mánadagur 11. juni 2018síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Tróndur Arge – Toftir,
Svangaskarður
Í 78. minuttir hevur føroyska U21
landsliðið stig í skjáttuni. Í ein
góðan hálvan tíma eru Føroyar á
odda móti Finnlandi, eftir at Benja
min Heinesen skorar beint fyri
hálvleik.
Í seinna hálvleiki hevur før
oyska liðið ein gyltan møguleika,
at økja um leiðsluna, men fáa ikki
mál. Løtu seinni eru 1-1 og Finnland
leggur hald á øll stigini í seinastu
minuttunum.
Við fimm vanligum startarum
uttanfyri, og tveimum níggjum
spælarum frá byrjan, so talaðu um
støðurnar ikki fyri einum góðum
føroyskum úrsliti, men avrikið
hevði til tíðir uppiborið betri.
Maður í mans stað
Ein av mest brúktu setningunum í
fótbólti, tá eitt lið hevur spælarar,
sum ikki kunnu vera við er, at
maður kemur í mans stað. Eli
Hentze er hollur í orðum, og undan
dystinum segði hann tað saman,
men bara ein sín heilt egna hátt.
Uttan Teit Jacobsen, Meinhard
E. Olsen, Hákun Edmundsson,
Erlend
Magnusson
og
Bjarna
Petersen, bleiv pláss fyri spælarum
sum Adrian Justinussen úr HB og
Ara Olsen úr Skála. Hartil bleiv
Jóannes Bjartalíð fluttur inn á
miðvøllin, har hann við bindi um
knæið spældi helst sín besta U21
landsdyst nakrantíð.
Torførastu
uppgávna
fekk
høgri bakkurin úr KÍ, Jóannes K.
Danielsen. Hann bleiv fluttur á
vinstra bakki, har sterkasta kortið
hjá Finnlandi, Mikael Soisalo úr
Middlesborough í Onglandi spældi.
Tað gav ávísar trupulleikar, men
serliga í seinna hálvleiki bleiv tann
uppgávan til tíðir væl loyst.
Benjamin er munurin
Fyrri hálvleikur er tvíbýttur. Í eitt
stórt korter er føroyska liðið væl
við. Vit koma til møguleikar og
megna at halda trýstið, tá vit hava
havt eitt nú deyðbóltar. Hartil er
tað bara í einkultum førum, at
finnlendingar koma til nakað, sum
minnir um málmøguleikar.
Í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki
verður føroyska liðið trýst aftur
í egnan brotsteig. Tvær ferðir er
málvejrin, Kartin Hansen, í fullari
longd og bjargar.
Júst sum tú situr við kensluni, at
nú skal føroyska liðið bara koma til
hálvleiks, so gleppur í hinum enda
num.
Í tveimum førum fáa finnlend
ingar ikki ruddað vekk. Í seinna
førinum er ein misskiljing millum
málverja og miðverja. Tað endar
við, at bólturin dettur fyri føturnar
á Benjamin Heinesen, ið lyftur
bóltin uppum spælarar og málverja
– og beint í málið.
-Eg minnist næstan ikki málið.
Eg haldi eg skjóti fyrstu ferð. Eg
veit at eg skori, tá eg síggi at mál
verjin hjá teimum gevst at renna
eftir bóltinum, sigur Benjamin
Heinesen.
Í hálvleikinum er Føroyar á
odda 1-0. Ein góðkent avrik, sum
teir næstan 500 áskoðararnir eisini
fegnast um.
Møguleikin
Í seinna hálvleiki leggur Finnland
nógv fyri, men í flestu førum er
føroyska verjan fyri. Mikael Soisalo
heldur fram at leggja trýst á í høgru
síðu, men nú hava Jóannes K.
Danielsen og Adrian Justinussen,
sum báðir eru í okkara vinstru síðu,
fingið tamarhald á støðuni. Fleiri
ferðir er bakkurin hjá KÍ langt
frammi á vøllinum, tá hann vinnur
bóltin.
So hvørt sum minuttirnir ganga
veksur trýsti. Jákup Thomsen
hevur ikki longur orku til at leggja
trýst á verjuna, men er drúgvur
á bóltinum. Einu ferðina er tað
so nær við, sum tað kanska kann
verða, at føroyska liðið økir um
leiðsluna. Jákup Thomsen spælir
Adrian Justinussen leysan, men
hóast góðan møgleika at skjóta, so
spælir hann upp á tvør til Benjamin
Heinesen, sum akkurát ikki røkkur
bóltin, men er eisini rangstaddur.
Hetta var møguleikin.
Missa sigurin á gólvið
Liðið hevur hesa løtuna torført við
at halda fast í bóltinum. Dropin
tyksit verða, tá venjararnir skifta
Høgna E. Nielsen innfyri Jóannes
Bjartalíð. Liðskiparin hjá 07 Vestur
er skilagóður spælari, sum helst
hevði passað best at komi inn
fyri ein av hinum báðum mið
vallarunum.
Við útskiftingini av Jóannes
Bjartalíð fór einasti framrættaði
miðvallarin, sum kundi dribbla og
hótta av miðjuni, meðan spælarar
sum Dan í Soylu, Salmundur Bech
og Petur Kundsen sótu klárir á
bonkinum.
Liðið sleppur nú ikki úr trýsti
num og tað gingur galið, tá tólv
minuttir eru eftir. Eftir innlegg úr
vinstru er Benjamin Källman fyrr
enn
Ólavur
Niclasen
á
bóltinum,
og
stútar
hann
í
málið.
Bara fýra minuttir
seinni er Ari Olsen ikki
vakin við handari stong,
tá hornaspark kemur innfyri.
Har
stendur
aftur
Benjamin
Källman og skorar.
Útskiftingar gera mun
Í hesum minuttunum ger føroyska
liðið tvær broytingar. Salmundur
Bech og Búi Egilsson koma á vøllin
seinastu minuttirnar. Hetta setir
lív í føroyska liðið, sum nú aftur
megnar at trýsta Finnland. Tað
blívur til okkurt hissini skot og
innlegg, umframt at finnlendingar
fáa eitt gult kort, fyri at hála Búa
Egilsson niður í mótálopi.
- Vit iðra okkum um, at vit vóru
so seinir at reagera. Sæð í bak
speglið, so skuldu vit havt tikið
avgerð um, at broyta tá tjúgu
minuttir vóru eftir, og ikki tá ellivu
minuttir vóru eftir. Vit skuldu
havt skift frískar spælarar inn,
sum kundu havt lagt trýst á
mótstøðuliðið longur frammi á
vøllinum. Tað sóu vit, tá Búi Egils
son kom inn, sigur Eli Hentze og
leggur afturat:
- Eg haldi, at vit høvdu havt
størri møguleika at fingið eitt úrs
lit, um vit høvdu skift út fyrr. Tað
mugu vit so taka á okkara kappa,
sigur U21 landsliðsvenjarin.
Føroyska liðið avrikaði væl,
eisini
tá
hugsað
verður
um
umstøðurnar. Tað gav tíverri einki
stig, men fleiri spælarar hava bjóða
seg fram. Breiddini bilar einki!
trondur@sosialurin.fo
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...
U21 landsliðið:
MISTU LUFTINA
OG STIGINI
BETUEL LIÐSKIPARI
Liðskiparin fyri U21 landsliðið til
hendan dystin var Betuel Hansen úr
NSÍ. Hetta er fyrstu ferð, at hann er
liðskiparin á U21 landsliðnum. – Tað
er ein øgiliga stolt kensla og eitt av
tí størsta, sum eg havi roynt.
Føroyska U21 landsliðið er á odda til 78. minuttir eru spældir,
men so misti føroyska liðið luftina – og hareftir stigini. – Vit
vóru ov seinir at skifta út, sigur Eli Hentze, U21 landsliðiðvenjari
U-21 EM undankapping støðan
NR. LIÐ
DYSTIR
VUNNI
JAVNT
TAPT
+ MÁL - MÁL
+/-
STIG
1
Pólland
6
4
2
0
14
6
+8
14
2
Danmark
6
4
1
1
22
7
+15
13
3
Finnland
6
2
3
1
11
12
-1
9
4
Georgia
7
2
2
3
9
15
-6
8
5
Føroyar
7
1
2
4
7
14
-7
5
6
Litava
6
1
0
5
3
12
-9
3
Kelda: faroesoccer.com