Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Visit Norðoy hevur gjørt nýggjan faldara - Experience the North­ ern Islands: Catalogue 2018 - við 18 ítøkilig­ um upplivingum í Norð­ oyggj­um í summar. Grundstykki tøk í kommununi Bæði í Hvannasundi og Norðdepli ber til at byggja, tí her eru tøk grundstykki Vilmund Jacobsen Hvannasunds kommuna hev­ ur tøk grundstykkir til sølu, bæði í Hvannasundi og í Norð­depli og soleiðis hava fólk, sum kundu hugsað sær at sett búgv, høvi at byggja í báð­um teimum størru bygd­ un­um í kommununi. Í Hvannasundi er øki tøkt við plássi fyri trimum grund­ stykkjum undir Rókini, tey rópa. - Hetta er við blindveg við góð­um útsýni, bæði norður og suður eftir sundinum, siga tey í Hvannasunds komm­unu. Í Norðdepli eru tvey grund­stykkir tøk niðan fyri veg­in á Kópagørðum. Hetta er eisini við blindveg, ið ligg­ ur tætt við handil, dag­stovn og skúla og tætt við fjør­una norðan fyri byrg­ing­ina í Norðdepli. - Kostnaðurin fyri grund­ stykki í Hvannasundi er 62 krónur fyri fermeturin - og í Norðdepli er kostnaðurin 50 krónur fyri fermeturin, verð­ ur lagt aftrat. 93 metrar seinastu vikuna Vilmund Jacobsen P/F Eystur- og Sandoyartunlar hava enn einaferð kunnað um, hvussu gingist hevur at bora Eysturoyartunnilin seinastu vikuna. Herfyri vóru teir í bleytum tilfari Hvítanesmegin, men bæði í næst seinastu viku og nú eisini í seinastu viku er rættilig gongd komin á aftur á Hvítanesi. Meðan tunnilsliðið var í vánaligum tilfari Hvítanesmegin, fingust teir við at asfalttera vegabreytina í tunlinum. Tilsamans hava liðini í Eysturoyartunlinum borað tilsamans 93 metrar seinastu vikuna, soleiðis at teir nú eru komnir tilsamans 5.674 metrar av tunnilslongdini á tilsamans 11.250 metrar. Hetta merkir, at ein stívur helmingur av Eysturoyartunlinum nú er boraður. Í frásøgnini um gongdina verður sagt, at seinastu vikuna vórðu boraðir og sprongdir 40 metrar Hvítanesmegin, og her eru teir nú komnir 2.719 metrar ávegis. Frá rundkoyringini undir Saltnesgrynnuni vórðu sprongdir 27 metrar, og her eru teir nú komnir 767 metrar móti Hvítanesi. At enda í seinastu viku vórðu 26 metrar boraðir og sprongdir frá rundkoyringini og móti Saltnesi, soleiðis at teir nú her eru komnir 563 metrar. Sambært ætlanini kemur tunnilin upp í Saltnesi seinni í hesum árinum, og allur Eysturoyartunnilin verður liðugt boraður um eitt ár. JÓANSØKUBÁL: Leygarkvøldið 23. juni skipar Kvívíkar kommuna fyri hugnaligum tiltaki við jóansøkubáli á Leynasandi, og kommunan fer at kunna nærri, tá tiltakið nærkast. Miklagarður fer at selja sild hjá Tavuni í Leirvík Jóan Magnus Rasmussen, sølustjóri, sigur, at Tavan sær stórar møguleikar við øktari framleiðslu og sølu av góðskaðum sildabitum og makrelúrdráttum Vilmund Jacobsen Høvuðsfyritøkan í Svøríki, sum í fjør heyst keypti einar 1200 tunnur við kryddaðum silda­bitum frá Tavuni í Leir­ vík, hevur traditiónir við sild heilt aftur til 1400-talið. Økið hevur gjøgnum øld­ir verið tætt knýtt at sild, silda­ vinnu og maritima økinum. Tí­skil er júst hetta økið í Svø­ríki í so máta ikki ólíkt Før­oyum. Svenska tjóðardagin hin 6. juni hevur økið ein so­ nevnd­an “Sillens Dag”, har ein framleiðsla verður kosin at vera ársins sild. Í samband við hetta tiltak verða framleidd sløk 100.000 sildagløs, og av hvørjum glasi fer ein ávís upphædd til sjó­ bjargingarfeløg í svenska sker­garðinum. Johan Mortensen, konsul­ entur, vísir á, at framleiðslan, sum verður vald til at vera árs­ins sild, liggur á sera høg­ um gastronomiskum støði. - Tað er ambitiónin hjá Tav­uni, at ársins sild í 2019 skal verða við føroyskum rá­ vør­um og føroyskum urtrum við íblástri úr føroyskari gastron­omi. Tað er ikki óhugsandi, sig­ ur konsulenturin, at onk­ur av frægu føroysku kokk­un­ um verður við í hesi ætlan. Hann vísir annars á, at tað vekir ans í Svøríki, at Føroyar hava eina Michelin-stjørnu. Stórir møguleikar Jóan Magnus Rasmussen, sølu­stjóri, sigur, at Tavan sær stórar møguleikar við økt­ari fram­leiðslu og sølu av góðsk­ að­um sildabitum og makrel­ úrdráttum. - Vit síggja stórar møgu­ leik­ar við góðsking og nýggj­ um arbeiðsplássum av upp­ sjóv­ar­fiskasløgum, legg­ur sølu­stjórin aftrat. Johan Mortensen veit eis­ini at siga, at Miklagarður skjótt kemur at hava nakað av svensku sildini hjá Tavuni at selja sínum við­skifta­fólk­ um.