Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTTSØGD Signhild Joensen og Óli Mortensen eru ársins svimjarar, meðan Johan Dam og Alisa Vestergaard eru ársins stjørnuskot. Súkklarin, Torkil Veyhe, vann prikkutu troyggjuna í Fraklandi Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Sonni Ragnar Nattestad og teir úr Aalesund eru framvegis oddalið í næstbestu norsku deildini, OBOS- Ligaen, har teir í gjár vunnu 3-2-sigur á heimavølli ímóti Ull/ Kisa. Sonni Ragnar, sum er leigaður úr Molde, spældi allan dystin í miðverjuni. Aalesund er fýra stig frammanfyri nærmastu eltararnar. Ári Mohr Jónsson spældi heldur óvant á høgra vongi, tá ið Sandnes Ulf í gjár vitjaði hjá Notodden. Føroyingurin, sum vanliga er vinstri bakkur, mátti av vøllinum við skaða eftir 12 minuttum, og hann fekk tí bara hugt at meðan liðið hjá sær taptu 1-0 ímóti Notodden. Sandnes er nummar sjey, tó bara eitt stig frá fjórða plássinum. Gilli Rólantsson og teir í Brann halda fram sum ósigraðir í norsku Elitserien. Í gjár bleiv tað til 0-0 á heimavølli ímóti Vålerenga. Gilli Rólantsson spældi á høgra bakki og átti nøkur vandamikil innlegg og innkøst. Brann hevur spælt 13 dystir – teir eru oddalið við 31 stigum, ið er fimm fleiri enn Ranheim. Tað gongur striltið hjá íslendska FH, har Gunnar Nielsen, Brandur Hendriksson og hinir liðfelagarnir í gjár fingu fjórða javnleikin á rað, tá ið tað bleiv til 2-2-javnleik ímóti KR Reykjavík. KR legði seg á odda 2-1 í 94. minutti, men ótrúliga fekk FH javnað í 95. minutti. Hetta er kanska eitt plástur upp á sárið hjá FH, sum nú er uttan sigur í fýra dystum á rað og er nummar fimm. Oddasessurin er einans tvey stig burturi, men hann kann fara longri burt tá ið hini liðini spæla dystirnar, sum tey mangla. Gunnar Nielsen vardi málið ímóti KR, meðan Brandur Hendriksson ikki var við vegna leikbann. FIMLEIKUR HM í estetiskum fimleiki hevur verið í ungarska høvuðsstanum, Budapest, um vikuskiftið. Fimm føroysk lið hava luttikið. Kvinnuliðið Hydra og kvinnuunglingar Eina vunnu FM og vunnu sær luttøku í HM, og afturat teimum luttók eisini kvinnur Hulda og kvinnuunglingar Nora og Vípan. Eitt føroyskt lið kom í finaluna. Tað var Vípan úr fimleikafelagnum Støkk, sum við stigatalinum 14,9 tryggjaði teimum finaluluttøku. Í finaluni í gjár fekk Vípan 15,55 stig, og tað er hægsta stigatal, ið nakað føroyskt unglingalið hevur fingið í HM. Samlaða stigatalið bleiv 30,45, og tað rakk til eitt samlað 10. pláss út av 30 liðum. Eina úr HF bleiv nummar 19 og Nora somuleiðis úr HF bleiv nummar 20. Hydra úr Ljósinum bleiv nummar 22 og Hulda úr HF nummar 27. FLOGBÓLTUR Føroyski Bárður Bendix Mikkelsen er settur sum venjari í einum nýggjum venjaratoymi hjá sigursvanda danska flogbóltsfelagnum, Marienlyst. Tríggir venjarar eru í toyminum hjá besta mansliðnum, og Bárður skal taka sær av tí taktiska og greiningarliga partinum. Hini bæði í venjaratoyminum eru Kaj Jeppesen og Marie Hesselbjerg. Tað verður Kaj Jeppesen, ið kemur at virka sum høvuðsvenjari. Bárður Bendix Mikkelsen hevur í fleiri ár verið venjari og hjálparvenjari í Marienlyst, har tað í fjør ikki gekst eftir vild. Teir blivu nummar fýra í deildini, og hetta var fyrstu ferð síðani 2007, at liðið endaði aftanfyri trý tey fremstu. FR. ÍTRÓTTUR Miso Buha úr Hvirluni vann um vikuskiftið trý heiðursmerki í Copenhagen Open í Hvidovre. Gullið vann hann í trístøkk, har hann kom út á 12,51 metrar. Hetta var eisini nóg mikið til at taka føroyska bólkametið fyri dreingir 15 ár, sum Tórur Mortensen hevur átt fram til nú. Miso vann hini bæði heiðursmerkini í renning. Á 300 metrum bleiv tað til silvur, og á 400 metrum bleiv tað til bronsu. SÚKKLING Føroyski súkklarin, Torkil Veyhe, hevur seinastu dagarnar kappast í fronsku súkklukappingini, Ronde de l’Oise. Tíðliga í kappingini lá Torkil Veyhe nummar tvey samanlagt, og undan fimta og seiansta teininum í gjár var hann nummar trý. Hann slapp ikki upp í partinum, og tískil endaði tað við, at hann ikki slapp ímillum teir tríggjar fremstu á sigursskamlinum. Hinvegin, so vann hann ta sokallaðu prikkutu troyggjuna í kappingini, sum er eitt prógv um, at hann var bestur í fjøllunum – bestur at súkkla niðaneftir. Venjarin hjá Torkili hjá Team Virtu Cycling, Michael Skelde, sigur við heimasíðuna hjá liðnum, at hann harmast um, at tað ikki eydnaðist at enda ímillum tríggjar teir fremstu samanlagt, men at tann prikkuta troyggjan er ein góður lutur hjá liðnum at vinna. Næstu uppgávurnar hjá Team Virtu Cycling er Horsens GP og danska meistaraheitið. SVIMJING FM í langgeil hevur verið í Páls Høll í Vági um vikuskiftið, og har vórðu tvey nýggj føroysk met sett. Í báðum førum var talan um stafettir, og tað var sama stafettin úr Havnar Svimjifelagi, sum setti bæði metini. Stafettina mannaðu Óli Mortensen, Alvi Hjelm, Bartal E. Eidesgaard og Niels Nattestad. Í 4x100 metra blandaðum svumu teir teinin upp á tilsamans 4:11.85, og hetta var betri enn nú farna metið, ið Suðuroyar Svimjifelag átti við 4:12.18. Uppbýtingin var soleiðis, at Óli Mortensen svam rygg við 1:03.92, Alvi Hjelm svam bringu við 1:09.55, Niels Nattestad svam firvald við 1:02.37 og Bartal E. Eidesgaard frí við 56.01. Hitt metið settu teir fýra í 4x200 metra frísvimjing, har teir við tíðini 8:05.01 kvettu góð trý sekund av gamla metinum, ið Havnar Svimjifelag átti frá í fjør. Á hesum teinunum var uppbýtingin tann, at Óli Mortensen svam 1:57.72, Niels Nattestad svam 2:08.04, Alvi Hjelm 1:57.44 og Bartal E. Eidesgaard 2:01.81. Eftir at seinasti teinurin í FM á langgeil var svomin, vórðu ársins svimjarar og ársins stjørnuskot útnevnd. Hjá kvinnum var tað Signhild Joensen úr Ægir, sum fekk heiðurin sum ársins svimjari, meðan Óli Mortensen úr Havnar Svimjifelagi varð kosin ársins svimjari hjá monnum. Tey bæði hava klárað kravtíðirnar til HM á stuttgeil í Kina. Ársins stjørnuskot eru Johan Dam úr Havnar Svimjifelagi og Alisa Vestergaard úr SuSvim. Signhild og Óli eru ársins svimjarar