Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-06-12, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 12. juni 2018síða 8

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. juni 2018 · Nr. 66 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKUGGASPÆL Í KVF OG VP Sosialurin avdúkaði mánadagin, at Johnny í Grótinum, kringvarpsstjóri, tvær ferðir í síðstu viku skrivaði greinar á Vágaportalinum. Hetta vóru greinar, sum ábyrgdarblaðstjórin á vp.fo legði navn til Eirikur Lindenskov Í fyrru greinina skrivar kringvarps­ stjórin soleiðis: »VP hevur spurt kringvarps­ stjór­an um viðmerkingar til, at Menta­málaráðið hevur givið hon­ um viðhald í, at kæran ikki skuldi fáa steðg­andi virkna. Johnny í Grót­inum hevur ongar við­merk­ ing­ar til avgerðina«. Hetta skrivar kringvarpsstjórin sjálvur í einum telduposti, sum hann sendir Ólavi í Beti týsdagin í síðstu viku. Hann byrjar teldupostin soleið­ is: »Hey Ólavur. Uppskot til grein um avgerð Mentamálaráðsins«. Og síðani kemur greinin, sum kringvarpsstjórin hevur givið yvir­ skriftina: »Mentamálaráðið avvísir umbøn frá Liljan Weihe«. Teldurposturin frá kringvarps­ stjóranum er sendur klokkan 9:42 hendan morgunin, og klokkan 9:57 sama morgun lá greinin á vp.fo – men nú var høvundurin ikki Johnny í Grótinum, men Ólavur í Beiti. Seinnu greinina sendir kring­ varps­stjórin hósdagin. Fram­ferð­ ar­hátt­urin er hin sami. Kring­ varps­stjórin skrivar til Ólav í Beiti: »Upp­skot til grein um ná­grein­an­ ina«. Kringvarpsstjórin sendir teldu­ postin klokkan 00:30 hósnáttina og klokkan 02:14 liggur hon á vp.fo, og nú er høvundurin Ólavur í Beiti. Smávegis broytingar eru gjørdar, undiryvirskriftir eru burtur, og orðið »mentamálaráðharri« er broytt til »mentamálarákvinna«. Men innihaldið er ikki broytt. Tað sermerkta við greinunum hjá kringvarpsstjóranum er, at báð­ar greinarnar snúgva seg um starvs­fólkamál í Kring­varp­inum. Um Liljuna Weihe, sum kring­ varps­stjór­in hevur sagt úr starvi – ein upp­søgn, sum Menta­mála­ráðið hev­ur ógildað. Liljan Weihe varð søgd úr starvi eftir eina greinarøð í Vikuskiftis Sosialinum 24. november í fjørð. Hesar greinar bygdu á klagur, sum hon hevði sent kringvarpsstýrinum um Johnny í Grótinum. Sosialurin hevði fingið fatur á skjølum í mál­ in­um, sum førdi til, at Liljan Weihe varð koyrd úr starvi. Kringvarpsstjórin var sera ónøgd­ur við ákærurnar ímóti sær og segði, at Liljan Weihe hevði verið so óloyal, at hann misti álitið á henni. Í uppsøgnini er nevnt fleiri ferðir, at hetta at Sosialurin endur­ gav innihaldið í klagunum gjørdi málið so mikið álvarsamt. Í teldupostsamskifti við stýrið sæst eisini, at kringvarpsstjórin tók stigið eftir greinarøðina í Sosial­ in­um og segði, at tað skuldi fáa starvs­rættarligar avleiðingar fyri Lilj­an Weihe. So frá í fjør at halda, at tað at fara út um mark, at Sosialurin fekk fat­ur á skjølum frá Kringvarpinum, so er sami kringvarpsstjóri í síðstu viku sjálvur boðberin frá Kring­ varp­inum til Vágaportalin. Ikki ein­ans við at lata Vágaportalinum skjøl í móalinum, men við sjálv­ur at skriva greinarnar, sum so ábyrgar­ blað­stjórin á Vága­port­al­in­um legg­ ur navn til. Tað er sjálvandi tann munur, at málini, sum Johnny í Grótinum skriv­ar um á vp.fo eru fevnd av lóg­ini um alment innlit, meðan tað, sum Sosialurin fekk hendur á í fjør ikki er. Spurningurin er tó, um kringvarpsstjórin – eftir sín­um egna mátistokki – er loyalur yv­ir fyri sínum arbeiðsplássi og starvs­ feløg­um, tá hann ber seg soleiðis at. Leiðrelgarnar um góðan fjøl­ miðla­sið frá 14. mai í 2008 verða týðu­liga brotnar, og ta ábyrgdina hev­ur Vágaportalurin, hóast kring­ varps­stjórin er partur í hesum gerð. Fjøl­miðlafólk eiga at viðgera øll mál krit­iskt. Í hesum førinum tók tað eftir øllum at døma 15 minuttir og smá­ar tveir tímar á miðjari nátt, frá tí at Johnny í Grótinum sendi grein­ar til Ólav í Beiti, til Ólavur í Beiti síðani legði tær út til Føroya fólk at lesa á vp.fo orðarætt og óvið­gjørdar. Og somuleiðis uttan at Føroya fólk veit, hvør veruligi avsend­arin er, og at greinin harvið er skrivað av kringvarpsstjóranum við egnum áhugamálum upp á spæl. KRINGVARPSSTJÓRIN DULNEVNT Á VÁGAPO