Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 4. juni 2018 · Nr. 62 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vikan ið fór Viljormur Davidsen leingir um sáttmálan við nýklakta Superliga- liðið, Vejle, soleiðis at sáttmálin nú er galdandi til á sumri í 2019. Hondbóltssæplarin, Kjartan Johansen, boðar frá, at hann ikki heldur fram í norska Fyllingen, har partarnir ikki gerast samdir um nýggjan sáttmála. Føroyska kvinnulandsliðið tapir 4-0 ímóti Slovenia í HM-undandysti á Tórsvølli. Støðan í hálvleikssteðginum er 2-0. Tað er aftur rumbul um tíðaráseting til steypadyst, hesaferð TB/ FCS/Royn. Eftir aftur og fram gerst tíðspunktið 13. juni kl.15.00. Føroyska U21-landsliðið tapir EM-undandyst á Svangskarði 3-1 ímóti Finnlandi eftir at Føroyar annars vóru á odda 1-0 í hálvleikssteðginum. Torkil Veyhe vinnur prikkutu troyggjuna í fronsku súkklukappingini, Ronde de l’Oise, har hann missir sítt samlaða triðjapláss í evstu løtu. Vípan úr Støkk blívur nummar 10 í HM í estetiskum fimleiki. Stigatalið 15,55 er tað hægsta nakað føroyskt lið hevur fingið í HM. ...við ítróttinum 5 SKJÓTIR Fimm skjótir spurningar til føroysk ítróttarfólk... Navn: Andrass Thomsen Aldur: 31 Yrki: Starvsfólk í FSF Royn tína vitan um ítróttin her og nú! Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst 1. Danny Welbeck (16) 2. Simon Kjær 3. Fýra ferðir 4. 16 5. Roberto Baggio 6. Lothar Matthäus (25) 7. Andrés Iniesta 8. Aron Einar Gunnarsson Tað er HM-fepur í luftini, og øll eyguni eru so smátt farin at venda sær ímóti Russlandi, har HM-endaspælið í fótbólti byrjar seinni í vikuni. Danska sjónvarpsrásin, DR, fer at senda frá HM-dystunum, og vertur í sjónvarpsstovuni verður Peter Møller. Hann er fyrrverandi danskur landsliðsáleypari við stórum innliti í fótbólt, og hann hevur sett sær fyri at fara til Russlands áðrenn HM at hygga nærri at vertstjóðini. Í trimum sendingum ferðast hann í teimum ymisku HM- býunum. Hann hevur onga ferðaætlan, tí hon er longu løgd frammanundan av russiska DR-korrespodentinum, Matilde Kimer. Hon tosar flótandi russiskt, og tað er ikki nógv, sum hon ikki veit um Russland, so hon er júst rætti persónurin at, saman við tí meira fólksliga Peteri Møller, upplýsa hyggjaran nærri um hvussu Russland er sum land og HM-vertur. Umframt at tosa um HM og fótbólt í síni heild, so sleppur Peter Møller at royna og síggja ymiskt í tí russisku mentanini, og hendan vegin fæst eitt frálíkt og øðrvísi innlit í hvussu russarar liva og hvat teir hugsa. Tað er nógv ferð á sendingini, og tey bæði, Peter Møller og Matilde Kimer, reika runt ymsastaðni í Russlandi. Tey koma víða um, og tað er allatíðina áhugavert. Frásøgnin er fyri ein part upplisið fakta, men í stóran mun eisini søgur fortaldar av russarum sjálvum. Tað er inniligt, ektað og upplýsandi. Talan er um fittligar sendingar, ið eru lættar at hyggja eftir, og fær hyggjaran í sannan HM-hýr samstundis sum tú fær eina rúgvu at vita um Russland. HVUSSU ER AT HYGGJA: Lætt, áhugavert og upplýsandi. HYGG UM TÚ: Gjarna vilt koma í HM-hýr. IKKI HYGG UM TÚ: Ikki leggur í at vita meira um Russland. HVAT HELDUR TÚ? Eitt sindur drúgt, men helst verður tú drigin við. Ein góð HM-upptakt! 1 Hvør í enska HM-hópinum hevur skotið flest mál á landsliðnum? 2 Hvussu eitur liðskiparin á danska landsliðnum? 3 Hvussu ofta hevur Italia vunnið HM? 4 Hvussu nógv mál hevur Miroslav Klose skotið í HM-endaspælinum? 5 Hvussu eitur italienarin, ið misnýtti eitt brotsspark í HM-finaluni í 1994? 6 Hvussu eitur týskarin, ið hevur spælt flest dystir í HM-endaspølunum? 7 Hvør var sigursharri hjá Spania í HM-finaluni í 2010? 8 Hvussu eitur leikarin á myndini? Hvørjar eru tínar uppgávur í nýggja starvinum í FSF? Uppgávan hjá mær verður at samskipa allar landsdystir, bæði heima og úti, samstundis sum eg komi at taka lut í einum arbeiði at menna føroysku feløgini. Tú ert í Russlandi nú – hvat gert tú har? Eg eri í Russlandi í samband við tiltakið Football for Friendship, har tvey føroysk børn luttaka saman við børnum úr 210 øðrum londum. Hvørjar HM-dystir sleppur tú at síggja? Øll, sum luttaka í Football for Friendship, fara til fyrsta dystin millum Russland og Saudi Arabia. Hvør væntar tú vinnur HM í ár? Eg trúgvi, at tað kemur at standa millum Týskland og Brasilia. Hvørjum heldur tú við í HM? Nú tá Føroyar ikki eru við, so eru tað mest norðurlondini: Danmark, Svøríki og Ísland. “Heimir hevur víst mær álit, og tað hevur givið sjálvsálit.” - Adrian Justinussen um heitið sum toppskjútti í Betrideildini “Tað er ein stolt kensla. Hetta er nokk eitt tað størsta eg nakrantíð havi prøvað.” - Betuel Hansen um at vera liðskipari á U21-landsliðnum 1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo og Sosialin nakað meir 4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast 6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við 8 røtt: Fantastiska flott, tillukku! Dokumentarurin: Á útivølli í Russlandi