Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Aftur á sundalagsstevnu í Kolla­ firði vóru líkindini at rógva kapp av teimum bestu. Soleiðis var tað á norðoyastevnu næstsíðsta leygar­dag, og forsøgnin sigur, at líkindini eisini fara at verða góð, tá ið FM kappróður verður aftur longu leygardagin. Tá fer at verða kappast á Skálafjørðinum, sum verður roknaður at vera besta økið yvir­høvur at kapprógva í Føroyum. Tað eru sjey FM kappingar, og punktum verður sum altíð sett fyri FM kappingini ólavsøkuaftan. Tá plaga fleiri FM vinnarar at verða funnir. Á hvørjum ári verður onkur FM vinnari funnin longu næst­ síðsta kappingardagin. Í ár verður hann leygardagin fjúrtanda juli, tá ið tað verður FM kappróður á vestan­stevnu í Sandavági. Triði síðsta FM kappingin verður á fjarðastevnu í Vestmanna leygar­dagin 7. juli. Um tað næstu vikurnar fer at laga seg soleiðis, sum tað hevur gjørt tvær tær fyrstu ferðirnar, so kann tað væl fara at vera, at onkur FM vinnari longu verður funnin í Vestmanna. Kanska ikki heilt ástøðiliga, men í veruleikanum kann tað fara at vera tætt við, at onkur bátur longu 7. juli so at siga fer at tryggja sær FM heitið. Størsti spenningurin Bara í einum róðri var tað annar vinnari í Kollafirði, enn tað var í Klaks­vík. Tað var í kappingini millum 5-mannafør við gentum. Tambar hjá Róðrarfelagnum Knørri vann hesa kappingina á norðoya­stevnu. Tað var í spennandi kapp­ing við Blik av Argjum. Í Kolla­ firði var Blikur bestur, og nú var Tambar næstbestur. Kappingin var sera tøtt, og fjarstøðan aftur til Drekan á triðja plássi var so mikið lítil, at tað er møguleiki fyri uppaftur øðrum vinnara enn teim­um báðum, sum higartil hava vunnið. Sigursvandi Argjabáturin vann aftur í Kolla­firði kapp­ingina mill­ um 8-manna­førini. Men tað leyp lítið og einki av. Árn­firð­ingur var sera treiskur og fremstur, tá ið farið varð undir endaspurtin. Men so vignaðist tøkini hjá teimum um­ borð á Argjabátinum betur, og reyði skuturin var undan grøna bátinum, tá ið bátarnir fóru um málið. Kappingin, har flest avbjóðarar vóru at vinna, var í barnaróðrinum fyri dreingir. Nýggi báturin hjá Vágs Kappróðrarfelag, Fiskurin, vann á norðoyastevnu, og Fiskurin var aftur leygardagin fyrstur á mál. Myndin var margføld og ikki sørt skiftandi. Fiskurin, Heykur úr Hósvík, Ingibjørg hjá Havnar Róðrar­felag og Fípan Fagra úr Klaks­vík vóru í so mikið tættari kapp­ing, at tað var bara eitt stórt sekund frá Fiskinum og aftur til Fípuna, sum endaði á fjórða plássi. Trivaligu sigrarnir Í tveimum kappingum var eingin spenningur um fremsta plássið, tí vinnarin var fleiri bátslongdir undan hinum á mál. Genturnar á Firvaldi vunnu sera sannførandi sigur í barna­ kapp­ingini. Tær vóru tríggjar báts­ longdir undan næsta bátinum á mál. Á norðoyastevnu var Ingibjørg næstfremst. Í Kollafirði var Ørnin næst­fremst, meðan Ingibjørg endaði á fjórða plássi og Frúgvin var nummar trý. Kvinnurnar umborð á 6-manna­ farinum Sølmundi vunnu stórsigur á norðoyastevnu, og tað gjørdu tær eisini á sundalagsstevnu. Í Klaksvík var Páll Fangi næstfremstur, meðan Smyril var næstfremstur í Kollafirði. 6-mannafarið hjá klaks­víking­ um, Páll Fangi við monnum, vann eisini sera sannførandi sigur. Fram ímóti málinum var Páll Fangi leysur av øllum hinum, og sam­ mett við umborð á hinum bátun­um kendist orkan hjá ungu monnun­ um umborð á Páll Fanga at vera so mikið stór, at tað er sera ilt at hugsa sær, at nakar annar bátur næstu vikurnar skal vera førur fyri at hótta klaksvíkingar. Kanska spøkir møguleikin Á norðoyastevnu var tað vónbrot hjá klaksvíkingum, at tað ikki eydn­ aðist teimum at vinna. Tá streyk Ormurin Langi avstað við sigrinum. Í Kollafirði myndaðist róðurin rættiliga líkt kappingini millum 10-mannaførini í fyrstu kappingini. Royndu rógvararnir umborð á Orminum Langa megna framvegis tað, sum teir plagdu at vísa, tá ið fleiri teirra fyri fáum árum síðani sótu umborð á Klaksvíkingi. Tá ráddi tað um í startspurtinum at vinna seg framum hinar og síðani at stýra róðrinum. Ormurin Langi stýrdi róðrinum fult og heilt í Kollafirði. Tað var skjótt, at fjarstøðan aftur til teir næstu var ein skutur og so ein hálv báts­longd og meiri enn tað. Umframt orku og teknikk er eisini sinniliga yvirskotið umborð á Orminum Langa størri, enn tað er umborð á hinum bátunum. Tí skulu bæði teir á Klaksvíkingi og teir umborð á Suðuroyingi avrika væl betri, enn teir hava víst higartil, um tað skal eydnast at syfta Ormin Langa. Erla Kongsdóttir vann aftur í Kolla­firði kappingina millum 5-manna­førini við kvinnum. Á norðoya­stevnu var tíðarmunurin aftur til Sílið væl meiri enn tvey sekund. Í Kollafirði var hann lítið meiri enn eitt sekund. Millum 5-mannaførini við dreingjum var tað fyrra partinum av teininum tætt. Fýra teir fremstu KAPPRÓÐUR Sundalagsstevna: Í øllum kappingum uttan einari var vinnarin tann sami í Kollafirði sum á norðoyastevnu FM SPENNINGURIN KANN SKJÓTT HVØRVA