týsdagur 12. juni 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66
Tórshavn: Vegurin Langi 41, Hoyvík, Tel 35 30 40
Klaksvík: Klingrugarður 3, Tel 47 30 40
Lærlingar til mekaniska
verkstaðin
Vit bjóða eina útbúgving í einum livandi og
áhugaverdum umhvørvi, har nøgdsemi og
kundatænasta eru í hásæti.
Um tú hevur bensin í blóðnum og kundi
hugsað tær at gerast ein partur av einum væl
skipaðum verkstaðstoymi, ert tú vælkomin at
søkja.
Tú fært alla ta vegleiðing, tú hevur tørv á, fyri
at kunna útinna fjølbroyttu upp gávurnar til
lítar.
Um tú metir, at hetta kundi verið nakað fyri
teg, ert tú vælkomin at senda eina umsókn til
Reyni Service.
Heðin Hansen, hh@reyniservice.fo ella
tel 210050
Vit lesa umsóknirnar so hvørt, tær koma inn,
so send gjarna umsóknina skjótast til ber.
Starvsetan: Skjótast gjørligt.
Ert tú í iva, um hetta er nakað fyri teg - ella
hevur tú spurningar - so ert tú vælkomin at
seta teg í samband við okkum.
Søkt verður eftir lærlingum
til okkara verkstað í Havn
Reyni Service, sum varð sett á stovn í 1947, er størsta bilfyritøka í Føroyum við fleiri enn 50 starvsfólkum.
Við deildum í Havn og í Klaksvík er Reyni Service heildarveitari innan bilvinnuna.
VÆLKOMIN
TIL MÓTTØKU
Í sambandi við at Gunn Hernes er vorðin stjóri í Norðurlandahúsinum,
verður almenn móttøka fríggjadagin 15. juni kl. 16–18.
Gunn Hernes er úr Moss í Noregi og er útbúgvin innan mentanarfyrisiting. Hon hevur m. a.
arbeitt sum mentanarráðgevi í Bergen Kommunu, verkætlanarleiðari fyri palllist og tónleik,
og hon hevur eitt stórt altjóða netverk.
Til móttøkuna fer Joanna Johansen at bjóða Gunn Hernes vælkomnari vegna stýrið í
Norðurlandahúsinum. Síðani fer Gunn m.a. at siga frá Heystskránni og at presentera
føroysku tilnevningina til Tónlistavirðisløn Norðurlandaráðsins, nýskapandi bólkin Hamferð.
Kom framvið og heilsa upp á Gunn, fá eitt prát og okkurt gott til góman frá Smakka afturvið.
Í sambandi við móttøkuna letur Summarframsýningin 2018 upp. Framsýningin hevur heitið
“VATN – Norðurlendsk Salón”, og listafólkini eru norðurlendsk og baltisk.