Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR FUNDUR Á ERLIGUM OG OPNUM STØÐI Forsætisráðharrin, landsstýrisformaðurin og løgmaður hava funnið eitt felags fundarmál Árni regersen Ríkisfundirnir millum danska forsætis­ráð­ harran, grønlendska landsstýrisformannin og løgmann hava rokkið einum av enda­mál­ unum. Eftir ríkisfundinum hesa vikuna søgdu teir allir tríggir, at eftir at teir hava hitt hvønn annan so mikið ofta, so eru fundirnir vorðn­ir munandi betri. -Tá ið vit hittust fyrstu ferð, so var alt meira formelt enn í dag, segði grønlendski lands­stýrisformaðurin, Kim Kielsen, eftir fundin við Leynavatn, fyrrapartin týsdagin. -Eg haldi eisini, at tað hevur stóran týdn­ ing, at vit hava lært hvønn annan so væl at kenna. Tað er bæði persónliga og politiskt. Vit vita sum oftast hvøjar holdningar hinir hava til tey ymisku málini, segði Aksel V. Jo­ hannessen, løgmaður. Lars Løkke Rasmussen segði eisini tað sama, og helt at fundurin hesaferð var sera góð­ur. -Vit vendu flestu málunum av felags