Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-11, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 11. juni 2018síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 11. juni 2018 · Nr. 65 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... t Sirkus- Løgmans­ steypið Eitt sindur fyri at provokera, so hava vit kallað stríðið um hálvfinalurnar í kappingin um Løgmanssteypið fyri eitt sirkus. Tað var eitt sirkus, tá fyrru hálvfinalurnar skuldu spælast í Havn. Sjálvt dagin fyri hálvfinaluna vistu spælararnir ikki nær dysturin skuldi spælast. Tað er ikki serliga virðiligt fyri føroyskan fótbólt. Nú hevur so eitt sindur av órógvi verið rundanum seinnu hálvfinaluna í Trongisvági, har B36 ikki ynskir at yvirnátta í Suðuroynni, sjálvt um talan er um vanligan gerandisdag. Tað vil so siga, at vit fáa enn eina hálvfinalu í arbeiðistíð. Tað haldi eg ikki er serliga virðiligt fyri hvørki áskoðarar ella Løgmanssteypið. Vit hava endiliga fingið ein fastan leist fyri sjálva finaluna. Í fleiri ár hevur hon verið tveitt runt á árinum og eisini kring landið. Nú er ongin ivi, finalan í steypakappingini er á Tórsvølli seinasta vikuskiftið í august. Hvørki meiri ella minni. Tað haldi eg eisini hevur eydnast væl, serliga eftir at KÍ og Víkingur megnaðu at fylla Tórsvøll. Men eftir ósemjurnar um hálvfinalurnar, so er mín meining, at Fótbóltssamabndið – sum jú er feløgini – taka um endan og gera ein leist, ið virðir hálvfinalurnar fyri tað, sum tær eru. Fleiri nevna møguleikan, at spæla eina hálvfinalu á Tórsvølli. Tað er ein leistur, sum fleiri lond gera rundanum okkum. Tað eru fyrimunir og vansar við tí. Aðrir møguleikar eru, at bara ein hálvfinala verður spæld um dagin. Tað vil siga, at er ein týskvøld, so er hin mikukvøld. Ella mikukvøld og hóskvøld. Hetta ger at áskoðarar og miðlar kunnu seta alt inn upp á allar fýra dystirnar. Hvussu verður og ikki, so ber ikki til, at spælarar ikki vita dagin fyri hvat klokkan hálvfinalan er. Vit mugu koma víðari. Onkuntíð krevur tað, at onkur tekur eina avgerð. Tað má FSF gera í hesum førinum, tí feløgini enda bara í hornatøkum. Hartil skilji eg væl, at Suðringar ikki skulu spæla mitt í viku og skulu yvirnátta, tá talan er um landskapping og vanligt, men ein hálvfinalan í steypakappingini eigur at verða raðfest hægri – báðar vegir. Og so mugu feløgini vera við, tí núverandi skilið ber ikki til! Kom í felag og raðfesti Løgmanssteypið! Tróndur Arge Tróndur Arge Í gjár var HM-finalan í estetiskum fimleiki í Buda­ pest í Ungarn. Vípan úr Fim­leikafelagnum Støkk megnaði leygardagin at koma víðari í finaluna við stiga­talinum 14,9. Í gjár fingu tær 15,55 stig, sum er hægsta stigatal eitt føroyskt kvinnu­ ung­lingalið hevur fingið nakran­tíð til HM. Við samanlagda stiga­ tali­num 30,45 endaðu tær á einum samlaðum 10. plássi. Tredivu lið úr øllum heiminum luttóku í kvinnu­ ung­lingakappingini og í kvinnukappingini lut­tóku 34 lið. Vinnarar av bæði kvinnu- og kvinnu­ung­linga­ kapp­ingini gjørdist Russ­ land í harðari kapping við Finnland. Fimm lið úr Føroyum lut­tóku í kappingini, tvey kvinnu­lið og trý kvinnu­ung­ lingalið. Í kvinnu­ung­linga­ kapp­ingini endaði Vípan úr Støkk á 10. plássi, Team Eina úr HF á 14. plássi og Nora úr HF á 17. plássi. Í kvinnu­ kappingini endaði Hydra úr Ljósinum á einum 22. plássi og Hulda úr HF á 27. plássi. trondur@sosialurin Vípan úr Støkk millum heimsins bestu Estetiskur fimleikur hevur av álvara gjørt um seg í Føroyum seinnu árini. Hesa ferð er tað Vípan úr Støkk, sum hevur staðið fyri størsta bragdinum LIÐIÐ HJÁ VÍPUNI FRÁ VINSTRU: Rósa Hanusardóttir á Lógv, Miriam Jákupsdóttir Johansen, Beinta Gaardbo, Rósa Hansen, Elsa Maria Hansen, Heidi Napoleonsdóttir Jacobsen, Bjørk Nolsøe, Sunnvá Weihe Johannesen og Sandra Hansen. Venjarar eru Ásleyg Toftegaard og Debora Ingvarsdóttir Stauss