Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SÚKKLING Súkkla 543 kilometrar: Teir hava súkklað kring allar Føroyar, og nú vildu teir royna okkurt nýtt. - Tíðin var komin at royna okkurt garvilt, sigur Kjartan Egholm, sum saman við Tonny Brimsvík fer til Noregs seinni í vikuni at luttaka í einari súkklukapping, har teir skulu súkkla 543 kilometrar út í eitt Pætur Albinus Í vikuni fara tveir føroyingar til Noregs at royna seg í einari øðr­ vísi súkklukapping. Tað eru teir báðir Kjartan Egholm og Tonny Brims­vík, sum hava gjørt av at melda seg til Styrkeprøven, ið er ein serliga langur teinur upp á 543 kilo­metrar úr Tróndheimi til Oslo. Hesin teinurin skal væl at merkja súkklast í einum. Fyrireikingarnar hava verið drúgvar, men teir báðir eru nú við at vera tilreiðar at fara av­ stað, og leygarmorgunin seta teir seg á súkkluna og traðka teir fyrstu metrarnar, ella skulu vit siga kilometrarnar, ímóti norska høvuðs­staðnum. Styrkiroyndin Kappingin varð á fyrsta sinni fyri­ skipað í 1967, tá ið Erik Gjems-On­ stad tók stig til hendan drúgva tein­in, sum serliga djarvir súkklarar kunnu royna seg á. Tað ber eisini til at velja styttri teinar, men best kendi teinurin er tann, sum er í fullum líki, nevnilia 543 kilometrar langi teinurin úr Tróndheimi til Oslo, eisini nevndur Styrkeprøven. Spyrt tú ein av súkklarunum, sum fer at royna at súkkla teinin í ár, Kjartan Egholm, so er hetta, sum tað eisini liggur í navninum á kapp­ ingini, ein styrkiroynd. - Endamálið er at royna seg sjálvan, sigur Kjartan. - Ikki bara at klára teinin úr Trónd­heimi til Oslo, men ta longu venjingar­tilgongdina og ta nógvu venjing­ina, ið skal til. Ferðin er við at koma at enda. Endin á venjingini var hetta vikuskiftið. Tá hava vit vant fýra til fimm ferðir um vikuna í teimum myrkastu mánaðunum og økt venjingarnarmongdina til fimm til seks ferðirnar um viku­na í teimum ljósaru mánað­ un­um, greiðir Kjartan frá. Hann hevur ikki neyva talið á hvussu nógvar kilometrar teir hava lagt aftur um seg í fyrireikingunum, men hann sigur, at teir longru teinar­nir hava verið 200-300 kilo­ metrar, og at teir annars hava súkklað 60-120 kilometrar dagliga. Hann metir, at teir hendan seinasta mán­aðin hava súkklað umleið 1400 kilo­metrar. Garvilt Kjartan Egholm sigur, at hann í fleiri ár hevur ætlað sær at luttikið í Styrke­prøven, og at tað í ár passaði seg soleiðis, at tað letur seg gera at fara. - Fyri mítt viðkomandi er hettar ein gamal tanki, og eg havi bíðað eftir tí rætta høvinum at tað kundi lata seg gera í verki. Eftir at hava koyrt Føroyar tunnar, tikið lut í flest øllum súkklukappingum í Før­oy­um og súkklað nógv í Íslandi og Danmark, eitt nú úr Årshus til Keyp­mannahavnar, so var tíðin komin til at royna okkurt garvilt. Okkurt stórt, sum vit ikki hava roynt áður, sigur Kjartan, sum fer at súkkla teinin saman við Tonny Brimsvík. - Í oktobur í fjør setti eg eina lýs­ing á facebook, har eg lýsti eftir øðr­um, ið kundu hugsað sær at eina taka slíka avbjóðing á seg. Tað vísti seg bara at vera Tonny, ið vísti áhuga, og vit teknaðu okkum til kapp­ingina sama dag sum tað var møgu­ligt at tilmelda seg, greiðir Kjartan frá. Síðani var eitt at gera, og tað var at fara í gongd við at venja. - So var linjan løgd. Vit vóru so­mik­ið jaligir upp á okkara egnu evnir at súkkla skjótt, at vit Kjartan Egholm VILDU ROYNA OKKURT GARVILT