Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 7

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66 POLITIKKUR Tað var ikki eitt serligt mál, sum stóð ovast á skránni, tá ið Lars Løkke Rasmussen, for­ sætisráðharri, Kim Kielsen, landsstýris­for­maður og Sksel V. Johannesen hittust á ríkisfundi í hjallinum Skerpa við Leynavatn. - Nei, vit høvdu ikki eitt mál, sum fokus var á. Vit tosaðu um tey mál, sum eru frammi nú og sum hava áhuga hjá okkum øllum, segði Lars Løkke Rasmussen eftir ríkisfundin. Á sjálvum tíðindafundinum brúkti hann høvi at vísa til toppfundin í Singapore millum amerikanska forsetan og norðurkoreanska einaræðisharran. -Tað vísir klárt, at vit búgva í einum heimi, sum allatíðina flytir seg, segði danski for­ sætis­ráðharrin. Hann var eisini inni á, at semja er um, at farið verður undir at kanna, hvussu londiniu skulu bera seg at, tá ið útlendingar gera stórar íløgur í londunum. -Tað er sjálvandi gott, at londini eru opin fyri útlendskum íløtum, men vit mugu eisini ansa eftir ikki at vera ov bláoygd, so hesar íløg­ur­nar koma okkum aftur um brekku seinni, segði Lars Løkke. Í seinastuni hevur verið kjak – serlliga í Dan­mark – um tær storu íløgurnar, sum verða gjørd­ar í infrastruykturin í Grønlandi. Kines­iskar fyritøkur eru undangóðkendar at gera flogvallirnar talan er um, men enn er fígg­ingin ikki fingin til vega. Í Danmark verður tosað um, at tað kann gera Grønland serliga bundið at Kina, verður tað so, at íløgupeningurin til infrastruktur ar­ beiðið verða læntar úr til dømis Kina. Norðurlanda ráðið Lars Løkke Rasmussen vísti á, at í 2020 hevur Danmark formansskapin í Norðurlanda ráðn­um. -Eg kundi hugsa mær, at bæði Grønland og Føroyar verða drigin meira uppí arbeiðið, tá ið Danmark fær formansskapin. Eg haldi tað hevði verið gott fyri øll um Grønland og Før­oyar sleppa at spæla ein meira aktivan leiklut í hesum sambandi, segði danski for­ sætis­ráðharrin á fundinum við Leynavatn týs­dagin. Næsti ríkisfundurin verður hildin í okt­ ober. Læra londini at kenna Royna at gera eina skipan, so ung kunnu lkæra meira unm londini í ríkisfelagsskapinum Árni Gregersen Á fundinum við Leynavatn fyrra­ part­in týsdagin, avtalaðu Lars Løkke Rasmussen, Kim Kielsen og Aksel V. Jo­ hanne­sen um at heita á em­bætis­verk­ini í llondunum um at gera uppskot um eina skipan, sum hevur til endamáls at ung í londunum læra meira um samfeløgini hvør hjá øðrum. Hann legði afturat, at embætisfólkini skulu koma viðå einum uppskoti, tá ið næsti fundurin verður í oktober. -Hetta er eitt slag av mentan, men tað er avgerandi, at ung fólk læra meira um aðrar partar av ríkisfelagskapinum, segði Lars Løkke Rasmussen. áhuga, sum eru frammi nú. Vit vita, at verðin broyt­ist og tað mugu vit eisii fyrihalda okkum til, segði hann. Fleiri stór mál Teir tríggir stjórnarleiðararnir høvdu fleiri stór mál á skránni. Ikki alt mál, sum avgerðir skulu takast um nú, men har arbeiðið er sett í gongd og sum helst skal vera liðugt í oktober, tá ið næsti ríkisfundurin er. Talan er um umsóknina úr Føroyum um at fáa limaskap í Norðurlandaráðnum. Har verður arbeitt við einari skipan, sum á ein ella annan hátt fer at broyta limaskapin hjá sjálvstýrandi pørtunum í ráðnum, so tað helst fer at líkjast einum atlimaskapi – altso ikki fullum limaskapi, men einum tættari lima­skapi enn í dag. Ein annar spurningur, sum tað verður arbeitt við á embætisplani, er tann sokallaða DFG-skipanin. DFG stendur fyri “Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland.” Hetta er ein skipan, sum ofta ikki virkar, tá ið danska ríkið er í altjóða samráðingum. Tað kemur ofta fyri, at tey trý økini í danska ríkinum ikki hava felags áhugamál. Dan­mark er limur í ES, men tað eru Føroyar og Grønland ikki. Tá ið tað snýr seg uym fiskivinnuavtalur hava Grønland og Føroyar ofta ikki somu áhuga­mál og tí verður arbeitt við einai nýggj­ ari skipan, har til ber at tosa við meia enn ein­ari rødd á altjóða pallinum. Føroyar hava eisini í seinastuni strongt á fyri at fáa størri rásarúm, tá ið talan er um at gera avtalur við lond uttanfyri ríkis­felags­ skap­in. Spurningurin er vendur fleiri ferðir, men higar­til hevur danska embætisverkið sagt, at tað ikki ber til at tamba grundlógina meira. Seinastu hugsanirnar eru, at tað kanska ber til at gera eina skipan, sum liggur uttan­ fyri donsku grundlógina. Spurningar vóru eisini vendir, sum eru mill­um Føroyar og Grønland. Serliga er tað uppruddingin í Føroyinga­ havn­ini, sum er á skránni. Føroysk embætis­ fólk hava gjørt eina frágreiðing, sum grøn­ lendska heimastýrið fer at viðgera. Tá ið tann við­gerð­in er gjørd, verður farið undir at fáa pening til vega og gera uppruddingina eftir ætlan, sum semja verður gjørd um. -Tú skalt minnast til, at NORDAFAR var samstarv millum Danmark, Noreg og Føroy­ ar. Vit vóru als ikki við og vit høvdu ikki at­ gongd til Føroyingahavnina, sigur Kim Kiel­ sen. Hann vísir á, at síðani níti-árini hevur forfallið í Føroyingahavnini verið ógvusligt og tí má okkurt gerast beinanveg. Onki mál fekk eina serliga raðfesting