Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin! Spælarametingarnar: FÓTBÓLTUR TRÍGGIR DYSTIR EFTIR Føroyska liðið hevur tríggjar dystir eftir í EM-undankappingini. Teir eru í septembur og oktober móti Póllandi (úti), Litava (heima) og Danmark (úti). Higartil hevur liðið fingið stig, eftir ein sigur á Georgia og tveir javnleikir móti Finnlandi og Póllandi. Hóast hann spældi við bindi um knæið, er smáskaddur og fekk ein nýggjan leiklut á sentrala mið­vølli­num, so var Jóannes Bjarta­líð úr KÍ millum bestu spælar­arnar á vøllinum. Mangan hava vit sæð hann spælt á vonginum, ella sum áleyp­ari. Fyri U21 landsliðið riggaði hesin leikluturin væl fríggja­dagin á Svangaskarði. Sjáld­an hevur hann verið so íbland­aður i spælinum, har hann bæði var sjónligur á bótlinum og í verju­støðu. Her skal tó havast í huga, at hann bara spældi 65. minuttir. Sum heild komu flestu spælar­ar­nir væl frá sínum upp­ gáv­um. Tó fáa Ólavur Niclasen og Høgni E. Nielsen undir miðal. Miðverjin úr Klaksvík var íblandaður fyrsta og triðja máli­ num, meðan liðskiparin hjá 07 Vest helst kom inn á skeiva pláss upp á skeiva tíðspunkt. Kom til sín rætt seinastu minuttirnar, tá samansetingin aftur var røtt á miðvøllinum. Jóannes K. Danielsen hevði nokk torførastu umstøðurnar á vøllli­num. Høgri bakkurin spæl­ di á vinstru síðu, har sterk­asta kortið hjá Finnlandi spældi. Karstin Hansen hevði nakrar fram­úr bjargingar í fyrra hálv­ leiki, men skal helst fáa ein hond á 3-1 málið. Samanlagt stóð miðvøllurin seg væl. Betuel Hansen og Jákup B. Andreasen stríddust manni­ liga, meðan Jóannes Bjartalíð gav miðjuni nakað øðrvísi. Benjamin Heinesen skorar mál­ ið og er ein støðugt hóttan við sín­ um innkøstu. Adrian Just­inu­s­sen hevði torført við at halda upp á bóltin, men bleiv stinn­ari so hvørt sum dysturin gekk. Eisini Ari Olsen, sum var við frá byrjan á fyrsta sinni, kom væl frá uppgávuni. Báðir hava prógv­að, at teir eru til reiðar at taka av møguleikanum á U21 landsliðnum. U-21 EM undankapping FØROYAR 1 1 FINNLAND 0 3 Á Svangaskarði fríggjadagin 8. juni 2018 kl. 17.00 5 5 4 5 5 7 6 6 5 7 5 KARSTIN HANSEN JÓANNES K. DANIELSEN ÓLAVUR NICLASEN BARTAL WARDUM ARI OLSEN JÓANNES BJARTALÍÐ BENJAMIN HEINESEN BETUEL HANSEN JÁKUP THOMSEN JÁKUP ANDREASEN ADRIAN JUSTINUSSEN Høgni E. Nielsen (Inn 65.min – Út Jóannes Bjartalíð) Salmundur Bech (Inn 79.min – Út Benjamin Heinesen) Búi Egilsson (Inn 85.min – Út Betuel Hansen) 4 5 Dómari: Tim Marshall (Norðurírland) Dómarin tóktist hava fult tamarhald á dystinum. Onkar løtur bleiv heitt á vøllinum, men bæði liðini tóktust tó bara vilja sleppa at spæla fótbólt. 7 Nýtt lív í Jóannes Bjartalíð Føroyar - Finnland 1-3 (1-0) 1-0: Benjamin Heinesen 45. 1-1: Benjamin Källman 78. 1-2: Benjamin Källman 83. 1-3: Lassi Lappalainen 92. Dómarakvartett úr Norðurírlandi: Tim Marshall, Richard Storey, David Anderson og Steven Gregg, sum er fjórði dómari. Føroyar: Karstin Hansen, Skála – Ari Olsen, Skála, Bartal Wardum, HB, Ólavur Niclasen, HB, Jóannes K. Danielsen, KÍ – Betuel Hansen, NSÍ (Búi Egilsson, Suðringar, 85.) – Benjamin Heinesen, B36 (Salmundur Bech, Suðringar, 79.), Jóannes Bjartalíð, KÍ (Høgni Egilstoft Nielsen, 07 Vestur, 65.), Jákup B. Andreasen, KÍ, Adrian Justinussen, HB – Jákup Thomsen, FCM Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Elias Rssmussen, Víkingur, Petur Knudsen, NSÍ, Dan í Soylu, HB, Steinbjørn Olsen, KÍ Gult kort: eingin Venjari: Eli Hentze Hjálparvenjari: Hegga Samuelsen Finnland: Hugo Keto – Sako Savolainen, Leo Väisänen, Richard Jensen, Lassi Järvenpää (Juho Pirttijoki, 66.) – Sebastian Dahlström, Santeri Hostikka (Ilmari Niskanen, 61.), Kaan Kairinen – Mikael Soisalo, Benjamin Källman, Lassi Lappalainen (Lauri Ala-Myllymäki, 92.) Gult kort: Kaan Kairinen, Leo Väisänen Venjari: Juha Mailenen Venjari: Eli Hentze 3