar Røktar- og ellisheimi mikudagin 6. juni, 90 ára gomul. Jutta Poulsen, fødd Niclassen, ættað úr Froðba, búsitandi í Herlev, andaðist í heiminum sunnudagin 3. juni, 78 ára gomul. Alfred Sofus Haraldsen, Elduvík, andaðist á Eysturoyar røktar og ellisheimi 2. juni, 101 ára gamal. Odnhild Jacobsen, Vest­manna, andaðist fríggja­dagin 1. juni á heiminum á Grøn­a­ nesi,77 ára gomul. Dagfinnur Petersen, úr Norðagøtu andaðist í heim­inum leygardagin 2. Juni 73 ára gamal. ANDLÁT TAP OG SIGUR 13. juni í 1973 spældi føroyska fótbóltslandsliðið ímóti Hetlandi. Úrslitið var einki at reypa av. Hendan dagin fyri 45 árum síðani fingu vit bank, 5-1, frá hetlendingum, sum førdu 4-1 í hálvleikinum. Øðrvísi var hendan sama dagin fyri trimum árum síðani, tá vit banka grikska landsliðið 2-1 á Tórsvølli. Føroysku málini skutu Hallur Hansson (32') og Brandur H. Olsen (70'). Bjarni og Jannet Steintún, Sørvágur, fingu ein son 9. juni. Hann var 54 cm langur og vigaði 3260 gr. Kris M. Dánjalsson og Sára Várdis Sandoy, fingu 30. mai eina dóttir. Hon var 53 cm long og vigaði 3650 gr. Kristina Magnussen Tjørnuvík og Hákun Zachariassen Streym­nes, fingu 21. mai fingu , eina dóttir. Hon var 51 cm long og vigaði 3870 gr. VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Søren Kaare-Andersen, stjóri í Bikubenfonden, handar Olafi Johannessen heiðurslønina